Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-01-25, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. januar 1994síða 4

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 16 — 25. JANUAR 1994 - tað bøtir um raksturin hjá Atlantic. Tað loysir seg ikki at skipa tollfría sólu á flogvøllinum, sigur landsstýrið Vit fáa neyvan tollfria sølu á flogvøllinum í Vágum. Hetta skilst á einum svari frá Signari á Brúnni, landsstýrimanni í ferða- málum, til ein fyrispurning frá fyrrverandi starvsfelaga hansara, Svend Aage Ellef- Svend Aage Ellefsen spurdi Signar á Brúnni hvussu gekst við málinum at víðka farstødina í Vág- um, soleiðis at rúmd eisini fekst fyri tollfriari sølu har. Signar á Brúnni sigur, at so skjótt hetta landsstýri varð valt, fór tað undir at kanna, hvussu vorðið var við utbyggingarmøguleik- unum av farstødini í Våg- um. Men eftir at hava fingid at vita frá donsku loft- ferðslustjórnini hvussu mikið skuldi gjaldast í leigu av teimum hølum, sum vóru roknað til tollfría sølu, fekk málið aðra vend. Tað gjørd- ist alt ov dýrt. Utreidslurnar í samband við at selja tollfríar verur á farstødini eru nógv størri enn umborð á flogfarinum, og tað vildi gingið út yvir vinningin hjá føroyska flogfelagnum. Og tað er landsstýrið íkki sinnað til. Statens Luftfartsvæsen vil hava sinar pengar aftur i leigu áðrenn 1999, tå ES- reglur um tollfria sølu koma í gildi. Helst fara hesar reglur eisini at raka okkum, og tá er ikki longur loyvt at selja tollfríar verur á tílíkan hátt. Signar á Brúnni leggur tó aftrat, at enn er endalig stóðu ikki tikin til, at málið um tollfría sólu á farstødini í Vágum verður til nakað ella ikki. tór.- Neyvan verður tollfrí sela á landjørðini ikki til nakað í Føroyum, so hon fer ivaleyst framvegis fram í luftini. Savnsmynd: Kalmar Tíðindablaðið (SFI Miðbýarhandlarnir tala at: Bankarnir oyða midbyin Handlarnir i midbynum i Havn kenna seg illa við- farnar av bankunum. Bert handlar uttan fyri miðbýin, verða saneraðir og tað merkir avlagaða kapping, siga miðbýar- handtarnir 45 handlar í miðbýnum í Havn hava nú vent sær til landsstýrið við einum fyri- spurningi. Teir spyrja, um landsstýrið als ikki er ført fyri at halda eyguni við hvat bankarnir gera. Miðbýarhandlarnir siga seg vera ógvuliga illa við- farnar av bankunum, sum nú eru farnir at fremja kapp- ingaravlagandi virksemi í- móti handlunum. Handlar- nir siga, at bankarnir nú eru fambir at sanera handlar í sekundervinnuni, men ikki teir í miðbýnum. Í skrivin- um tl landsstýrið vísa handlarnir á, at tíðindi ganga um, at ein málinga- handil er saneraður fyri útvið 90 milliónir, SMS er undir sanering, ein frisørur, sum eisini rekur handil í SMS, er eisini sloppin upp í part í saneringini, og har- aftrat er ein møbilhandil á Hálsi undir sanering. Handlarnir í miðbýnum vísa samstundis á, at hetta verður gjørt meðan teir í miðbýnum ongar sømdir hava fingið frá bankunum, men fleiri teirra eru tvung- nir til at lata aftur ella fara á húsagang. -Vit kunnu ikki halda annað, enn at bankarnir við hesum tiltaki eru farnir undir eina miðvísa oyðing av miðbýnum, tí tær saner- aðu fyritøkurnar fáa nú allan møguleika til av- lagandi kapping, hjálptir av skattakrónum, siga mið- býarhandlarnir í skrivinum til landsstýrið. tór.- Miðbýarhandlarnir í Havn mótmæla, at bert fyritøkur uttan fyri miðbýðin fáa skuldarsanering. Mynd: Kalmar