týsdagur 25. januar 1994síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Dómadagstalur
FÁUR her á landi man ivast í, hvussu
stórir trupulleikarnir eru, sum Føroyar
hava at dragast við. At vit eru ósamd
um, hvussu vit skulu loysa hesar trup-
ulleikar og fáa samfelagshjólini í gongd
aftur er fult út skiljandi. Eisini at
andstødan á tingi hevur aðrar meiningar
enn sitandi samgonga er til at skilja,
men tað vit hava brúk fyri eru upp-
byggjandi alternativ heldur enn dóma-
dagsrødur. At tað eru krittiskar og
realistiskar røddir frammi, sum ávara
um vandar fyri framman og at vit mugu
fyrireika okkum at forða hesum
vandum ella minka um avleiðingarnar
av teimum, er eisini rætt og gott.
MEN vit hava ikki brúk fyri dóma-
dagstalum av tí slagnum, sum fólka-
flokstingmaðurin Olaf Olsen bar fram í
Fimmaranum seinasta mikudag og sum
fyri so vítt bert er eitt ekko av tí, sum
hann fleiri ferðir áður hevur ført fram
Hesin vinnulívsmaður og politikarin átti
at vitað betur: at tú vinnur einki við at
fyrigykla fólki bara tað ringasta av tí
ringa og trútta niður í tey, at einki
hjálpir, einki er at gera, tað gongur bara
tann eina vegin. Vit hava hoyrt nokk av
hasum dómadagstalunum Olaf Olsen og
fara at biðja teg um at vera meira kon-
struktivan og uppbyggjandi, ja at lata
koma til sjóndar aftur áhuga tín fyri
vinnulívsprojektum, sum kunnu skapa
arbeiði og inntøkur til landið. Hóast
ósamd við mong, so meta vit, at tú sum
vinnulívsmaður og politikari hevur stórt
innlit og hevur víst stóran áhuga fyri at
fáa nakað í gongd her á landi, og tað
eigur eingin at undirmeta. Júst tá er tað
so spell at tú skal brúka talutíð tína til at
VALUTAKURSIR
síðsta mán.
24.01.94
ræða við - fyri - soleiðis sær tað út til -
at tú og flokkur tín kunnu heysta ein
vinning til eitt komandi val. Hetia er
tær til lítlan sóma.
TÍ hvat er tað tit í fólkaflokkinum siga
og gera í hesum døgum. Tak Svend
Ága Ellefsen, ein snakkimaskina av eini
aðrari verð, sum í flestu rødum og
greinum sínum roynir at spæla hund og
gera gjøldur burtur úr sínum m6tstødu-
monnum og har bert talar fyri málum,
sum eru ætlað at geva sær sjálvum ein
vágapolitiskan vinning. Tak John Pet-
ersen, sum bara manglar boksihansk-
arnar, tá hann er frammi á rgðara-
pallinum ella í tjaki við vanliga mannin.
Høvudsfiggindin hjá hesum monnum
eru kommunistar og brúka teir við eitt
hvort høvi sosialistiska skrímslið hjá
partamanninum Óla Breckmann sum
grundarlag fyri sínum ósakligu og tend
ensigsu álopum á serstakliga javnað-
arfólk. Hetta eru menninir, sum í dag
skulu mynda andstøduna á tingi.
HESIR MENN, ið við her hava nevnt,
hava í dag eittans endamál. Tað er - og
tað hava teir sjálvandi rætt til í andstøðu
- at fortelja fólki, at javnaðarflokkurin
er við at koyra samfelagið á heysin. Tað
taka javnaðarfólk lætt, men minni lætt
taka tey, tá fólkafloksmenn royna at
taka sjálva lívsvónina frá tí vanliga
fólkinum, við at borðreiða fyri teimum
allar hugsandi rædusøgur og myndir.
Og her hevur tann annars sidiligi í orð
og tal Olaf Olsen gingið á odda við at
endurtaka d6madagsrødur sínar nú
seinast í Fimmaranum.
SJÁLVANDI skal tú vera realistiskur
og siga sum er. Men tað er ikki hetta tú
ger Olaf Olsen, tá tú leverarar eina
dómadagstalu fyri og aðra eftir. Ein ill-
gitir teg fyri at gera hetta við komandi
vali fyri eygað, og tá er tað ikki so lítið
ábyrgdarleyst, tí stødan í Føroyum er
vissuliga so álvarslig, at vit hava ikki
ráð at brúka kreftir til at mana fram
skrímsl og tað sum verri er. Tað er júst
hetta tit gera. Tit siga so flott, at javn-
aðarflokkurin hevur skyldina av stød-
uni, tí hann góðtók Fiskavirking, og nú
fleiri av virkjunum eru stongd, so er tað
javnaðarflokkurin, sum tískil hevur
skyldina. Hatta er ov bíligt. Halda tit
veruliga, at tað hevði sæð gørvísi út við
arbeiði úti kring landið, um tit fingu
tykkara vilja og øll virkini vórðu
sanerað hvørt sær! Nú at geva javnað-
arflokkinum skyldina fyri at øll virkini
ikki eru opin og arbeiða fisk er ikki
bara ov bíligt, tað er ein lygn. At tað er
ov lítið til at fiski til øll virkini er ein
sannroynd. Tí er so lítið arbeiði. Og at
tað eru kreditfeløgini, sum avgera,
hvussu skuldi sanerast, fáa vit heldur
TAÐ tænir ongum endamáli - enn at
verða agn til komandi val - tá fólka-
floksmenn sláa upp á junglutrumm-
urnar, dansa krígsdans og geyla út eina
dómadagstalu fyri og aðra eftir. Líka so
lítið sum tá fremstu ideologar sam-
bandsfloksins fara í sambandsblaðið og
royna at skava út yvir syndir sínar, har
ein teirra er nógv hálovaða vatnorku-
útbygging teirra, sum - um sam-
bandsflokkurin hevði makt sum hann
hevði akt - í dag hevði kostað føroyska
samfelagnum so nógvar pengar, at
henda milliardaskuldin hevði komið at
tyngt - ikki bert SEV - men komm-
unurnar og í síðsta enda landið - tí tá
Lesarabrøv
hevði hon verið av dinosaurusdim-
ensiónum og at sammeta við tað stóra
“smertisbarnið" IRF sum eina mús móti
einum elefanti. Nú tá sambandið og
fólkaflokkurin tykjast vilja bjóða javn-
aðarflokkinum av og royna at brúka bíl-
igar metodur og ræðumyndir til tess at
vinna honum neisir, so skulu teir so
sanniliga fáa svar upp á tiltalu. Vit eru
til dystin fús, men tað verður ikki upp á
teirra premissur - tað verður við einum
uppbyggjandi og frameftirlítandi sikti
fyri eygað. Og til tess er so eisini neyð-
ugt av og á at draga fram gamlar syndir,
soleiðis at vit skilja, hvør dupultmoralur
veruliga býr undir nógvum av teimum
álopunum frá bæði sambandi og
fólkaflokki. Og her hava so SEV og
Hitafelagið verið nevnd sum tvey dømi.
Haraftrat koma nú dómadagstralur
fólkafloksins, sum bara kunnu virka
oyðileggjandi og í ringasta føri hava við
sær, at fólk heilt missir alla vón, blakar
frå sær og fer av landinum. Tá áttu tit
heldur at lurtað eftir komandi for-
manninum í nýggja stórabankanum,
sum mælir til at fara hóvliga fram men
at brúka orku og evni til at effektivisera
framleiðslu, umsiting, sølu heldur enn
at royna at hála kaninir úr hattinum so
sum lønarlækking sum einastu og bestu
bjarging og patentloysn. Latið tað tó
ikki vera nakra misskiljing: tað finnast
so sanniliga mangir góðir sambands- og
fólkafloksmenn. Tað er tó spell, at
mangt av tí vit hoyra og lesa frá hesum
báðum flokkum í dag í alt ov stóran
mun hevur til endamál at seta kílar í hjá
ødrum heldur enn at medvirka til at
loysa kreppuna.
på I
Sø
F
á
«
Pika-sjey um 14 tingmenn ikki
blivu hålir av pikamanninum
enn gjarna síggja, at BUS-
Dollari
Pund
Markur
Króna
Króna
673, 65
997, 14
390, 07
81, 22
89, 976
681,05
1015,58
388,35
84,32
90, 33
Var so fegin um nýggju píka- nov. 1994, stevna teir, koma P.S. Petur, lat teir ikki leggja
Frankur 114,35 114, 83 dekkini, eg hevdi fingið 5. jan- | COM-bilettmaskinumar, ið teir til at koyra (it av f hesum píkatráðum tinar friu hugsanir!
Frankur 18,649 18, 762 uar. Klokkan var farin av hann fekk til landid á sinnið - målinum f stríðnum ímóti Pika-
Frankur 4877 — 450,73 —| som ege dede, Ad
Gyllin 346,54 348, 52 lurtaði = samstundis eftir Heilsan
Liri 0,3988 0, 3945 »Fimmaranum«. Nå knapp- H.Á. Simonsen,
Finnland = Markur — 119,91" 116,85 liga gingir inrtari inn, ib ervid — Hjóttanir og spenningur ein av teimum 5-tåsund!
island Króna 9.25 9 38 síni fullu fimm, NEI píkarill... Tað hevur ikki givið píka-Pet-
, ; er tað ikki? — jú tað er! Petur = uri kaldar føtur, at hóttanimar NaN
Eysturríki
Spania
Skillingur 55,253
Pesetas 4,757
55, 476
4, 737
Hermansen er á tráðnum og
gevur 5 góð ráð til teir 14, ið eru
hava ligið líka úr Økrum til
Viðareiðis. Nú bíða vit øll í
Escudos 3,857 3, 833 tingmenn uttan fyri negingkið | spenningi um steelguitar-spæl-
Dollari 519,41 — 504,15 og Eem Tertdsnd me is: sm AA fundir í Havn
… 1 -
Yen 6.0819 6 0282 Hjá honum, ið fær ferðapen- handskum. Nå nytist ongum at | Mánadag: Upplstova, kl. 20.00
í Pund 972,61 954, 02 ing, eru hesi 5 góðu ráð dýr, og = keða seg um borð á strand- Týsdag: Háskúlin, kl. 20.00
Grikkaland Drakmur > 2,710 2,717 tykjast tey at hava koyrt salt á fer8sluskipunum. Tað verða Mikudag: Vaskaríið í Tórsgætu 5, kl. 20.00
vegin … øh salt í sárið hjá nógv spent fólk við glødandi (sporafundur)
Kelda: Feroya Sparikassi hesum 14 fergumonnunum … — €Ygum, og vóna øll hesi at fáa Fríggjadag: Vaskaríið í Tórsgetu 5, kl. 20.00
øh 14 tingmonnum. Teir eru í €Yga á tingmann, ið letur 70 kr. Uppistova, kl. 22.30
ødini, strandferðslustjórin Gl! bilett-uppkrevjaran, ið Leygardag: Uppistova, kl. 17.00 og kl. 22.30
Eyðkvæmislinjan
svarar alt samdegrið á tif. 18820.
= Mikudagar kl. 19.00-21.00 fæst persénlig ráð-
geving og serligir spurningar verða svaraðir.
leggur dýran við, at hesi dýru
góðu ráð hava einki uppá seg —
og píkasjey um teir fjúrtan ikki
heita á løgtingsformannin um
at stevna Píka-Peturi! Løg-
tingsformaðurin ynskir ikki at
gerast triði partur í hesum mál-
inum — hann vil uttan í va heldur
gongur framvið. Petur Her-
mansen hevur ið hvussu er
kapasitetin og fasilitetirnar at
bjóða hesum 14 ein biltúr og
biðja teir »køla seg niður!e
Teir 14 hava allir heitan ting-
sess, men hver veit — møguliga
gerst stólurin ov heitur tann 8.
Týsdag:
Hósdag:
Sunnudag: Uppistova, kl. 11.00 og kl. 17.00
(opin fundur)
Al-Anon fundir í Havn
Vaskaríið í Tórsgetu 5, kl. 21.00
Vaskaríið í Tórsgetu 5, kl. 21.00