Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-01-19, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. januar 1994síða 16

‹ fyrra síða allar 16 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tit ringja — vit skriva Er nakað á våsi? — tvamál? Ein spurningur, eila tíðindi, so ring til okkara. - Vit eru til reiðar ! Telafon 118 20 - - Djúpa lágtrýstið, sum er á- vegis undan landsynnings- grønlandi, rekur í dag í landnyrðing skamt norðan- fyri Føroyar og grynnist nakað. Annað lágirýst rek- At byrja við hvassur vind- ur upp í skrið, 15-20 m/s, av útsynningi og suðri, seinni umi. sama vindferð, í skiftum tó meiri vindur, av vestri og útnyrðingi, ádrig- 10, heglings- eila kavaæl- ingur, men annars toluligt eila gott sýni út á dagin. Hitin uml. 2 stig. Hósdagin Strúkur í vindi upp í skrið, 13-18 m/s, av útnyrðingi, ádrigið, ælingur og annars toluligt sýni. Út á dagin minkandi vindur, longri millum ælini og annars gott sýni. Hitin millum 2 og 5 stig. Fríggjanáttina strúkur í vindi upp í skrið, 13-18 m/s, av útsynningi og suðri, ádrigið, regn og bert tolu- ligt eila vánaligt sýni. Hitin upp í 5 stig. Fríssjadagin At byrja við hvassur vind- ur upp í skrið, 15-20 m/s, av vestri, seinni minkandi til millum 13 og 18 m/s, av útsynningi, ádrigið, æling- ur, stundum våtasiettings- eila kavaælingur og annars toluligt sýni. Hitin uml. 3 stig. Leygardagin og. sunnudagin Strúkur í vindi upp í skrið, 13-18 m/s, av útsynningi, men sum frálíður mink- andi til millum gul og strúk í vindi, 8-13 m/s, ádrigið, ælingur og bert toluligt sýni. Hitin millum 2 og 5 stig. Framhald av síðu 11 frá prædikastólinum, so er tað beinleiðis skeivt, tí tá lánini hjá teimum einki virði hava, hava tey tvørt- urímóti fingið ein møgu- leika at fáa eina munagóða sanering. Tann einasti, sum eftir mínum tykki er sloppin upp á fjall, er tann, sum eig- ur meira enn 250.000 kr. innistandandi í Fossbank- anum. Hesir innlánararnir hava mótstríðandi áhuga- mál í mun til sethúsaeigar- arnar. Tess minni sethúsæig- ararnir gjalda, tess minni verður dividendan hjá teim- um, sum eiga meira enn 250.000 kr. Kuratorarnir = umboda m.a. teir innlánarar, sum eiga meira enn 250.000 kr. Tess stórri avskriving verð- ur, tess minni fáa hini. Kuratorarnir skulu royna at fáa mest møguligt inn til búgvið. Nú hava teir bert lántakararnar at samráðast við, og nú fara teir at krevja øll lánini inn, men teir vita, at stórt sæð eingin er førur fyri at gjalda lánini, um teir ikki fáa lån frå øOrum pen- ingastovnum. Eg trúgvi at Sparikassin vil fara inn og royna at jálpa nógvum einstøkum lántak- arum í Fossbankanum, tí hann veit, at hetta er ein hjálp til sjálvhjálp, tá Spari- kassin hevur 1. veðrætt í nærum gllum húsum. Ger Sparikassin hetta, so styrkir hann afturgjaldingarmøgu- leikan av egnum lánum. Tá verður tað lættari hjá Vestfalskyrrindi 11.januar: Tendring 19. januar: Fyrra kvarter/mánin longst frá joórðini Teletax 147 20 sethúsaeigaranum at halda sínar skyldur. Hetta er eisini í tráð við tað eg havi borið fram fyrr í hesi samrøduni um viðurskiftini millum sethúsaeigarar og Spari- kassan sum heild. Fyrrverandi bankamad- urin sigur við Sosialin, at tað uttan iva er skuldar- felagnum hjá Fossbanka- sethúsaeigarunum fyri at takka, at peningastovnarnir hava hildið fingrarnar burt- ur og ikki keypt frá búnum, og hann heldur fram: — Sjálvur haldi eg tað var gleðiligt, at tað loksins var onkur, sum tordi at bjóða bankunum av. Tey, sum hava í hinum peningastovnunum, kunnu tó ikki vænta, at felagið hjá Fossbankanum skal lyfta byrðar fyri tey eisini. Einasta hjálp hjá fólki, sum hava lán í hinum pen- ingastovnunum er, at tey taka seg saman og taka somu manniligu stóðu sum Fossbankafólkini. Stødan er tó ikki so ein- føld hjá teimum, tí teirra banki er ikki farin á heysin. Eftir mínum tykki standa lántakararnir í Fossbankan- um, sum hava tey dýru lán- ini, við sera góðum kortum á hondini mótvegis bústjór- unum. Í veruleikanum er tað ein ynskistøda teir eru í og má ein vóna, at tey standa saman og duga at fáa nakað burtur úr stóðuni. Skrædi í Havn Fyrrverandi bankamaðurin, sum Sosialurin hevur tosað við, ber annars Ótta fyri, at trupulleikarnir í samfelag- num bara gerast stórri og stórri, nú fólkatalið heldur fram við at minka, og fleiri hús fara at standa tóm, og prísurin lækkar tá aftur á teimum. — Eg haldi ikki, at tað er rætt at biðja fólk lata vera við at gjalda. Tí hevur tú tikið eitt lán, so hevur tú skyldu at gjalda tað aftur. Men har fólk ikki hevur pengar at gjalda við má okkurt gerast. Sjálvur meti eg, at Havnin fer at fáa tað størsta knekkið í ár. Tað verður minkandi arbeiði, minni umsetningur íhandlum, åbilverkstødum, allur servicesektorurin fer at minka og gevur tað so aftur minni skatt. Hetta er ein óndur sirkul. Havnin umboðar ein trið- ing av fólkinum og eg eri rættiliga vísur í, at her verð- ur eitt skrædi í ár. Summi vilja gevast við at gjalda heilt, summi bara gjalda til Sparikassan og kanska 2. prioritet eisini og síðani bankunum og Húsa- lánsgrunninum, at tá teir ikki hava funnið út av at strika ella niðurfrysta 3. og 4. prioritet, so gera tey tað sjálvi. Men tann niðurfrysta skuldin hongur framvegis í húsunum, so nógv fólk fara óivað eisini at lata húsini fara á tvingsilssølu fyri at krøkja bankarnar av ognini. — Teir siga, at teir vilja niðurfrysta skuld við at tosa við hvønn einsæris! — Gera teir tað! Eg havi hoyrt, at bankarnir hava 0130 1404 0239 1512 Ææ Lýsingar Lýsingarfólk okkara er ráðgevari hjá fyrtøkum og einstaklingum í lýsingarspurningum. Hetta verður gjørt uttan meirkostnað fyri lýsaran Telefon 11820 - Telefax 147 20 sunnudag n 23. Janu: kl. 16.00 Nógvir góðir vinningar, so sum 10 gåvukort á 500 kr., ræst kjøt og mangt annað - havuðsvinningu rin er eitt veðrakrov frå Gjógv. Drigið verður millum Eykaspælið heldur fram. - — Esmar Thorleif Dahl, Oyri, hevur fingið sveinabræv sum ikki verið til at tosa við fyrr enn fólk eru vorðin so desperat, at tey hava hótt við at gevast at gjalda. Men kanska ein broyting er við at hómast. Peningastovnar og politikarar mugu seta seg saman og finna upp á okk- urt. Tað má ikki koma hartil, at sethúsaeigararnir verða tvingaðir til at boy- kotta peningaskipanina, tí tá verða vit øll taparar. Tað skal viðgangast, at stødan hjá peningastovnun- um ikki er løtt, men eg eri ikki imponeraður av tí ar- beiðshátti, bankaleidslur- nar higartil hava víst, heldur tvørturiméti. Kanska er partur av frágreiðingini av higartil førda politikki frå bæði politikarum og banka- leiðslum, at teir ikki kunnu ímynda sær, at nógvar fa- miljur í dag mugu velja í- millum at keypa klæði ella mat til børnini ella hava ljós og varma í heiminum, tí teir ikki sjálvir hava upplivað slíka neyð. jan 1219 1327 0054 maskinsmiður. Hann lærdi á Skipasmiðju Føroyar á Skála. Lærimeistarar vóru Jóhan Ler- vig og Sylverius Jacobsen. Jonhard Hammar, Syðrugetu, hevur fingið sveinabræv sum grafiskur trykkjari. Hann lærði hjá Estra í Syðrugetu. Læri- meistarar vóru Axel Eystur- stein og Jákup Andrias Joen- sen. Jákup Bech Jensen, Tórshavn, hevur fingið lærubræv í kram- búðaryrkinum. Hann lærdi í Skemmuni í Tórshavn. Læri- meistari var Árni Bech Jensen. Astrid á Dul Matras, Argjum, hevur fingið lærubræv í kram- búðaryrkinum. Hon lærdi hjá BR-Leikur í Tórshavn. Læri- meistarar vóru Jákup á Dul Ja- cobsen, Rita Eldevig og Jón- gerð Larsen. Joan Isaksen, Kvívík, hevur fingið lærubræv í krambúðar- yrkinum. Hon lærdi hjá Thom- as Dam Búnýti, Tórshavn. Lærimeistari var Ingibjørg Hansen. Lisbeth Johansen, Tórshavn, hevur tikið prógv sum byggi- fréðingur. KFUM, Tórshavn Í dag kl. 17.00: Dreingja- fundur.