mikudagur 2. februar 1994síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Um at kenna ábyrgd
HANDILSKVOTUR, arbeiðs-
loysistrygging, sethúsamarkn-
aður....Soleiðis kundi verið hildið
fram at reksa upp nakrar av teim-
um stóru trupulleikunum í sam-
felagnum. Stødan í Føroyum í
løtuni er helst nógv verri, enn
mong geva sær fær um. Løg-
maður og landsbankastjórin siga
við BLAÐIÐ í dag, at heilt
skjótt fer at sansa at hjá okkum,
um vit ikki halda tær avtalur,
sum vit hava gjørt við danir. Her
verður serliga hugsað um eina
lóggávu við handilskvotum ella
umsetiligum kvotum.
STØDAN er tann, at stórur
partur av tingmonnunum gongur
ímóti teirri lóg, sum landsstýrið
hevur lagt fyri tingið, og sum
landsstýrið metir má samtykkjast
antin í verandi líki ella nakað
broytta, men tó ikki so nógv, at
umsetiligleikin ikki er í henni
longur. Tingmenn, og her eru tað
eisini fleiri javnaðartingmen,n
halda ikki, at verandi
lógaruppskot kann brúkast. Teir
halda ikki, at danir kunnu loyva
sær at krevja av okkum at seta
eina lóg í gildi við
handilskvotum, sum ringar
royndir eru av aðrastaðni og sum
danir eisini hava ringar royndir
av.
HER stendur so málið. Nakrir
javnaðartingmenn sita og arbeiða
við alternativum uppskoti, men
óvist er í skrivandi løtu, hvussu
verður við tí. Imeðan gongur
tíðin og hon sær út til at vera
rættiliga avmarkað, í hvussu er
eftir teimum úttalilsum, sum
løgmaður og landsbankastjóri
koma við í blaðnum í dag. Verð-
ur avtalan við danir brotin, so
fellur øll avtalan um umfígging
av lánum upp á næstan eina
milliard, burtur. Og fæst avtalan
ikki skjótt upp á pláss, so
landskassin kann fáa hasar 180
japonsku milliónirnar aftur, tá fer
alt at steðga upp um fáar vikur.
ILT er hjá vanliga fólkinum at
vita, hvat alt hetta kann enda við.
Men tá løgmadur og landsbanka-
stjórin rópa varskóg er øll orsøk
til at taka tað í álvara. So er tað
hin spurningurin: í hvønn mun
vit eiga at taka ávaringina móti
handilskvotunum í álvara. Tað
sær ikki mætari út, enn at her eru
tvinnir kostir í at velja, og at
hvørgin av teimum er mjúkur.
Til teir tingmenn, sum siga seg
arbeiða við einum alternativum
uppskoti er bert at siga, at tíðin
er knøpp og nú ræður um at
arbeiða skjótt. Teir eru noyddir
til at seta seg inn í støðuna hjá
landsstýrinum, tí tað hevur jú
bundið seg við eini avtalu við
danir, og henda avtalan er jú
>Mold< umborð
Hetta vikuskiftið, fríggja-
kveldið 4. febr., verður
rocktónleikur at hoyra um-
borð á sluppini Høganesi.
Tónleikabólkurin, sum
kemur um borð á sluppina,
kallast Mold. Mold er ein
lutfalsliga ungur tónleika-
bólkur úr Havn, teir byrjaðu
at spæla fyri góðum ári síð-
ani og vóru teir m.a. at
hoyra á ólavsgkukonsert-
ini, har teir settu serligan
dám á við teirra sermerkta
rocktónleiki (loyvi eg mær
at siga). Teir hava eisini
spælt í Bládýpinum og
aðrastaðni.
Mold fer bæði at spæla
egnan tónleik og løg eftir
ødrum umborð á sluppini,
Ld. spæla teir umframt
teirra egna tónleik, løg eftir
so mætum bólkum sum
Jethro Tull, pearl jam, The
Doors, Black Crows 0.Ø.
Teir, sum manna Mold, eru
Niclas Thorstein sang,
Niels Galan guitar, Erling
Dalsgaard guitar, Gud-
mund Helmsdal tangentar,
Uni Árting trummur og
Kristin Nolsøe bassguitar.
Konsertin hjá Mold byrj-
ar kl. 22 friggjakvøldid 4.
febr. Kostnaðurin er 40 kr.
Hvat er Tónasjón?
Tónasjón er ein bólkur av
ungum skálafjarðarbúgv-
um, sum síðani 1991 hava
skipað fyri sjónleika- og
ténleikatiltøkum umborð á
sluppini Høganesi (sluppin
Høganes liggur vid bryggju
i båtahylinum i Runavik).
Ætlanin vid hesum tiltøkum
var at geva eitt alternativ til
verandi dansihøli í oynni.
Tey, sum royna seg á pall-
inum, kunnu vera sjón-
leika-, tónleikabólkar ella
framførslur av ymsum slagi,
sum í heila tikið ikki vanliga
sleppa framat í dansihølum
og líknandi stóðum.
Higartil hava tónleikarar
og sjónleikarar verið bæði
úr Føroyum og uttanifrå, t.d.
USA, Danmørk, Ruslandi,
Svøriki, Spaniu, Bulgariu,
Argentina. Sum sæst hava
tiltøkini verið víðfarin. Tey,
sum hava framført, hava
latið stak væl at skipinum,
og serstakliga at frágera
góða akkustikkinum
umborð, men fýlast tó á ta,
til tíðir, syndarliga lítlu
samtykt í tinginum av einum
meiriluta av tingmonnum.
TÁ tingmenn siga, at tað ræður
um ikki at leypa framav og at vit
ikki eiga at góðtaka alt tað, sum
hevur verið frammi frá danskari
síðu, so er tað uttan iva rætt, men
tingmenn mugu gera sær greitt,
hvussu álvarslig stødan er í hes-
um døgum og teir mugu saman
við landsstýrinum taka eina
avgerð, sum forðar fyri, at ikki
alt samfelagið smildrast.
TAÐ eru tey mongu, sum í
hesum døgum siga, at nú kann at
vera tað sama og at vit bara eiga
at lata alt falla. Ja hesi siga, at vit
áttu als ikki at havt bjargað
bankunum á sinni. Hetta er eisini
tað ein fyrrverandi bankamaður
sigur við Sosialin í dag, men
hesum eru vit ikki samdur við
honum í. Hóast tað kundi verið
gjørt ødrvisi tann 6. oktober,
høvdu vit meiri kreftir og størri
vitan, so varð tað, sum tå hendi,
tað einasta rætta at gera tá. Vit
kunnu ikki siga annað enn, at vit
taka undir við løgmanni, tå hon
ferð eftir ferð sigur, at tað hevði
verið heilt ábyrgdarleyst at latið
alt farið tá einsvæl og tað er
ábyrgdarleyst at lata alt fara nú.
Føroyingar hava einki annað val
enn at royna at halda tær skyldur,
sum vit hava tikið á okkum so
undirtøku, teimum hevur
verið fyri.
Ikki tann stóri peningurin
er at heinta umborð, men
hetta hevur ikki tarnað teim-
um, sum hava spælt so at
siga ókeypis, á nakran hátt.
Tey, sum framføra, gera tað
teimum dámar, og sum tey
fegin vilja deila við
áhoyraran. Umborð á Høga-
nesi er onki at skerja frælsi
teirra í so máta.
Hevur tú hug at royna teg
á Høganespallinum, hevur
tú okkurt hugskot ella hevur
tú hug at vera við í arbeiðin-
um hjá Tónasjón, so ert tú
vælkomin at venda tær til
onkran okkara, t.d.: Jógvan
Philbrow, Toftum, tlf.
48261, ella Petur Lam-
hauge, Tof.um, tlf. 48214.
ella so. Vit kunnu tosa til dóma-
dag um, hvat kundi verið ødrvisi
gjørt og at vit hava verið skeivt
viðfarnir av hesum og hasum,
men vit hava ikki nógva tíð eftir
til at tosa um, hvat nú skal gerast.
TAÐ skal tí vera vón okkara, at
teir tingmenn, sum halda, at tað
ber til at halda avtaluna við danir
við einum broyttum handils-
kvotuuppskoti, arbeiða skjótt og
koma við hesum ein av komandi
døgunum. Sjálvandi skulu vit
ikki lata okkum alt lynda av
ødrum, men vit hava heldur ikki
til loyvi at spæla hazard ella sum
onkur vil kalla tað russiska rou-
lette við Føroya framtíð. Er
nakar álvari eftir her á landi, so
taka tingmenn og landsstýrisfólk
og seta seg saman á hægsta stigi
og viðgera hetta málið sum eitt
tvørpolitiskt mál, ið allir ting-
menn og landsstýrismenn her og
nú hava skyldu til at loysa.
Hvørki ein nýggj samgonga ella
eitt val nú hevði broytt nakað -
heldur tvørturim6ti. Vísið tykk-
um tí nú sum menn og kvinnur
og viðgangið fyri tykkum sjálv-
um, at tað eru tit , sum í hesum
døgum hava fingið litið upp í
hendi at avgera Føroya framtíð.
Er tað ikki longu ov seint, so
gevið dialoginum enn ein tjans.