Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-01-12, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. januar 1994síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið Nr. 7 — 12. JANUAR 1994 Sida7 Súsanna Dam, formaður í Skuldarafelagnum: Hvat nyttar tað at bankarnir liva um alt annað doyr Súsanna Dam er nýtt andlit í fjølmiðlunum, tó at hon í blødunum seinastu árini hevur gjørt vart við óhepp- nu gondina í peningastovn- unum. Seinast hevur hon verið við til at stovna Skuld- arafelagið. Súsanna Dam skrivaði sjónarmið í Sosialinum um manegment-mentanina í 1986, og sipaði til "gull- dreingimar" innan banka- heimin, sum vóru sendir á kostnaðarmiklar skúlar, og komu heimaftur, púra sam- vitskuleysir. Hesir vóru samstundis teir, sum skuldu ráðgeva vinnulívi og privat- fólki í peningamálum. Hetta var áðrenn vanlig fólk vistu um gongdina í peningaheiminum, og hverjar avleiðingar tað kundi fáa fyri samfelagið. Súsanna Dam er 49 ára gomul, og búði barnaárini á Sanatortiinum í Hoydølum, har pápi hennara var por- tørur. Tað er har Studenta- skúlin nú er. 28. juni 1961 fekk hon realskúlaprógv, og longu 1. juli fór hon í læru í Føroya Banka, har hon var til 1985, tá hon segði upp. Gulldreingirnir Hon fekk bjóðað arbeiði í Fossbankanum, og hevur verið har síðani. Súsanna Dam sat í bygdaráðnum á Argjum í 1978 til '84. Hon eigur fýra døtur. - Visti tú, tá tú skrivaði >> 1993 Inntøkur: Løn 17.000 + 8.500 sÚtreiðslur: Renta * avdráttir Aðrar fastar útr. Skattur 40% rentufyrimun Eftir til nýtslu 1994 Inntøkur Løn 17.000 + 8.500 +Utreidslur: Renta + avdráttir Aðrar fastar Otr. Skattur 40% rentufyrimun Eftir til nýtslu Sostatt hevur henda familjan um!. 1.500 kr. meira at liva fyri hvønn mánað í 1994. Súsanna Dam, formaður í Skuldarafelagnum: - Fyrsta treytin fyri, at tað skal gerast liviligt her á landi er, at vit skapa fólki umstødir til mat, klæðir, hús og heim kr. 25.500 kr. 6.700 kr. 6.050 kr. 11.100 kr. 2.150 kr. 25.500 kr. 5.400 kr. 6.050 kr. 8.750 kr. 5.300 kr. 10.600 kr. 1.850 um manegemeni-meniani- na í 1986, hverjar avleið- ingar tað kundi fáa fyri samfelagið? -Egdugdi, ið hvussu so er at síggja, hvat hendi við Føroya Banka fyrst í áttati- árunum, og at henda gongd- in var óheppin. Eg hugsaði eisini um, hvert tað var ætl- anin hjá Den Danske Bank at oyðileggja Føroya Banka, men samstundis hevði eg ikki so stórar tank- ar um meg sjálva, og helt ikki, at eg kundi brúkast sum arbeiðsmegi aðrastað- ni, so er helt fram, men segði mína meining í bank- anum. - Tá fóru nógvar tekniskar umleggingar fram, eitt nú fingu vit one-line skipani- na, og vit fingu at vita, at teldan kundi klára alt eins væl og vit høvdu gjørt áður. - Eg var atfinningarsom, og segði frá, um eg helt, at okkurt kundi verið meira fullfíggjað, men varð upp- fatað sum eitt grenj. Tað var stórt trýst at arbeiða undir, sigur Súsanna Dam. Roynd vóru sett til viks - Tekniska umleggingin í bankanum førdi til, at alt bleiv so nógv broytt, at ar- beiðsgongdin, sum vit hig- artil høvdu nýtt, varð synd- rað. Tað var eisini orsakað av, at roynd bankafólk vóru sett til viks, og skúladreing- ir settir til uppgávurnar ístaðin fyri. - Eg hevði tó roknað við, at hetta óskilið bert fór at síggjast aftur í Føroya Banka. Og kortini, hesin stovnur er so stórur partur av heildini í Føroyum, at tað sigur seg sjálvt, at hann eis- ini smittaði hinar peninga- stovnarnar. Tað er so lætt at siga nú. - Hevdi tað býtt um nú- verandi stóðu, um myndug- leikarnir høvdu lurtað eftir tær? - Tað hevði kanska verið ein møguleiki fyri, at skilið ikki gjørdist so ringt sum nú. - Hvat er tað, sum fær teg at seta spurnartekin við galdandi lógir, og biðjur fólk gevast at gjalda láni- ni? - Lat meg siga beinan- vegin, at eg ella Skuldara- felagið ikki heitir á øll fólk um at gevast at gjalda. Ikki bróta lóg - Tey, sum hava arbeiði og ráð at gjalda, skulu fram- eftir gera tað. Tey hava tikið í lán, skriva undir at halda sínar skyldur, og tað skulu tey eisini sambært lógunum. - Tað er ikki móti lógini at nokta at gjalda lánini aftanfyri 500.000 krónur, tí bankarnir hava fingið pen- i ingin.Vit hava lænt banku- ; num 3 mia. krónur, sum Bankaeftirliti& ætlaði til lån í sethúsum, og sum vit gjal- da aftur um skattin. - Spurningurin er, hvussu stór hol hava verið í banku- num, og hvat hesin peningur er farin til tá einki er eftir til sethåsaeigamir. - Nú eru umstødurnar so nógv broyttar og fólk hava ikki ráð at gjalda. Tað var hetta bankæeftirlitið vildi bóta um, við at niðurskriva sethúsavirðið. - Hvar skulu fólk fara, É sum verða sett út á gøtuna? Tað almenna hevur einki at geva fólki at búgva í, og tí hava fólk ikki tak yvir høvd- é ið, um tey missa húsini. Tað kann heldur ikki vera rætt, at koyra fólk, sum eru kom- in í 6føri av kreppuni, av landinum. Bert pláss fyri fáum - Vit hava eisini hoyrt fólk í bankunum og poltikarar siga, at tað bert er pláss fyri 30.000 fólkum her á landi. - Hverjum tænir tað, um so nógv fólk flyta. Er tað ikki eisini áhugamál hjá bankum og myndugleikum, at vit ikki gerast alt ov få, sum kunnu føra samfelagið víðari? - Verða færri føroyingar eftir í Føroyum, er tað hugs- andi, at tað verður lættari hjá dønum at fáa ávirkan á føroyska samfelagið. Hertil kemur, at tad kanska hevur - Fær tað so als ongar av- leidingar fyri samfelagid, um stehúsaeigarar gevast at gjalda? sku bankarnir hava fingið var læntur uttanlands.. T.v.s., at hann ikki er tíkin úr føroyska samfelagnum og fær sostatt heldur ongan tydning fyri gjaldførid. Tað er burtur úr vóni og viti, at biðja fólk, sum bert hava arbeiðsloysisstuðul at dúva uppá, at gjalda tvær ferðir um skattin. - Tað er eisini ein spurn- ingur, um peningaskipanin ikki syndrast innanífrá, um hasar 3 mía. krónurnar ikki er nóg mikið. - Eitt er vist, fólk hava tað nóg ringt sum er. Vit hjálpa ikki okkum sjálvi í løtuni, og alt steðgar bara meira upp, um vit einki gera. - Tað verður mangan ført fram, at um bankarnir fara, so fer alt? - Eg vil hinvegin siga: - Hvat nyttar tað alt annað doyr, og bert bankarnir liva? - Fara danir bert at hyggja at og g6dtaka, at føroyingar seta bankaskip- anina úr gildi? - Eg veit ikki, hvat danir kunnu gera, men vit seta onga bankaskipan úr gildi, tí teir hava fingið longu peningin, sum var ætlaður til at lækka sethúsavirðið. Ikki bert sethús - Tað er heldur ikki bert se- thúsaeigarar í trongstødu, sum ávirka samfelagið og gjaldførid. Vit hava eisini nøkur og 20 flakavirki, sum skylda 33 mió. krónur í miðal, síðani SEV, Hitafel- agið og Brennistødirnar, bert fyri at nevna dómi. - Halda fólk veruliga, at vit eru komin á botn, spyr Súsanna Dam, og skoytir uppí: - Soleiðis sum nú stendur til, eru vit noydd at sleppa undan at gjalda utt- anlandaskuldina, sum er eini átta mia. krónur, og at stovna samfelagið av nýggjum. Soer bert at vóna, at fiskurin kemur aftur, og at føroyingar fara at duga betur at selja hann. - Eg haldi at danir einki hava gjørt við hetta, fyri at geva føroysku politikaru- num ein kjans at siga teim- um hetta sjålvir. - Hvi gert tå persónliga vart við teg júst nú. Er tað vert at berjast fyri? - Persónliga kann er verða líkasæl, tí eg havi nóg mikið at liva fyri, og havi góða danska pensión at líta á, tá eg fylli 60 ár. - Eg geri hetta, tí eg haldi tað vera ræðuligt, at míni børn og børnini hjá ødrum, ikki sleppa at liva f hesum landi. - Egeigi fýra døtur, og tær mugu fara uttanlands í út- Í N SN =>