Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-01-29, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. januar 1994síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

. es: . Yvirbjóðing VIÐ bit og slit fekst uppskot um »loysn« fyri kreppuraktu arbeiðs- loysistryggingina. Heilivágurin gjørdist at stytta tíðina, fólk kundu fáa nakað úr henni. SAMSTUNDIS, sum ikki ber til at lívga bara toluliga um tey, ið ringast eru fyri, regna andsteðuuppskot á tingi um alt millum himmal og jørd, alt samalt uppskot, ið kosta hóp av peningi, uppskot, sum í flestu førum sjálvt ikki uppskotsstillararnir trúgva uppá. VAL skal vera, so um ræður at gera um seg onkusvegna. At so eingin álvari er í tykist gera minni. VITLEYSU uppskotini øll, sum gamani høvdu gjørt tað bæði lættari og stuttligari at liva hjå teimum »veljarab6lkum«, tey eru ætlað at kitla, skulu ikki verða nevnd her. Bert, at tey ikki høvdu sæð dagsins ljós, var stjórnarábyrgdin teirra, ið við teimum koma. SJÁLVSAGT er »nyhugsan« altíð av tí góða. Men satt at siga er lítið ori- ginalt í tí, at billa heiðurligum før- oyingum inn, at alt ber til. Hetta í eini tíð so vánaligari til vinnu, sum bert tey heilt tilkomnu og eldru minnast. NÝTILIGA uppskrift um, hvussu vit kunnu koma víðari vinnuliga, hava vit so onga enn fingið frá and- støduni. Gamaní hevur gram] verið um, at bjargingin hevði verið lønar- niðurskurður og so bara latið staðið til og sovið víðari. Men tíbetur, held- ur ikki hesum uppskoti teirra trúgva føroyingar ÁLVARIN, tjóðin livir undir í hesum døgum, er so, at tað hóast alt millum veljararnar neyvan man fara at vignast við slíkum uppskotum einsamøllum. Veljarin veit nú betur enn nakrantíð, at ongar lættisoppa- loysnir finnast, at kaninirnar, borg- arligu andstøduflokkarnir so kátir kappdraga upp úr hattunum, als ikki eru ætlaðar at koma teimum til góða, vita allir sum ein, at talan enn einaferð er um tað bera valflesk — smyrsl til enn einaferð at sleppa sær sjálvum inn aftur í hitan at gnaga nøkur feit bein. So leys av dagsins veruleika, fólksins trupulleikum, kann við okkara besta vilja einki av hesum útreiðslukrevjandi uppskot- um sigast at hava annað endamál. KASTAÐ hevur verið javnaðar- flokkinum fyri, at hann til seinasta val var gávumildur við lyftum. Men minnast vit boðini og lyftini, minn- ast vit eisini, at hann ikki lovaði lættar, sum búskaparliga íkki kundu haldast, lovaði ikki gull og grønar skógir bert fyri at gera tað, men at hann við teirri nýhugsan, stødan og tíðin kravdu, vildi herða enn meira politikk sín um at fáa vinnuhjólini í gongd aftur, tómu hendurnar í arbeiði. EINGIN sannar við størri sorg enn javnaðarflokkurin, at hetta íkki gjørdist tann veruleiki, hann so tíð- um áður hevur megnað at framt. Men hagani og til hjá einari so ovur- populistiskari andstæðu at halda, at hon fyri tað skal verða tíkin meira fyri fult enn til seinasta val, er í so bláoygt. JAVNADARFLOKKURIN fær toyggið. Einki legið í hesm, tí hann vit elska tukta vit, og tað ber nú ikki til at kenna rættuligt vónbrot, vóru ongar vónir. ALLAR kringumsteður vóru ímóti, eisini tær, borgarligu flokkarnir við teirra »fyrstuhonds-vitan« um eitt nú ta óféru megina hjá bankunum, teir so seint sum undan seinasta vali, reypaðu av. MEN vónina mugu vit hava og lívga fyri tað. Hetta gerst saktans uttan at billa vaksnum fólki inn alt millum himmal og jørð, sum fyri tað fyrsta eingin samfelagsbetandi meining er vid, og sum rúm ikki er fyri sum er. ÉT Enn kann meira sparast í umsitingini hjá Klaksvíkar Kommunu! Lítið hugaligt var tað hjá okk- um klaksvíksborgarum at lesa baksíðuna av Sosialinum leyg- ardagin 22. jan. 94, hvar tað stóð, at øll timalønt hjá Klaks- víkar Kommunu vóru upp- ségd, men hvat annað var væntandi, soleiðis sum oyst varð út við pengum í 80-árun- um? Hugsið tykkum hvussu alt liggur í dag: Helnabrekka, Miðbýurin, ídnaðargkið við Borðoyarvík, syndarligt at síggja, men nú skal bøtast fyri alt hetta. Fyri einum ári síðani blivu 8 fólk søgd úr starvi í umsiting- mi hjá kommununi, nú tey timaløntu, men hvat hendir við restini av umsitingini, nú als onki er at gera, hon er í hvert fall alt ov stór til umstødurnar í dag. Býarverkfréðingurin fer nokk í annað starv skjótt. Hví ikki siga byggifulltrúanum og tekniska assistentinum upp, tí har er als ikki brúk fyri teimum, tey hava einki arbeiði at gera. Bókhaldarin, hann kann eis- ini sigast upp, tá altkommunalt arbeiði er uppsteðgað kann heldur ikki vera brúk fyri hon- um, somuleiðis kann heldur ikki vera brúk fyri hjálparfólk- inum í bókhaldinum, so tað má eisini vekk. So er tað telefon- daman, hon kann jú heldur ikki blíva sitandi, tá eingir aktivi- tetir eru hjákommununi, verða heldur ongar telefonsamreður at svara. Nú er nærum bert dagrøktarleiarin eftir, hon er nokk noydd at verða verandi, tí tíbetur eru tað enn foreldur, sum hava arbeiði og tí noyðast at fáa børn síni ansað. Skrivarin hann kann jú klára alt arbeiðið, sum framyvir verður at gera í allari umsit- ingini, við einum hálvtíðar starvi. So er tað bert býráðsformað- urin eftir. Óhugnaligt er at vita, at hann situr í einum fulltíðar- starvi við eini løn upp á ca. 30.000 kr. um mår., uttan at hava nakað at gera — »full- komulit vanvid< — Hevdi tað ikki verið betur, um hetta varð broytt til at vera á sama hátt sum í sekstiárunum, tá hetta starv var 6lønt, men hann kundi fingið somu fundarsamsýning sum býráðslimirnir fáa. Annars haldi eg at allir býráðslimir í Klaksvík skuldu skammað seg, sum teir einastu býráðslimir í landinum fáa teir 600 kr. fyri hvønn fundin. Hugsið tykkum hvussu nógv hevði veriðs part í okkara nú so fåtøku kommunu. arbeiðsleysur klaksvíkingur Fyrispurningur til Jóannes Eidesgaard Hvat ætlar landsstýrismaðurin at gera við tey arbeiðsleysu, sum fara úr skipanini í summ- ar? Um tað veruliga er so, at hann ætlar at taka Trælanípuna í brúk aftur, so skal hann minn- ast til at gera eina avtalu við hagastýrið um tað. Nú er støban so vánalig, at fólk fara svong í song og vita ikki, um tey fáa mat í munnin, tá tey koma upp aftur næsta morgun. Eg dugi ikki at síggja, hví vit ikki skulu varðveita samhalds- fasta í Arbeiðsloysisskipanini, peningin til pensionistaaldur, tí tá eru fólk deyð í hungri. Tað er einki at goyma. Tað er nógv meira umráð- andi at varðveita Arbeiðsloys- isskipanina í sama líki, sum hon upprunaliga var ætlað. Eg dugi heldur ikki at skilja, hví danir skulu nokta lands- stýrinum at hjálpa skipanini. Tað er bert tvætl, tí danski stat- urin letur sjálvur stuðul til ar- beiðsloysisskipanina í Dan- mark. Hví skulu teir so nokta landsstýrinum at gera tað sama? Herver Guttesen Til Sjónvarp Foroya Eg vil átala tær óhóskandi sendingar, sum verða sýndar í sjónvarpinum: — hardskapur, hor, morð o.a. niðurbrótandi tilfar. Tað, sum eitt menniskja, ser- liga ung, sær og hoyrir, verður tað ávirkað av. Sendið heldur fleiri upp- byggjandi og upplýsandi send- ingar, so ungdómurin ávirkast til tað, sum gott er. Fyri nøkrum árum síðani bleiv í Danmark ein løgreglu- kanning gjørd millum ung, sum sótu í varðhaldi fyri lógar- brot, innbrot, stuldur, harðskap 0.a., og 80% av teimum av- hoyrdu vitnaðu, at tey høvdu fingið hugskotið frá sjónvarp- inum. Um tað verður hildið áfram á hendan hátt, fáa vit somu úrslit. Tá leiðaraskifti fór fram í sjónvarpinum, vónaðu vit eina broyting til tað betra, men tað bleiv hinvegin. Einaferð enn: gevist við hesum sendingum, áðrenn tað verður ov seint! Tøkk fyri upptøkuna. H. F. Skarðheim Fara i russiskan sjogv at royna Vit skriva á síðu 7, heitt verður á trolararnar eystanfyri um ikki at royna á gráu leiðini fyrr enn línubátarnir eru lidnir við sína kvotu í norskum sjógvi. Svend Thulesen svarar landstýrinum, af teir vilja gera eina roynd í russiskum sjógvi, men fáa teir einki mugu teir á gráu leiðina. Sosíalurin — fimm ferðir um vikuna!