fríggjadagur 21. januar 1994síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Orðaskiftið enn einaferð
KANN vera at lesarar eru við at troytt-
ast av okkara afturvendandi áheitan á
fólk um at luttaka í orðaskiftinum við at
senda BLAÐNUM lesarabrøv, greinar,
sjónarmið osfr. Vit halda hetta vera
neyðugt, tí kanska ongantíð áður í før-
oyskari søgu hevur verið so neyðugt
sum nú at hoyra flest allar meiningar,
ikki bert meiningar hjá teimum ráðandi
men so sanniliga hjá øllum borgarum.
VIT hava gll brúk fyri at loysa upp fyri
øllum tí, sum bylgist innan í okkum í
hesum døgum, har flestu okkara hava
so nógv upp á hjartað. Avgerðir, sum
verða tiknar í hesi tíð, koma at hava
sera stóran týdning fyri komandi tíð,
hóast mong munnu halda, at vit eru bert
brikkar í einum longu tilrættaløgdum
talvi. Nettup tí - um so er - hava vit
skyldu til at siga okkara hugsan - til at
koma við hugskotum til loysnir so ella
so. Tað ringasta, sum kann henda, er,
um vit nú geva skarvin yvir og tigandi
viðganga okkara máttloysi. Tá býðir
HÓAST mistgkini eru mong, sum eru
gjørd av politikarum og mongum gðr-
um, so eiga vit kortini eitt fólk og eitt
land, sum goymir ómetaliga stór virði.
Hesi virði eiga vit ikki at undirmeta, tí
tað tað eru júst tey sum skulu rudda
slóð fyri eini framtíð fyri komandi
ættarlið. Missa vit vónina og trúnna upp
á okkum sjálvi og at tað kann vera
liviligt í hesum landi, so er tað endin.
Júst tí halda vit tað er so
týdningarmikið, at fólk stíga fram og
siga sína hjartans hugsan og harvið
verða við til at evna tær avgerðir, sum
skulu takast komandi tíð.
NÚ BLAÐIÐ kemur út heilar fimm
dagar um vikuna hava fólk ein góðan
møguleika at fáa síni sjónarmið fram og
kunna gera viðmerkingar til dagsins
hendingar dag um dag. Sjálvandi hevur
BLAÐIÐ skyldu til - ikki bert at geva
rúmd fyri hesum orðaskiftinum - men
so sanniliga eisini at eggja til orðaskifti
við uppsøkjandi greinum. Hetta royna
vit at gera eftir førimun og viðganga, at
enn hava vit ikki rokkið á mál. Men nú
BLAÐIÐ er við at koma í eina meiri
trygga legu við eini fimm daga útgávu,
sum støðugt fleiri og fleiri fólk taka
undir við, ber vónandi eisini til at gera
meira við tað redaktionella arbeiðið tvs.
fleiri uppsøkjandi, upplýsandi og dýpd-
arborandi greinar. Tað er júst hesar,
sum skulu vera partur av grundarlagn-
um undir tí livandi, krittiska og positiva
orðaskiftinum.
VIT hava oftani funnist at, at tað eru so
fá fólk í Føroyum, sum luttaka í orða-
skiftinum. Vit hava mett tað vera eina
skyldu hjá ikki minst teimum mongu,
sum hava fingið hollar útbúgvingar og
annars eiga nógvar lívsins royndir, at
vera við til at mynda kjakið. Vit hava
funnist at, at so fáa av okkara sokallaðu
akademikkarum, okkara leiðandi fólki
innan tað almenna, politikarum 0.Ø í so
lítlan mun hava borið fram síni sjón-
armið í málum, sum nettup nema við
teirra fakliga kunnleika. Td. vístu vit á,
tá tjakast varð um stóru vatnorkuút-
byggingina í Eysturoynni, at tað vóru
alt ov fá fólk, sum søgdu sína hugsan
um hesa ovurstóru fløgu - og teirra
millum ikki minst verkfrødingar. Hóast
tað er arbeiði hjá verkfrødingum at
arbeiða við tekniskum loysnum, so má
tað eisini vera teirra ábyrgd at seta
teknisku loysnimar og møguleikar í
samband vid, hvat okkara samfelag ork-
ar og tolir.
VIT hava eisini fylst å, at so fåir av
teimum 32 tingmonnunum í heila tikið
siga fólki, hvat teir meina um týðandi
samfelagsmál. Oftani er tað so, at vit
hoyra ella síggja bert nakað til hesi
fólkavaldu, tá tey skulu til at vísa aftur
onkrum einkisigandi brigsli frá øðrum
tingmonnum. So skjótt sum stórar 1em-
bingar eru í samfelagnum á ein og ann-
an hátt valdar tøgnin. Og mangir av
teimum, sum stíga fram í
orðaskiftinum, misbrúka sess sín til bert
at brúka hann til egið gagn tvs. valagn.
Lat tað vera sagt, at hetta er íkki
galdandi fyri øll tey fólkavaldu, men
sum heild kann sigast, at tey røkja ikki
sína skyldu móti demokratiinum og tí
samfelag tey eru sett at umsita og stýra,
tá tey ongantíð lata fjøldina vita, hvat
tey veruliga og sakliga meina.
TAÐ vit tí sóknast eftir er at fáa eitt
meira livandi og gevandi orðaskifti í
BLAÐNUM. Tað verður sagt, at einki
er so ringt, at tað er ikki gott fyri
okkurt. Og her má sigast, at júst tær
ringu tíðirnar hava fingið nógv fleiri at
tríva í pennin og hevur BLAÐIÐ verið
merkt av einum meira livandi tjaki í
seinastuni við eitt nú eini greinargð hjá
einum studentaskúlalærara. Uttan mun
til um vit eru samdir við honum ella
ikki, so er hetta rætta leiðin.
VIT síggja so eisini, at stórur partur av
orðaskiftinum byggir á gitingar. Hetta
er sjálvandi spell. Men har eru vit bara
noydd til at at viðganga, at:tað sera lítið
kemur út um, hvat er hent og hendir
aftan fyri leiktjóldini. Tí hava leysa-
tíðindi, søgur manna millum og gitingar
góð gróðrarlíkindi. Og hetta sanna
eisini tey fólk, sum hava dagligt yrki í
fjølmiðlunum. Mangan er so ringt at fáa
nakað ftøkiligt at vita, at gitingar verða
brúktar sum kelda. Haraftar kemur tað,
at mong - av Ótta fyri at úttalilsi teirra
skuldu fáa avleiðingar - bert vilja úttala
seg anonymt tvs. ikki at geva upp navn.
Hetta - halda vit - er ikki góður journa-
listikkur, men her má tað so vera upp til
tann einstaka journalistin og til fjøl-
miðlarnar sjálvar at gera av, hvar mark-
ið er og er tað greitt, at hetta má ikki
vera linjan men heldur eindømi. Í
BLAÐNUM hava vit í seinastu havt
samrødu við ein 6nevndan fyrrverandi
bankamann, sum vit halda sakliga og
objektivt hevur lýst nakrar spurningar,
ið vit meta at fólk hevur krav upp á at
fáa meira at vita um. Hetta er ikki gjørt
við tí fyri eygað at spilla nakran út ella
av ótta fyri ikki at skula tora at standa
fyri tí, ið sagt verður. Tað er gjørt fyri
m.a. at birta upp undir uppfylgjandi
orðaskiftið. Vónandi hava vit við eitt nú
hesum samrødum og mongum ødrum
verið við til at kynda í og halda orða-
skiftinum livandi.
Tvangsauktion
På Dommerkontoret, C. Pløyensgøta
1, 100 Tórshavn, afholdes
torsdag den 10. febr. 1994 kl. 14.20
tvangsauktion (AS 520/93) over matr.
nr. 889 as, Tórshavn beliggende J.
Nolsøesgøta 11, Tórshavn.
Auktionen er begæret af advokat Fríða
Patursson, Fr. Petersensgeta 9, Tórs-
havn, tlf. 1.1145 (j. nr. 930634) pá
vegne en pant- og udlægshaver.
Ejendommen er et beboelseshus på
en 388 kvm. stor grund, det bebyggede
areal udgør 78 kvm. i 1 etage.
Ejendommen kan beses efter aftale
med ovennævnte advokat.
Auktionsdokumenterne ligger til gen-
nemsyn på Dommerkontoret.
Færøernes fogedret, den 18.01.94
Mette Søgaard-Nielsen
dím.
Tvangsauktion
På Dommerkontoret, C. Pløyensgøta
1, 100 Tórshavn, afholdes
torsdag den 10. febr. 1994 kl. 13.50
tvangsauktion, (AS 502/93) over matr.
nr. 1365 n, Tórshavn, beliggende
Brobbersgeta 10, Tórshavn.
Auktionen er begæret af advokat Fríða
Patursson, Fr. Petersensgeta 9, Tórs-
havn, tlf. 1.1145 (j. nr. 930652) pá
vegne en pant- og udlægshaver
Ejendommen er et beboelseshus på
en 500 kvm. stor grund, det bebyggede
areal udgør 96 kvm. i 2 etager.
Ejendommen kan beses efter aftale
med ovennævnte advokat.
Auktionsdokumenterne ligger til gen-
nemsyn på Dommerkontoret.
Færøernes fogedret, den 18.01.94
Mette Søgaard-Nielsen
dím.
Tvangsauktion
På Dommerkontoret, C. Pløyensgøta
1, 100 Tórshavn, afholdes
torsdag den 10. febr. 1994 kl. 14.30
tvangsauktion, (AS 525/93) over matr.
nr. 47 p, Søldarfjørdur beliggende
Søldarfjørdur.
Auktionen er begæret af advokat Frida
Patursson, Fr. Petersensgøta 9, Tórs-
havn, tlf. 1.1145 (j. nr. 930656) på
vegne en pant- og udlægshaver.
Ejendommen er et beboelseshus på
en 653 kvm. stor grund, det bebyggede
areal udgør 104 kvm. i 1 etage.
Ejendommen kan beses efter aftale
med ovennævnte advokat.
Auktionsdokumenterne ligger til gen-
nemsyn på Dommerkontoret.
Færøernes fogedret, den 18.01.94
Mette Søgaard-Nielsen
dím.