mikudagur 19. januar 1994síða 13
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið [søsialurin | Nr. 12 — 19. JANUAR 1994 Sida 13
Fólkavald
ella kapitalvald
Føroyska tjóðin liggur á
knøunum, stýrð fult og
heilt av kapitali og
fremmandavaldi. Skal
tjóðini verða lív lagað,
krevst fólkavald og við
hesum eisini fullveldi.
> Vilji tjóðarinnar er
lóg landsins< skrivar
D.P. Danielsen í bókling-
inum >Tjóðfundarleiðin<
frá 1945. Hann leggur
afturat, at >tað eru hesi
orðini allar tjóðir seta í
hásætið í dag; aftan á
áralanga kúging og eyð-
mjúkandi ófrælsi<.
Vit kunnu so spyrja í
dag — fimti ár seinni —
»Er vilji føroysku tjóðar-
innar lóg landsins<? Tað
munnu vera fá, sum
svara ja upp á henda
spurning. Og kortini
hoyrir tú dag og dagliga í
vanligum kjaki. >Men vit
liva jú hóast alt einum
demokratiskum landi. .
Víst gera vit ei! Vit (iva.
ikki í einum demokrat-
iskum landi. Vit liva í
einum landi, sum rátt og
brutalt er stýrt av kapital-
inum. Vit liva í einum
landi, har arbeiðsloysið
nærkast teimum 25%, í
einum landi, har fólk í
hópatali flýggjar av land-
inum (í øSrum londum
nevnd >flóttafólk<), í
einum landi, har fólk dag
og dagliga missa hús og
heim, í einum landi, har
sjúkrahúsverk og skúla-
verk standa at rapa, sam-
stndis sum fyrstu tilburð-
imir av megurð (á donsk-
um máli >underemær-
ing< eru staðfestir. S0-
leiðis kundi verið hildið
fram at kalla uttan enda.
Og vit kunnu einaferð
enn spyrja: — Er hetta
veruliga vilji fólksins?
Tá svarið við sama lag er
>nei<, mugu vit
staðfesta, at vit hava ikki
fólkavald, ella
demokrati, sum tað eisini
verður nevnt.
Í øllum fórum hevur
stjórnarskipan okkara
einki sum helst við
demokrati at gera, um vit
skulu nýta grikska týdn-
ingin av hesum orði.
Definera vit demokrati,
sum tað undarliga fyri-
brigdi at sleppa at seta
ein kross fjórða hvert år,
| heimsmarknaðinum. Ein-
| koma útlendingar við
| atheinta, og so vita vit,
jú, so hava vit demokrati.
Men annars livir Føroya
fólk undir einaræði og
hjálandaveldi. Hesi fyri-
brigdi eru ikki júst høgt í
metum av S.T. ella Am-
nesty International. |
Hver stýrir Føroyum?
Góðvarnar sálir halda við
sama lag, at Løgting og
Landsstyri hava nakað
vald. Biddaragongdirnar
til Christiansborg hava
tikið frå okkum tað síðsta
vetið, vit høvdu av einum
amatør-sjålvstyri. Nú er
alt vald farið á fremm-
andar hendur.
Vit kunnu so spyrja:
>Hver hevur so valdið
her á landi<? Svarið man
vera nakað tað sama, um
vit spurdu »hvør stýri
Danmørk«? Svarið er
»Mærsk-samtøkan«. Ikki
danska fólkið, sum
kanska onkur heldur.
Mærsk er 3. størsti risin í
heiminum innan olju-
vinnu, og við sínum
ómetaliga kapitali stýrir
samtøkan Danmørk, eins
og hon eisini stýrir Før-
oyum og Grønlandi.
Gjøgnum Mærsk fer
danski oljupeningurin út
av landinum og kemur
ikki danska fólkinum til
góðar. Mærsk-samtøkan
rekur ikki nakra Føroya-
flúgving av filantropisk-
um orsøkum, og so skjótt
sum møguleikin er har,
avhøvdar hon Atlants-
flog. Snikjandi fær hon
somuleidis alt vald å før-
oysku oljuvinnuni, um vit
ikki áðrenn ov seint er,
síggja skriftina á veggin-
um. Tað, sum Føroya
Landsstýri í løtuni er í
ferð við á oljugkinum,
við at lata útlendsk feløg
gera seismiskar kanning-
ar á Føroyaøkinum, sum
vit als ikki vita, um vit
eiga, er einki annað enn
eitt spæl við politiskari,
russiskari roulettu. Løgið
skal tað verða um Føroya
fólk fær nakað sum helst
burtur úr kanningunum,
sum av feløgunum verða
seldar til hægsbjóðandi á |
asta úrslit verður, at nú
vissu at vita, at her er olja |
hvat klokkan hevur slig-
ið. Løgid verður, um ikki
Mærsk setur seg á før-
oysku oljuna, eins og teir
longu hava sett seg á før-
oyska handils- og banka-
vinnu.
Samanumtikið kunnu
vit siga, at útlendskur
kapitalur í dag stýrir Før-
oyum. Er hetta vilji fólk-
sins? Neyvan.
At Føroya Løgting
einki vald hevur, fært tú
eina hóming av, einans
við at lurta eftir onkrari
tilvildarligari tingvið-
gerð. Hesi 32 sonevndu
umboð Føroya fólk fáa
løn fyri at sleingja gor og
gall eftir hvørjum ødrum.
Einki annað enn stór
skomm, tað veit hvort
mansbarn her á landi. Og
kortini verður hetta
»høga ting« afturvalt við
smærri broytingum ferð
eftir ferð, tí vit hava jú
demokrati!
Hvat er at gera?
Í stuttum kunnu vit siga,
at Føroya Løgting í nú-
verandi líki má takast av.
Vit kunnu gera uppreist-
ur. Men hóast vána
standin, er ikki líkt til, at
Føroya fólk á henda hátt
vil av við tað einaræði,
sum í veruleikanum stýrir
hesum landi. Onnur leið
er sonevnda tjóðfundar-
leiðin, sum D. P. Daniel-
sen longu vidgjørdi í
bóklinginum av sama
navni í 1945. Men ein
triði og kanska lættari og
skjótari leið at ganga, er
tann, at fakfeløg landsins
ganga saman í eina fylk-
ing, sum so stillar upp til
komandi løgtingsval. Á
henda hátt fáa vit mest
sum avtikið ónýtiligu
politisku flokkarnar,
meðan fólkið sjálvt
sleppur fram at valdinum.
Vit kunnu á henda hátt
nærkast tí veruliga fólka-
valdinum munandi. Tey,
sum á henda hátt verða
vald inn á ting, eiga at
standa fólkinum til svars
| á hverjum ári. Hava tey
ikki gjørt sítt arbeiði til
lítar, skulu tey frá og
onnur sleppa framat.
Tingmannalgnin skal
vera tann sama sum Før-
oya Arbeiðarafelag hev-
Fyri at bjarga
Føroyum, er ein
treyt, at
føroyingurin
vaknar, so at
politiskt medvit
avloysir
undirbrotligheitina
og trælalyndið,
skrivar Arnbjórn
R. Thomsen
millum annað í
Sjónarmið í dag
ur sáttmála um. Hetta
Fólkavald skal so velja
eina føroyska stjórn, sum
somuleiðis skal hava løn
eftir sáttmála Føroya Ar-
beiðarafelags, ongar
skattafyrimunir, og
koyripening eins og allir
aðrir borgarar landsins
hava rætt til.
Stjórnin velur so løg-
mann ella forseta (navnið
er líka mikið) fyri eitt nú
eitt 4 ára valskeið.
Búskapurin
Sjón gongur fyri søgn, at
núverandi marknaðarbú-
skapurin, har spekulantar
og kraddarar hava kunn-
að tíggjað sær sum teim-
um lysti, er komin at
gravarbakkanum. Nýggj,
føroysk samfelagsskipan
við ætlanarbúskapi má
setast í verk, so at skil
verður í, hvat framleitt
verður, hvat fiskað
verður, hvat útflutt
verður o.s.fr. Onkur
hevur kanska hug at
grava kommunista-
skrímslið upp. Hartil er
bara at siga — um vit
skulu kalla Føroyar
kristnar — at júst við at
býtalt javnt millum sín,
livdu tey fyrstu kristnu á
jørð. Og var tað skeivt?
Neyvan.
Í øllum kjaki, vit higar-
til hava havt, hevur verið
ein sjålvfylgja, at Føroyar
vid sama lag skulu hava |
avoldaða marknaðarbú-
skapin, sum hevur verið
Bee.
Føroya søgu. Einans ein
skilag6dur føroyskur ætl-
anarbúskapur kann bjarga
hesum landi og fólki.
Stjórnarskipanin
Vit noyðast at broyta
stjórnarskipanina frá nú-
verandi
heimastýrislógini, sum
ongantíð hevur virkað,
antin aftur til eitt danskt
amt ella til eitt føroyskt
tjóðveldi. Á hesum øki er
als ikki vist, at vit sleppa
at velja sjálvir. Danir
vilja neyvan hava okkum
aftur sum danskt amt, og
nógvar røddir eru frammi
í Danmørk um at loysa
Danmørk frå Føroyum.
Tá hevði tað sæð betri
út, um komandi tingið
við fólkavaldi, setti í verk
ta skjótt 50 ára gomlu
félkaatkvøduna frá 1946,
so at Føroya fólk valdi at
stýra sær sjålvum, áðrenn
vit fåa bod frå dønum um
hetta.
Uttanlandsskuldin
Eftir meira enn 600 ára
danskt hjálandaveldi,
skylda vit ikki dønum
eina krónu. Danir hava
kroyst heimastýrislógina
niður yvir okkum, og nýtt
hesa lóg at seta ein her-
skara av óneyðugum
donskum stjórum, um-
framt at avlaga allan før-
oyskan búskap. Kapitalur
í stórum stíli hevur í ára-
vist streymað úr Føroyum
til Danmarkar. Og einki
størsti sorgarleikurin í
bendir å, at danir gevast
€
————
fyrr enn Føroyar eru
drenaðar fyri seinastu
krónuna.
Frá álítandi keldu havi
eg fingið at vitað, at tann
upphædd, Danmark fær
fyri NATO-herstødina og
amerikonsku herstødina á
Sornfeli, árliga er mun-
andi stórri enn blokkstuð-
ulin! So, álvaratos, hasa
sonevndu føroysku uttan-
landsskuldina kunnu dan-
ir sjålvir eiga. Heldur
eiga føroyingar at krevja
stórt endurgjald frå døn-
um, tå vit nå — um vit
vilja tað ella ei — noyðast
at taka loysingina.
Fyri at bjarga Føroyum,
er ein treyt, at føroy-
ingurin vaknar, so at po-
litiskt medvit avloysir
undirbrotligheitina og
trælalyndið.
Tað hevur bráðskund at
fáa fólkavald ístaðin fyri
tingflokkarnar. Fylking
fakfelaganna kann eitt nú
nevnast >Fylkingin til
tjóðarinnar bjarging<.
Tað er ikki ov tíðliga,
at 1995 verður árið, har
føroyska merkid sæst utt-
an fyri ST-høvudsborgina
i New York, umbodandi
eina sjålvstøduga tjóð
millum aðrar tjóðir.
Arnbjørn R. Thomsen
[ff | —w