Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-01-20, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. januar 1994síða 13

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 13 — 20. JANUAR 1994 Síða 13 Tíðindablaðið Bert sambandið vil tingast um ES-limaskap -Valagn, siga hinir flokkarnir -Landsstyrinum verdur å- lagt gjøgnum ríkisstýrið at taka upp samráðingar við ES um treytir fyri møgu- ligum føroyskum lima- skapi. Heita hevur Sambands- flokkurin skotið upp, men uppskotið fekk alt annað enn góða undirtøku á tingi tá málið var fyri týsdagin. -Heilgardering til næsta val. -ES er eitt skrýmsl. -Limaskapur er ikki bert møguligur løtuvinningur men sera vandamikil. -Ein vanlukka fyri før- oysku tjóðina. -Vit frásiga okkum allar møguleikar. -ES fer at krevja ræði á okkara tilfeingi. Hetta var nakað av tí, framsøgumenninir fyri aðrar flokkamir á tingið høvdu at siga um uppskotið frá Sambandsflokkinum. Og til tað segði formaður sambandsfloksins, Ed- mund Joensen, at hetta segði honum so mikið, at eingin tingmaður hevur skilt hvussu álvarslig stød- an í landinum er. æð skriftina vegginum Tað var sambandsformað- urin, sum legði fyri í orðaskiftinum. Hann segði, at Sambandsflokkurin hev- ur sæð skriftina á veggin- um, men so langt eru hinir flokkarnir ikki komnir enn. Edmund Joensen segði, at nyttuleyst er bert at tosa um tættari samstarv við ES. Neyðugt er at tingast um treytir við beinleiðis lima- skapi. Hann legði dent á, at tað var ikki ætlan floksins at fara eftir høvdinum inn í ES, sum hann málbar seg. Men at kanna fyrimunir og vansar. Enda hesar samráð- ingar við góðum úrsliti skal fólkaatkvgðu verða, segði Edmund Joensen, og legði aftrat, at við verandi sam- starvi við ES hava vit bert vansamar og ongar fyri- munir. Valagn Hergeir Nielsen helt sam- bandsuppskotið vera eina heilgardering til næsta val, men hann segði seg ikki skilja uppskotið, tí bert sjålvstødug lond kunnu vera limir. Framsøgumadur tjóðveldisfloksins segði seg vera harðliga ímóti tí- líkum samráðingum um limaskap. -ES er eitt skrýmsl, sum vithavaallaorsøk at rædast, og ikki kunnu vit taka við einum møguligum Jløtu- vinningi og soleiðis tveita alla føroysku tjóðina í ES- feiagsskapin fyri nøkur raspaði fiskafløk, segði Hergeir Nielsen sum helt tað vera betri at fáa eitt enn tættari samband við grannar okkara í Norðuratlantshavi. Mugu Ikki misbrúka okkara vánaligu steðu Eisini Jógvan Sundstein var hart ímóti sambandsupp- skotinum, sum hann kallaði møguligan løtuvinning. -Hetta er stuttskygdur politikkur og sera vanda- mikil. Hetta er lívshættisligt fyri føroysku tjóðina, segði Jógvan Sundstein sum legði aftrat, at vit eiga ikki at misbrúka ta vánaligu stóðu vit eru í á tílíkan hátt. Framsøgumadur fólkaflok- sins vísti eisini á, at júst nú tað gongur álvarsliga aftur á hond í Europa gongur búskaparliga fram á aðra- staðni, og hagar áttu vit heldur at vent okkum í sam- starvi. Missa tilfeingi Bæði Helena Dam á Neystabø og Tummas Arabo ávaraðu móti vand- anum at vit missa alla ávirkan á okkara náttúru- rikidømi gerast vit ES-limir. Bæði mæltu frá at sam- tykkja sambandsuppskotið. Tummas Arabo segði seg ikki ivast í, at fara vit at tala um ES-limaskap, verða tað ikki vit, sum koma at gera av, hvønn fiskivinnupoli- tikk vit vilja fremja. Vilja sleppa undan lja sleppa -Sambandsmenn halda, at teir fáa eitt gott val í heyst Tað kann eisini gott vera, SN men neyvan tora teir heldur tå at taka vid åbyrgd. Undan åbyrgdini sleppa teir, um teir í samband við næstu landsstýrissamráðingar hava krav um ES-limaskap mótvegis ynskinum hjá øllum hinum flokkunum, segði Henrik Old, sum helt endamáiið við uppskotin- um ver: í mangvrera seg undar: áby gd, sum javnað- arting.saðurin tók til. tór.- Tvangsauktion På Dommerkontoret, C. Pløyensgøta 1, 100 Tórshavn, afholdes torsdag den 10. febr. 1994 kl. 10.10 tvangsauktion, (AS 704/93) over matr. nr. 127 Nólsoy beliggende Nólsoy. Auktionen er begæret af advokat Fríða Patursson, Fr. Petersensgøta 9, Tórs- havn, tlf. 1.1145 (j. nr. 930901) på vegne en pant- og udlægshaver. Ejendommen er et beboelseshus på en 500 kvm. stor grund, det bebyggede areal udgør 96 kvm. i 1 etage. Ejendommen kan beses efter aftale med ovennævnte advokat. Auktionsdokumenterne ligger til gen- nemsyn på Dommerkontoret. Færøernes fogedret, den 17.01.94 Mette Søgaard-Nleisen dím. Bert Sambandsflokkurin BERGMENN er fyri tingingum um beinleidis ES-limaskap. Hinir flokkarnir halda uppskotid vera valagn. Mynd: Kalmar dansitónleikur ið dugir tel. 1- 3961