Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-01-05, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. januar 1994síða 12

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 Nr.2—5. JANUAR 1994 Tíðindablaðið [ sostalurin } Viðmerkingar til >Variatiónir yvir Nólsoyar Páll Royndin — Gríma er ikki farin í sóguna og lukku tíð fyri okkum At vera nýskapandi er teim- um fáu í holdið borið, men hóast nevnda royndin hjá Grímu ikki eydnast drama- turgiskt, so er hon í sínum formi nýroynd her hjá okk- um. Leikbólkurin Gríma hev- ur síðani 1976 verið slóð- brótari fyri gørvísi teatri her á landi og hevur í fórum megnað at vísa á nýggjar leiðir, tó hava royndirnar í fleiri fórum verið so serlig- ar, at tað mest áhugaverda er tað >sjáldsama<. — Um tú letur tað standa einsamalt er tað ikki áhugavert, men skiftandi leikarar frá tíð til aðra, hava víst at >Gríma< sum teaturbólkur er áhuga- verdur og brýtur fyri sær. Leikverkið »Royndin« eftir Ega Dam er alt ov leyst í forminum ut binda å- kodaran ul eina gongd. og tiskil hava leik ararnir eina o0møguliga upp- åvu. Hóast so er, ert tú sun áskoðar! ikki í iva um, at her or talan um improvisatiónir við góðum leikarum, og í einstókum førum sterkum leikmyndum. Góður inn- blástur hjá myndlistafólki. Norðurlandahúsið er enn einaferð nýtt sum leikhús við góðum úrsliti. Ljós- SØøgu- búnaður og hovrilikindi eru av teim bestu. Ljóssetanin av leikinum hevði tolt meiri styrki, enn tað sum valt er. Her verður ikki hugsað um beinleiðis ágangandi pro- jektørljås, men meiri ljós. Undirritaða hevur ongantíð upplivað at verið til sjón- leik, har ljósið spældi við, uttan at tú varnaðist skift ella broyting. Her er væl hugsað ljóstekniskt. Zacha- rias Guttesen royndist dyggur sum ljósmaður/de- signari. Áskoðararnir sótu væl mun til tað, sum ler fram beinleiðis á svarta gólvin- um, har spæliplássið >scen- an< er tríhyrningur. Leik- tjaldið/bakteppið hevur eis- ini ein ljóssettan tríhyrning, sum boðar um samanrenn- ing av leikumsiødum og bindir stóra rúmið ul eina pailmynd. Messiana masdóttir scenografur úr andi, er her i Føroyum á triðja sinni og prógvar enn einaferð. at hon er leiktjaldaskald. Leiktjóld og búnar hevur hon frammanundan í Før- Oyum gjøri ú ítróttarleikin »Framå« í Sjónleikarhúsin- um í 1989, og gjørði hon eisini búnar og 'eiktjóld til leikin >Fr. Julie« eftir Strindberg, sum var leiktur í Norðurlandahúsinum Í 1990. Í hesi seinastu royndini eru leiktjøldini sera einfald, men myndandi og góð. Búnarnir eru nakað fyri seg, og geva leikinum eina myndaliga styrki, sum ber listarliga. Heildin er framúr væl gjørd, helst í tøttum sam- starvi við leikstjóran. Leikararnir eru tryggir á gólvinum, men teimum í- resta dialogin, sum byggir spenningin upp. Kortini er ávísur spenningur, tí hvor leikari nýtir sín kropp, sína rødd og sínar skapandi gáv- ur. Einans í sanginum er á- skoðarin á ferð í góðum sjónleiki, men ferðin er ov stutt. Hans Tórgarð og Høgni Johansen eru góðir í leiklutunum sum ávikavist Nólsoyar Páll hin fyrr og sum Groth, Brillumaðurin, Bødil, hin seinni. — Serliga leggur tú til merkis ta fyllu, sum Høgni Johansen gevur sínum leiklutum. Her er leikari, sum hevur samband við jørðina og seg sjálvan. Røddin er sterk og verður brúkt nátúrliga. — Hans Tór- garð vísir seg at vera sera disiplineraður leikari og spennir langt intellektuelt. Súsanna Tórgarð er før fyri at geva fleiri leiklutum liv og haldå myndini, so 6- neydugt er at detta aftur å vanliga plagieran. Sera dugnaliga frágingið. Katarina Nolsge og Birita Mohr hava gðrvísi spæl enn tey sum tær spæla saman við, og hetta spæl fyrikemur í so tekniskt. Meira erin einaferð kom hugsanin, at leikarin fer avstað í fullari ferð, uttan at hava fingið sálina við og sambandið við tee åskodaran. Pallmyndin, har tær bådar spæla hermenn, er væl spæld og skemtilig. — Bådar mugu kortini hugsa meira um kenslurnar, so leikluturin fær meira enn perfektar kropsrørslur. Tummas Kastalag er 6- ivað minst royndi leikarin og ger hetta seg eisini gald- andi. Kortini er gott, at tað ber til hjå honum at fåa so væl burturúr. Leikurin, sum íkki er sjónleikur í vanligar merk- ing, men meira at kalla im- provísatiónir yvir ávíst tema, er spennandi roynd at geva leikarum møguleikar at tulka. Tó skal leikritið vera meira fullfíggjað, um slík roynd skal eydnast. Egi Dam, sum er ein av okkara spennandi leikstjór- um, hevur við hesi royndini gingið nýggjar leiðir. Styrk- in liggur í musikalsku kom- positiónunum, men sam- rødan/dialogurin er í so veikur. Samstarvið við Kaj Jo- hannessen, tónleikara, hev- ur givið leikinum eina góða styrki, og hjålpti væl í stød- um, har leikgongdin var veik. At nýta rútmuna so- leiðis sum gjørt er í hesi royndini eydnast væl. Eftir stendur, um tað er rætt at fara eftir tjóðarhetju føroyingar, tá ið tú ikki hev- ur latið áskoðaranum eina- hvørja mynd, sum kann av- loysa ta vanligu fatanina, men meira ørkymia. Tó kann sigast, at hetju- dyrkan í breiðari merking hevur fingið ein undir vang- an, og so er upp til tann ein- staka at taka ul sín ella vraka. 'årshavn, hin 1. jan. 1994 2.0. LL SE AAA ———KÁ—————— esser EET ==