Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-01-06, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. januar 1994síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 Børnini vóru ikki so ótolin at koma í heimin í ár, sum hini árini. Bert eitt barn varð føtt í Klaksvík 1. januar, og ikki fyrr enn 3. januar kom fyrsta barnið á Landssjúkra- húsinum. Longu dagin eftir sóu fýra nýggj børn dagsins ljós á fødideildini. Sosialurin vitjaði á fødi- deildini seinnapartin 4. jan- var. Tá vóru mammurnar komnar væl fyri seg. Tær tóku fegnar móti okkum, og vístu emar lítlusystir og lítlabeiggja fram. Tað er altíð nógv at tosa um, tákvinnur hava uppliva slíka stórhending, sum tað er at eiga barn, og ikki alt hóskar so væl út í æsir at endurgeva á prenti. Lættar um hjartað Tá tað er sagt, so er felags fyri allar, at tær eru fegnar og lættar um hjartað, at fødingin er av, og at barnið nú er veruleiki. Sjálvandi hava foreldrini gjørt sær tankar um tað, at fáa sær børn í hesum krepp- utíðum. Mammurnar hava eisini allar fingið spurning-= in settan í barnasburðartíð- ini, og kunnu tí eisini svara fyri seg. Felags fyri mammurnar er, at tær hesaferð hava átt næsta barnið. Joan Danielsen átti dóttur 4. januar: - Tað eru ikki tær stóru útreiðslurnar, sum skulu til, tá tú fært tær barn. Vit eiga eitt barn og sostatt eisini klæðir til dótturina. Stuðul og kærleika - Tú hugsar ikki um fíggjar- støduna í fyrsta umfari, men heldur um, hvussu um- ráðandi tað er at geva barni- num allan tann stuðul og kærleika, sum tú ejgur í tær. - Sjálvandi hugsar tú í hesum tíðum um, hvussu tað verður hjá barninum, tá tað verður tilkomið og skal hava arbeiði, og um verður nakað gera hjá henni, tá hon Nr. 3 — 6. JANUAR 1994 Tær fáa sær børn i krepputíðum: Tidindabladid Orð: Dagn Myndir: k.vang Hava ikki ráð at biða -Tað er umráðandi at børnini fáa góða uppaling og hópin av kærleika, og tað er ikki vist, at tað er neyðugt fyri barnið, um vit í dag ikki hava somu umstødur sum í 80'árunum, halda fýra mammur, sum hava átt í nýggja verður stór. Tú hugsar tó samstundis beinanvegin, at tíðirnar tá eru batnaðar. Tað er óneyðugt at hugsa um tað nú. - Hugsa vit bert um vána- ligu tíðirnar og at hetta sam- felagið einki hevur at bjóða børnum frameftir, so ber einki til. Skalt tú hugsa um tað, so kanst tú eins væl gevast á hondum, heldur Joan Danielsen. Ein spurningur um tíð Elisabeth Samuelsen átti eina dóttur 3. januar, og hetta var fyrsta barnið í Tað var ein sera spentur stóribeiggi, sum kom at vitja mammu og lítlusystir, og sum kanna; sær rætt in at halda í vøgguna, meðan fotografurin tók myndina Lukkuligar mammur í 1994: Vinstrumegin síggjast: Elisabeth Samuelsen, Karin Elisa Lamhauge, Joan Danielsen og Turið Horn Havn í nýggja árinum: - Tað nýtist ikki at vera ein spurn- ingur, um vit hav ráð at fáa børn. Spurningurin kann snarast ein sólarring, og so snýr tað seg um, hvort vit hava ráð at hugsa soleiðis. - Eg eri 39 ára gomul, og hjá mær er tað ein spurn- ingur um tíð, um eg skuldi fáa næsta barnið. So mikið eydnusamari varð eg at fáa dóttrina, tí vit fingu sonin fyri trimum árum síðani. - Eg veit heldur ikki, um tað er so umráðandi fyri børnini, at vit ikki hava somu umstødur sum í 80'år- unum. Tað tydningarmesta er, at vit eru før fyri at geva børn- unum góðar uppvakstrar- møguleikar. Tað nýtist ikki at verða ein spurningur um pening. - Tá samanum kemur, so hava vit so nógv betur um- stødur enn fólk aðrastaðni, og vit skulu ikki leita so langt. Nógv annað kostar meira Karin Elisa Lamhauge átti ein son 4. januar. Hetta er fyrsta dreingjabarnið í nýggja árinum: - Tað er ikki tað mest kostnaðarmikla at hava børn, tað er so nógv annað, sum kostar meira, og tað nýtist ikki at vera tær stóru útreiðslurnar. Vit eiga ein son frammanundan, klæðini eru har 0.s.fr. - Eg havi arbeitt í flaka- vinnuni, men tað verður ikki møguligt hjá mær at fara aftur til arbeiðis fyribils, tí innigkan er so óviss, og eisini tí tað er so kostnaðarmikið á fáa børn- ini ansað uttan fyri heimið. - Tað leggi eg tó einki í. Mær dámar væl at ganga heima.. og... plaga vit ikki at siga, at tá ringar tíðir eru, SO fáa fólk sær fleiri børn, spyr Karin Elisa Lamhauge og svarar samstundis spum- inginum við at siga, at tað er ein glotti í hesum tíðum, tá alt er so vónleyst, at uppliva gleðina at fáa eitt barn Ikki eisini gevast at eiga børn Turið Horn átti eina dóttur 4. januar og tey fingu eisini sonin fyri trimum árum síðani: - Hví vit fingu okk- um barn júst nú? Um alt bert steðgar upp í landinum, so nyttar tað - ið hvussu so er ikki - at vit eisini gevast at eiga børn. - Tað er júst ein avbjóð- ing, nú so nógv fólk flyta av landinum, at vit royna at gera okkara, hóast útlitini ikki eru so bjørt júst nú. Tað at fáa eitt barn er tó bjart, so —