Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-01-25, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. januar 1994síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 Nr. 16 — 25. JANUAR 1994 Tíðindablaðið ítró etur Mistu kalvan dygst undir borðinum... Týsku millionirnar Ikki hendanvegin EM lutakastið var figgjarliga vánaligt fyri Fótbóltsamband Før- oya, sum má leggja nógva orku í at fáa luttókuna at hanga saman Blóðtrýstið mundi hækka skjótt hjá mongum teirra, sum leygardagin fylgdu við, tá UEFA kastaði lut um, hvussu bólkarnir skuldu setast saman í und- ankappingini til EM enda- spælið í Onglandi í 1996. Ynskimótstóðuliðið hjá Føroyum úr fyrsta flokki var Týskaland, og sum leik- ur fór, og liðini úr fyrsta flokki eitt fyri og annað eftir komu úr trumluni og vórðu sett á breddarnar, so øktust sannlíkindini fyri, at ynski- liðið skuldi enda ovast í bólki átta, har Føroyar vóru settar á fimta plássið. Trupulleikin var bara tann, at sannlíkindini fyri at fáa mest óynskta landið í okkara bólk øktust eisini. Eina staðni millum fýra og fimm milliónir vóru upp á spæl, tá FSF umboðini í Manchester og føroyingar frammanfyri sjónvørp og útvarpstól kring landið hildu ondini, meðan næst- seinasta kúlan bóltaði úr trumluni. Kom Rusland út, áttu vit Týskaland og kundu sleppa allari figgjarligari bivanini, ið hevur hingid yvir EM luttøkuni seinasta årid. Men Tyskland kom í bólk sjey, og so er Rusland høv- udsmåtstødulidid i okkara bólki. Hatta var, so segði maðurin, sum at draga kalva og missa hann dygst undir borðinum og hjálpar- leysur standa og hyggja at og síggja hann fara sum eitt segl niður í blådypid Stórveldið Tyskar sjónvarpsrásir høvdu langt undan lutakast- inum givið til kennar, at tær vóru til reiðar at gjalda einar fimm milliónir til FSF fyri at fáa rættindini at sjón- varpa av Svangaskarði, um Týskland kom í bólk saman vid Føroyum. Landið er við sínum meiri enn 80 millión- um hitt fólkaríkasta í Eu- ropa — tá sæð verður burtur frá Ruslandi! — og hóast tað vinnuliga ikki hevur gingið so væl hesi seinastu árini, sum frammanundan at Eysturtýskland kom aftur- at, so er eingin ivi um, at Tyskland er høvudsmotor- urin í Europa. At talan er um heims- meistararnar í fótbólti frá endaspælinum í Italia í 1990, sum í summar skulu verja heitið í USA, ger neyvan áhugan minni, og sjónv irnar, sum hava veittra fyri nøsini á Torleif Sigurðsson við fleiri milliéna DM upphædd, hava ivaleyst verið sann- førdar i, at peningurin væl og virdiliga fór at koma inn aftur f sølu av reklamum kring vøllin á Svangskardi og við sølu av sjónvarps- lýsingum, sum verða sendar í sambandi við dystin. Ruðuleikin Nú er týski áhugin snar- aður aðrar vegir, og vit noyðast at hyggja langt eftir týsku markunum. Í staðin fingu vit Rusland í okkara bólk. Landið ekur á knøun um á so at siga øllum øk um. Politiska skipanin er so ótrygg. at tað neyvan er nakar, sum við serliga stór ari sannføring kann spáa um, hvussu stýrið verður, tá vit í heyst ella komandi ár skulu til Moskva. Og bú- skaparliga er talan um vøtt aftur ímóti Týskalandi. Rublarnir, ið kunnu fáast í sambandi við dystin móti teimum, munnu vera fáir, og gongur, sum tað hevur gingið síðstu tíðina, so verður virðið á teimum tá nógv lægri, enn tað er í dag Sum steinur oman á byrðu er tað eingin loyna, at umsitingarliga krevur tað nógv meiri at samskifta við eystureuropeisku londini enn tey vestanfyri. Vit nýt- ast ikki at fara longur aftur enn til Europa cup dystin hjá HB í heyst fyri at finna undandømi! Giottarnir Á inntøku síðuni var luta- kastið svørt óeydna. Lond- ini í flokki eitt, sum kundu givið pengar, fingu vit ikki, og vit fingu heldur ikki londini í flokki tvey, sum kundu fingið tað at fløda í FSFkassanum — td. Spania. Men treyðugt so, okkurt er at gleða seg um. Geograf- iskt og politiskt kundi tað verðið nógv ólagaligari. Í staðin fyri ófriðarligu lond- ini langt eysturi og suðuri í Europa komu San Marino, Grikkaland, Finland og Skotland í okkara bólk sam- an við Ruslandi, og hóast vit kundu fingið mótstóðutjóð ir, sum bóru fleiri inntøkur við sær, so er hetta fíggjar liga ikki av leið. Men ú síggja vit framvegis burtu: frá kalvanum, sum fíggjar liga næstan er alfa og omeg: (fyri at vera í gríska heim mum ) Ferðingin ul útlondin verður ódýrari, enn hor kundi verðið, og umsiting arliga verður tað hópin lætt ari at leggja til rættis saman við Skotlandi, Finlandi, Grikkalandi og SanMarino, enn tey hevði verið at sam starvað við Georgia og onn ur lond av tí slagnum. |