Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-01-06, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. januar 1994síða 12

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 Nr. 3 —6. JANUAR 1994 Tíðindablaðið { sosialurin | Skuldarfelagið í Fossbankanum fingið svar: Tað munnu vera fleiri, sum gnýggjaðu eygnakrók- arnar, tá tey sóu í bløðunum 4. januar, at Jona Hen- riksen varð 70 ár henda dag við teirri nýmótans við- merking, at hon var burturstødd. Vit skilja hana væl, hesin ævinligi unglingin. Bæði í talu og virkismåta. Tala vit um virksemi, verður tað fyrst og fremst virkislutur hennara í KFUK, sum skóti, vil onkur siga, jú, sum veruligi professionelli skótin. Veitikki hvat spátt varð Jonu, tá hon sá dagsins ljós hin dagin í 1924. Eitt ljós á leiðini hevur hon verið hjá so mongum. Ongantíð hevur tú sæð hana óvirkna. Ofta sást tú hana fylgjast við pápa sínum, J. P. Henriksen, fyrrv. borgarstjóra, og tað kann sjálvsagt leiða okkum á teir tankar, at hon altíð var foreldrum sínum lýðin, ein góð genta. Hon var elst í systkinaflokkinum, 2 gentur og 3 dreingir. Hon fylgdi í faðir fótafetum í mongum — og tá hugsað vit eisini um politiska virksemi henn- ara, í felagsarbeiðnum í mong ár og síðani hennara virkna skeið í býráðnum og á løgtingi. Jona hevur altíð havt tey evnini at duga at tosa við fólk, og hegni hevur hon til at gera samrøduna og samveruna virðismikla og livandi. Jona tók studentsprógv í Havn, einaferð undir krígnum ella var tað beint eftir. So fór hon í starv í Føroya Banka, tá bankin helt til í Térsgøtu. Hugsaði, at nýggja tekjan, sum hesi gomlu hús nýliga hava fingið, er til heiðurs fyri Jonu —. Frá teimum árunum kundi verið nógv skrivað um henn- ara lut sum bankamaður, hon sum tá var beinleiðis sambindingarliðið við viðskiftafólkið, sum kassa- meistari. Kanska var tað spell, at hon fór úr bank- anum? Og eisini hevur hon staðið á palli í Sjónleikarhús- inum. Fasti hjálparmaðurin var hon, tann tíð tað var, hjá ommuni í Skotinum, Angeliku, sum hon annars búði hjá, tá hon var vaskikona í Bókhandlinum — og so- leiðis kundi tú hildið á at sagt frå um sanna skótasinni í verki — altíð við hjálpandi hondini. Nú var tað ikki ætlanin bara at rita upp góðgerðir og framúr virkishegni hjá Jonu, men rætt skal vera rætt. Enn situr Jona sum skrivar í KFUK. Nú munnu árini vera nokk so mong, hennara livsstarv gjørdist hetta at vera millum ungdóm. Sigast må, at hon hevur røkt hetta starv fyrimynd- arliga. Mong eru tey ungu,sum hava fingið tað besta, vit kunnu geva ungdóminum, at veita teimum álit og geva teimum áhaldandi leiðbeining í øllum. Hetta hevur verið missiónin hjá Jonu. Tær mongu genturnar, ið hava havt sína gongd í KFUK gjøgnum árni, sum skótar ella títtlingar ella á annan hátt hava havt tilknýti til henda felagsskap, munnu allar bera Jonu tøkkina fyri løturnar og árini undir veingjaskjólinum, sum hesin felagsskapur var teimum av sonnum. Vit, sum kenna Jonu í felagslívi annars, eisini á politiska vøllinum, virðismeta hennara stóra tolsemi og kærleika til tað, hon fæst við. Tá Jona er best sum rødari, tá eru tey fá, sum duga kynsturin betur. Á 70 ára mótinum ynskja vit tær hjartaliga tillukku, góða Jona, og Guds signing í døgunum komandi. Peningastovnarnir vísa umsóknini aftur Hvorki Sparikassin ella hinir peningastovnarnir vilja taka upp samráðingar við bústjórarnar í Fossbankanum, og heldur ikki vil Sparikassin ganga umsóknini hjá skuldarfelagnum á møtt Í gjár fekk Skuldarafelagið hjá Fossbankanum (FSF) svar frá Sparikassanum. Í brævinum stendur m.a. atumsóknin um endurfíggj- an hjá skuldarunum í Foss- bankanum í konkursi, hevur verið vidgjørd í umsjónar- ráðnum, og at hon ikki verður gingin á møti. Upplýst verður eisini, at Sparikassin og hinir pen- ingastovnarnir fingu fyri- spurning frá bústjórunum, um áhugi var fyri at yvir- takalánini í Fossbankanum, tá hesin var farin konkurs. "Skriv tykkara gevur ikki Sparikassanum gkta trygd fyri afturgjaldingini av møguligum yvirtiknum lánum. Sostatt kann skriv skuldarfelagssins ikki broyta stóðu Sparikassans", verður sagt í svarinum til felagið. Súsanna Dam, formaður í Skuldarfelagnum, sigur í viðmerking, at hatta svarið var væntandi. - Nú haldi eg at stundin er komin, tá allir sethúsaeigar- ar skulu taka seg saman og krevja eina sømd í pening- astovnunum. - Hertil kemur at set- húsaloysnin hjá peninga- stovnunum og Húsaláns- grunninum ikki gevur set- húsaeigarum nakran veru- ligan kjans. Tí mugu set- húsaeigarar, sum hava ar- beitt við at stovna eitt felag, gera skjótt at. Teir mugu taka stóðu til felagið nú. Súsanna Dam heldur, at tað munar lítið, at fólk fáa tilboðið at fara í peninga- stovnarnar at tosa um aftur- gjaldstreytir: - Skulu sethúsaeigarar, sum komnir eini 10 avdrøg afturút í gjaldi, seta seg at samráðast við bankarnar um gjaldsskipan, er givið, at einki kemur burturúr. Hesi fólk eru frammanundan so illa fyri, at tey orka ikki at standa ímóti trystinum i bankanum. - Kundu tit ikki víðkað um skuldarfelagid nú, og t.d. givið sethúsafelagnum innivist? - Vit hava fingið nógvar fyrispurningar, men vit hava valt at vísa gllum aftur, fyri at fáa spurningin um skuldarar í Fossbankanum avgreitt. - Hvat fara tit nú at gera? - Júst nú, vit hava fingið svarið frá Sparikassanum, eru vit ørkymladi, men vit fara at halda ein fund seinni í dag, har hetta brævið skal viðgerðast, og tosaum, hvat vit annars kunnu gera. - Taðer greitt, at peninga- stovnarnir ikki hava likvidi- tet at keypa lánini, tí annars høvdu teir longu keypt lánini. - Tað er eisini so mikið Samband Hampamaður ynskir samband við konufólk í 40-árunum. Vinarligast skrivast til: Sosialurin, Box 76, 110 Tórshavn undir Bill. mrk. 1022. $ $ 3 | í 2 fyrimunin, sigur Susanna Dam. - Hvørjar avleidingar fær hetta fyri lånarnar í Foss- bankanum? - Tað er givið, at flestu lánini i Fossbankanum liggja aftanfyri 500.000 krénur, og ti verdur torført at figgja nyggj lån, uttan so at fólk eiga annað at seta í veð. - Nógv lán ganga yvir 15 ár, og tað er óhugsandi at lánini í Fossbankanum kunnu ganga so langt fram í tíðina. - Eftir er tí bert tvingsuls- sølur. Spurningurin er so bert, hvør skal keypa húsini, í, sigur Súsanna Dam. Dagny meir ørkymlandi, at teir nú heldur ikki unna gðrum FOROYSKIR RADIOAMATORAR yr SKEIÐI Í RADIOTEKNIKKI Skeiðið byrjar mánad. 10.01.94 kl. 19.00, og miðar ímóti roynd í mai 1994. Eingin forkunn- leiki krevst, men hugur at royna teir mongu møguleikar, sendiloyvið loyvir: Satelitt, digital- og teldukommunikatión - men eisini góðu, gomlu mors- ingina og mikrofonina. Upplæring verður givin í nýtsluni av sendiútgerð og antennum, ið finnast í felags- hølunum. Um åhugi er, verdur eis- ini skipad fyri morsiskeidi. TILMELDING Å TLF: 14098 & 44300 sum eingin hevur råd at sita SL ÍR A