fríggjadagur 28. januar 1994síða 17
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið [ sosialurin ] Nr. 19 — 28. JANUAR 1994 Síða 17
—
Føroyska landsliðið fær nýggjan venjara — helst útlendskan — og nógv bendir á, at partur av venjingunum verður uttan-
lands. Tá er minni, sum órógvar, og meira fæst burtur úr venjingini
Mynd: Hilmar Jan
Landsliðið fer at
venja uttanlands
Umframt at Fótbóltssambandið hevur funnið ein áhugaðan, út-
lendskan venjara, ið samráðast skal við um at venja landsliðið,
verður eisini umhugsað, hvussu venjingin skal leggjast til rættis
Líkt er til, at fyrireikingarn-
ar til EM-undankappingina
í fótbólti fara at hava við
sær fleiri forvitnisligar og
rættilig avgjørdar broyting-
ar, tá talan er um føroyskan
landsliðsfótbólt.
Í fyrsta umfari leitar FSF
við ljós og lykt eftir einum
nýggjum landsliðsvenjara.
Longu áðrenn HM-undan-
kappingin var liðug, takk-
aði fyrrverandi venjarin,
Páll Guðlaugsson, fyri seg,
og teir báðir, ið stjórnaðu
liðnum síðsta HM-dystin,
Johan Nielsen og Jógvan
Norðbúð, hava lið í lands-
kappingini, sum teir hava
ábyrgdina av.
— [løtuni trúgvi eg ikki, at
vit hava nakran venjara her
heima á klettunum, ið kann
taka sær av landsliðnum.
Teir, ið kanska kundu kom-
ið upp á tal, eru allir longu
knýttir at feløgum, so her er
einki at heinta, sigur Torleif
Sigurðsson, FSF-formaður,
við Tíðindablaðið Sosialin.
Sambandi við út-
lendskan venjara
— Hetta hevur fingið okk-
um at venda eygunum út-
eftir, og vithava í hvussu er í
fyrsta umfari verið so hepn-
ir, at vit hava fingið sam-
band við ein rímiliga kend-
an útlendskan venjara, ið
tykist vera sera áhugaður at
koma hendanvegin fyri at
taka sær av landsliðnum.
Hver er hesin útlendski
venjarin, tit hava havt sam-
band við?
— Nú er tað soleiðis, at vit
hava lovað honum, at vit
ikki skulu fara út við, hver
hann er ,tí tað hóskar honum
best í núverandi stóðu hans-
ara. Men eg kann siga, at
talan er um ein royndan
mann, vit hava fatur í.
Torleif Sigurðsson sigur,
at ætlanin er — um sjálvandi
alt gongur sum tað skal — at
útlendski venjarin fram-
vegis fer at búgva, har hann
nú býr, men at hann so av og
á kemur til Føroya.
Uttøkunevnd skal
finna spælararnar
— Hetta kann sjálvandi
gera tað eitt sindur torført
hjá honum at hava ein følara
vid, hvørjar spælarar, hann
skal hava á landsliðnum, tå
hann ikki hevur so nógvar
meguleikar at hyggja at,
hvussu spælararnir klára
seg í heimligu kappingini,
sigur FSF-formaðurin.
— Men vit hava í hyggju at
seta eina åttøkunevnd við
eitt nú nøkrum av okkara
royndu venjarum, ið skulu
taka út 25 spælarar í fyrsta
umfari. So kunnu broyting-
ar koma seinni, um venjarin
hevur hug at brúka aðrar
spælarar.
Torleif Sigurðsson bæði
væntar og vónar, at tað at
hava ein útlendskan venjara
á ymsan hátt kann hava eina
positiva ávirkan á føroysk-
an fótbólt — allur gagnligur
íblástur uttan úr heimi kann
jú bert koma væl við.
Ein onnur broyting, ið 6-
ivað fer at fylgja við hesum,
er at spælararnir kanska
heldur fara av landinum, tá
teir skulu venja — eitt nú til
Danmarkar, har FSF hevur
fleiri møguleikar í at velja
um Keypmannahavnarleið-
ina.
Torleif Sigurðsson sigur,
at tað er ov nógv, ið órógv-
ar, tá landsliðið er saman í
Føroyum, so tí verður um-
hugsað, um tað ikki hevði
verið frægast, um landsliðið
vandi burturi, har øll tíðin
fór til at vera saman í friði og
náðum — uttan eitt ótal av
telefonuppringingum og al-
skyns grindum, ið skulu
gerast.
— Niðri eiga vit eisini
onkrar spælarar, ið hava
klárað seg so mikið væl, at
teir uttan iva kundu komið
upp á tal á landsliðnum, um-
framt teir spælarar, vit nú
fáa fatur á her heima, sigur
Torleif.
ganga spakullga
Viðvíkjandi sponsorsam-
ráðingunum sigur FSF-for-
maðurin, at heldur spaku-
liga gongur, men at arbeitt
verður við ymsum møgu-
málið júst nú hevur so øgi-
ligan skund, tí tað verður
helst ikki fyrr enn eftir
summarsteðgin, at talan av
álvara verður um, at lands-
liðið skal spæla dystir í EM-
undankappingini.
Sum skilist hevur FSF tó
tørv á fittligari peninga-
rúgvu, nú alt skal fáast upp á
pláss. Bara útlendski venj-
arin, ið ætlanin er at fáa
hendur á, skal helst hava
einar 2-300.000 krónur fyri
ómakin — talan er nevniliga
um ein venjara, ið er vanur
at fáa rættiliga góða løn fyri
sítt arbeiði.
Fáa áskoðarar við
Annars arbeiðir Fótbólts-
sambandið í løtuni við at
fyrireika seg til samráðing-
arnar um, nær teir ymsu
dystirnir skulu liggja, og við
hesum í huga verður eitt nú
arbeitt við at útvega ferða-
møguleikar, so tað til eitt nú
dystirnar móti skotum skal
verða gjørligt at útvega før-
ingum møguleikan at fara
gjørt, so gjørligt verður at
fara við einari »føroyskari
kvlonnu< til Finlands.
Taðersjálvandi altíð huga-
ligari at spæla, tá heimlig
>herróp< hoyrast... bj
| Svimjisamband Føroya
Venjara-
vitjan
| Svimjivenjari av Jersey kemur
at venja føroyskar svimjarar og
at hava venjaraskeid
Friggjadagin 25. februar
kemur svimjivenjarin Tra-
vor Gudson av Jersey til
Føroya á vitjan hjá Svimji-
sambandi Føroya.
Hesar tríggjur dagamar
fer Travor Gudson at hava
venjingar við føroyskum
svimjarum, umframt at eis-
ini venjaraskeid er sett &
| skránna, meðan hann vitjar.
| Venjari Jersey
; síðstu deler
Trevor Gudson var venj-
ari hjá Jersey á Oyggjaleik-
unum á Isle of Wight í fjør,
| tá Jersey gjørðist fremsta
| svimjitjóðin.
Í tíðindaskrivi frá Svimji-
sagt, at viðurskiftini á Jers-
ey at svimja eru eitt sindur
óvanlig, tí har eru bert tvey
feløg, ið bæði venja í somu
svimjihøll, har tey í part
hava tríggjar geilir. Tí ger-
anna ímillum heilt serlig.
Meðan Trevor Gudson er
á vitjan í Føroyum, heldur |
hann eisini almennan fyri-
lestur um Jersey, har serlig-
ur dentur verður lagdur á
fyrireikingarnar til Oyggja-
leikirnar í 1997, tá Jersey er
vertur.
Trevor Gudson vitjar til
sunnudagin 27. februar.
Tvangsauktion
På Dommerkontoret, C. Pløyensgøta
1, 100 Tórshavn, afholdes
torsdag den 17. febr. 1994 kl. 14.00
tvangsauktion, (AS 732/93) over matr.
nr.449b, Tórshavn, tilhørende P/F De-
mich, beliggende Tinghusvegur 40,
Tørshavn.
Auktionen er begæret af advokat Páll
Nielsen, Hoyviksvegur 27, Tórshavn,
tlf. 1.2171 (j. nr. 673(93.001) på vegne
en pant- og udlægshaver
Ejendommen er en erhvervsejendom
på en 785 kvm. stor grund, det bebygg-
ede areal udgør 330 kvm. i 3 etager.
Ejendommen kan beses efter aftale
med ovennævnte advokat.
Auktionsdokumenterne ligger til gen-
nemsyn på Dommerkontoret.
Færøernes fogedret, den 24.01.94
Mette Søgaard-Nielsen