mikudagur 12. januar 1994síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Glade hjørn” og stødan
TÅ sjålvt "Det Glade Hjørn” tvs.
Kondittaríið á Káta Horninum steingir,
so sær svart út. Soleiðis málbar ein illa
hýrdur og heldur skelkaður lesari seg
við blaðið nú um dagarnar, nú ein av
elstu fyritøkunum í landinum, bakaríið
hjá Frants Restorff lat aftur og við sær í
fallinum tók tað so eisini ein av horna-
steinunum og eitt av høvudseydkenn-
unum fyri virksemi og lívsvón í
hevuðsstaðnum, Kondittarríið á Káta
Horninum.
HENDA myndin má sigast at vera
rættiliga sigandi og skelkandi. Tí hver
hevði roknað við, at sjálvt kondittaríið
skuldi lata aftur! Hetta plássið, sum so
mong av okkum hava vitjað fyri antin
at rinda sær mødina, at hitta vinir og
kenningar og mangt annað. Spurning-
urin er so eisini, um ikki júst aftur-
latingin av hesum hugnaliga hølinum er
eitt varskóg til okkum øll!
STØDAN í landinum er ring og tykist
eisini at versna sum frálíðir. Alt tosið
um at nú er komið á botn tykist einki
hald hava í veruleikanum. Tí vit koma
bara longur og longur niður uttan so
frægst sum at hóma nakran botn. Hvat
skal hetta enda við spyrja fólk. Bæði
ótryggleikin og óvissan breiða seg. Tær
mongu avtalurnar, suum gjørdar eru
fyri at bjarga bankum og
peningaskipanini hava heilt givið havt
ómetaliga stóran tydning, men tað
tykist bara ikki at vera nóg mikið til at
venda gongdini. Tær sýnast oftani bert
at vera ein dropi í havinum. Fleiri og
fleiri ásanna, at stødan er nógv
álvarsligari, enn nakað hevði torað at
droymt um. Í dag sær tað ikki mætari út
enn at fá ella eingin tjenar pengar
longur. Fólk hava ikki ráð at rinda fyri
sínar skyldur og heldur hetta fram uttan
at nógvur fiskur kemur upp á land og
fólk koma aftur í arbeiði, so er bert tann
eini útvegurin og tað er at rýma.
FÓLK eru við at vera desperat. M.a. tí
verður nú tosað um at skipa fyri fel-
øgum, har fólk saman byggja ein front
móti bankunum við at lata vera at
gjalda tað tey skylda. Hetta er ein
fullkomiliga høpisleys og óhaldbar
stóða. Ja hon er at sammeta við ein,
sum spælir við eld. Tað er greitt, at fara
fólk í hópatali at boykotta bankarnar, so
rapa teir. Tí er hetta eingin loysn uppá
samfelagstrupulleikarnar. Hinvegin
eigur ein eisini at skilja fólk, tí tey hava
einki at gjalda við. Tí meta vit
royndirnar at stovna felag at taka upp
dystin móti bankunum at vera eina
seinasta varskóg til politikarnar. Hvat
kunnu hesir so gera! Jú fyrst av øllum
mugu teir ásanna, hvussu álvarslig
stødan er. Og er hon so mikið ålvarslig,
at hon er at samanbera við eina
náttúrukatastrofu, so má eisini handlast
hareftir. Tvs. at tað er skyldan hjá
politikarunum og teimum stýrandi at
lata donsku stjórnina, sum er hægsti
mynduleikin í ríkisfelagsskapinum vita
UM so er, at tær avtalur, sum higartil
eru gjørdar, ikki vísa seg at hava ætlaðu
effektina, so mugu tær endurskoðast og
umhugsast má, um sterkari og annar
lútur skal til. Er tað so, at alt samfelagið
steðgar upp við teimum krøvum um
sparingar og skerjingar, sum eru komin
frá m.a. danskari síðu, so má hetta
takast til nýggja viðgerð. Kanska eru
rembingarnar millum sethúsaeigararnar
tað varskógið, sum má fáa bæði okkara
myndugleikar og okkara peningaverð til
at gera støðuna upp og síðani stinga út í
kortið av nýggjum - saman við donsku
ríkismyndugleikunum.
Har tað privata ikki orkar ella megnar:
Landið má
nú seta virk-
semi í gongd
Har sum Fiskavirking ikki megnar at skapa
nakað, har má og skal tað almenna seta sær
fyri at gera tað liviligt aftur við at fara inn og
keypa og virka fisk. Nú má landsstýrið spæla út
við nókrum
Tað er nakað síðani eg
hevði grein her í blaðnum,
har eg umrøddi arbeiðs-
loysisvidurskiftini og eg
visti á ein møguleika at
lætta eitt sindur um hesi
vidurskifti. Eg hevdi rokn-
ad vid at onkur får at gera
vart vid seg hesum viðvíkj-
andi, men tað tykist sum tey
arbeiðsleysu ongan góðan
eiga, tí enn hevur eingin
latið við seg koma, og enn
einaferð fari eg at gera vart
við, at hetta lagið her hjá
fram. Arbeiðsloysið veksur
og eingin letst um vón. Tó
frættist at nú er tryggingin
komin á gravarbakkan og
hon má bjargast fyri ein og
hvgnn prís. Sjálvandi skal
arbeiðsloysistryggingin
bjargast og halda fram, men
hvussu leingi halda tit, at
hetta kann halda fram? Um
einki arbeiði er, er eingin at
gjalda í tryggingina.
Eg hevði roknað við at
arbeiðarafelggini fóru at
gera vart við seg, men held-
ur ikki frá teimum er komið
nakað sum ber bráð av hvat
ið gerast skal. Men tað skilji
eg tóeitt sindur betur, tí teir,
sum hava ta stóru ábyrgd-
ina, Føroya Landsstýrið og
samgongan, lata sum einki,
og halda uttan iva væl
standa til, um bert teir
kunnu tøla arbeidarafjøld-
ina vid at bjarga arbeids-
loysistryggingini. Men so
lætt fara teir ikki at sleppa
úr hesum trupulleikum.
Kommunurnar eru nú við
lóg forðaðar at vera við í
vinnuligum tiltøkum og
somuleiðis eru arbeiðara-
feløgini, sum saman við
kommununum hava sett
nógv til, eisini forðað. Tað,
sum hevur verið drívkraftin
á Tvøroyri, hevur verið
samarbeiðið millum
kommununa og fakrørsl-
una. Her hevur fakrørslan
Sverre Midjord: -Eg må i dag sanna, at fólkaflokkurin
hevdi rætt i sini meting av Fiskavirking
sett milliónir til fyri at
tryggja arbeiðsplássini til
sínar limir. Men nú gongur
hetta ikki longur, og loysn-
in, vit fingu, var so felagið
Fiskavirking, sum nú skuldi
fáa øll hjólini at mala. Tað
var ikki eiti á, hvussu gott
alt skuldi blíva. Bankarnir,
teir settu við teirra donsku
stjórum út í kortið. Tá tað
vóru onnur, sum vildu vera
uttan fyri henda ringin og
biðið varð um somu sømdir
sum Fiskavirking fekk við-
víkjandi fígging, var svarið
at tað letur seg ikki gera, eru
tit ikki við, so verður virki
tykkara afturlatið. Tit fáa
ikki fígging á sama stødi
sum Fiskavirking. Loysnin,
sum koma skuldi fram til at
tað skuldi bert vera eitt
virki, ljóðaði væl og tað
vóru fleiri, sum veruliga
trúðu uppá hesa ganda-
loysnina, sum kom fram
serliga viðmælt av teimum
donsku ráðgevunum og
teimum donsku bankastjór-
unum. Og út frá hesum
bleiv Føroya Fiskavirking
veruleiki — eitt úrslit av hes-
um tiltaki var at ein lands-
stýrissamgonga slitnaði.
Landsstýrissamarbeiðið
millum okkum og
fólkaflokkin slitnaði júst
uppá hesi viðurskifti og eg
má sanna, at fólkaflokkurin
hevði rætt í sinari meting av
Føroya Fiskavirking.
Hetta mistak okkara ger
tað enn meira átrokandi at
gera nakað annað. Tað ber
ikki til bert at sita hendur í
favn og so lata sum einki.
Tað er týðuliga prógvað, at
hesi viðurskifti, sum vit
hava fingið her á landi, ikki
|
fóra til nakra framgongd.
Tað kemur ikki gongd á
aftur okkara samfelag.
Og tá tað privata, sum er
dyggiliga stuðlað bæði av
bankunum og eisini av ver-
andi landsstýri, ikki megnar
uppgávuna, so má annað
skinn takast um bak, tí tey
gyltu lyfti, sum bankarnir
og fiskavirking góvu, tey
eru ikki til í veruleikanum.
Vit kunnu bert kaga eftir
hvat er hent í Sandoynni,
har er heilt avtoftað og har
fer ikki at henda nakað í
bræði. Hetta sigur mær so
mikið, at har sum Fiska-
virking ikki megnar at skapa
nakað, har má og skal tað
almenna seta sær fyri at gera
tað liviligt aftur við at fara
inn og keypa fisk og virka
fisk. Tað skal eisini um
neyðugt skipa fyri sølu-
virksemi av tilvirkaðu vør-
uni.
Tey arbeidsleysu kunnu
ikki bíða longur eftir einum
landsstýri, sum ikki tykist
latast um vón. Um alt gong-
ur sum teir ætlað, so verða
teir ikki arbeiðsleysir fyrr-
enn til heystar, og hesum
ætli eg mær ikki at bíðaeftir.
Landsstýrið, ja alt løgtingid,
eigur at taka sær um reiggj
her og nå, tf vit kunnu ikki
diva uppå eina arbeids-
loysisskipan, sum onga inn-
tøkutrygd hevur, eisini or-
sakað av ov lítlum arbeiði.
Tað er upp á tíðina, at
Føroya landsstyri spælir út
við nøkrum, sum kann fáa
vent gongdini. Møguleikar
eru tøkir, tað er bara at fara í
arbeiðsklæðini og tað cag-
antíð ov skjótt.
Sverre Midjord