fríggjadagur 4. februar 1994síða 14
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 14 Nr. 24 — 4. FEBRUAR 1994 Tíðindablaðið CD
Dómadagstalur
Eg varð vidgjørdur í ein-
um leiðara í Sosialinum
herfyri, har í eg varð bið-
in um at vera meira kon-
struktivur og uppbyggj-
andi, og at eg má halda
uppat við hesum dóma-
dagstalunum.
Eg havi hildið meg
verið ein varisligan opti-
mist og síggi ikki vanliga
svart upp á tilveruna ella
viðurskiftini sum heild,
men hóast tað, so ber illa
til at hava gott mót í dag.
Hví skal ein siga, at nú
fer at ganga væl, tá ið
einki er, sum talar fyri tí?
Er samfelagið ikki
farið á heysin?
Leiðaraskrivarin heldur,
at fólkafloksmenn hava
eittans endamál, og tað er
at fortelja fólki, at javn-
aðarflokkurin er við at
koyra samfelagið á heys-
in. Tað er ov seint at siga
tað, tí samfelagið er farið
á heysin. Tað er bert eftir
at staðfesta tað. Um vit
hyggja at øllum teimum
ritum, sum eru komin frá
serkønum nevndum, so
er eingin, sum visir å,
hvussu vit koma burtur
år støduni, men bert å-
sanna hana. Ti er ikki
annað at gera enn at við-
urkenna, at vit eru farin á
heysin.
Eitt ikki óvanligt
dómi
Tá id ein fyritøka er
komin í trongstødu og
ikki hevur pening til at
rinda hvgrjum sítt, so
verður hon meira heft av
sínum fíggjarum, oftast
einum banka. Versnar
stødan, so vil bankin ikki
rinda tær útreiðslur, sum
fyritøkan hevur, tí kre-
ditturin stendur á tambi.
So endar ofta við, at
bankin skal góðkenna
hvert gjald, sum fyritøk-
an skal gjalda, og færri
og færri verða góðkend,
ti inntøkan er ov lítil til,
at nóg mikið er at gjalda
við. Tað verður tosað um,
hvat er best at gera.
Kanska skera útreiðslur
burtur, siga fólki upp,
royna at vinna meira.
Men gloppið millum inn-
tøkur og útreiðslur bara
veksur.
Til endans er bert eitt at
gera. Lángevarin og lán-
takarin (fyritøkan) mugu
seta seg saman og meta
um, hvørt her er nakad at
gera. Tad kann føra til, at
långevarin sigur, at tú ert
als ikki førur fyri at rinda
hesi lánini, so tú mást á
heysin, og so fáa vit so
frægt aftur av okkara lán-
um, sum gjaldið fyri ogn-
imar røkkur. Ein annar
roynir so kanska at reka
fyritøkuna víðari. Tað
kann eisini vera, at bank-
in sigur, at her er ikki
nógv at gera, men um vit
selja fyritøkuna, so missa '
vit nógvan pening. Um
vit ikki selja hana, men
antin avskriva ein part av
skuldini ella leggja hana
um, so hon ikki tyngir
virksemið meira, enn tað
tólir, og so royna vit aft-
ur, tí vit meta, at leiðslan
er nóg góð, men tað eru
viðurskifti, sum liggja
uttanfyri tað, sum leiðsl-
an kann hava ávirkan á,
sum ger, at fyritøkan
koyrdi føst. Ti royna vit
at skipa skuldina so, at
fyritøkan kann halda
fram. Hetta kann eydnast
(og miseydnast), men jú
tryggari raksturin kann
gerast, jú stórri møguleiki
er fyri, at fyritøkan kann
fóta sær, til gleði fyri tey,
sum virka í henni, og
kanska eisini fyri tann og
tey, sum framvegis vilja
fíggja hana.
Lat okkum taka
fatt upp á
Svarta Per!
Tað er munur á einum
samfelagi og einari fyri-
tóku. Tó ikki stórri enn at
væl ber til at samanbera
grundreglurnar fyri inn-
tókum og útreiðslum.
Tá ið eg nú aftur sigi,
at samfelagið er koyrt
fast og ikki kemur at
halda fram á vanligan
hátt, so er tað ikki ein
dómadagstala afturat,
men staðfesting av veru-
leika, sum flestu fólk í
landinum ikki bara Óttast,
men eisini vita. Óivað
veit greinskrivarin í
Sosialinum tað eisini,
men hann er so positivur,
at hann vil ikki siga fólki
tað.
Líka so rætt tað er at
bera skjótt at, tá ið ein
fyritøka er koyrd føst í ov
stórari skuld, og fáa nak-
að gjørt við tað, ikki
minni rætt er at bera
skjótt at, tá ið eitt samfe-
lag er uppsteðgað av
somu orsøk. Vit hava
spælt nóg leingi við
Svarta Per og flutt hann
úr einum staði í annað.
Nú er stundin komin at
viðurkenna, at so leingi
vit ikki skipa skuldina so-
leiðis, at tað er møguligt
at lívbjarga sær í landin-
um (onkur nevnd sigur
minst sama livifót sum
danir), so nyttar ikki at
Sjónarmið
fyrigykla fólki, at >her
gár det godt<.
Eg vil ráða leiðara-
skrivaranum at fáa javn-
aðarmenn og samgong-
una at skilja, at fyrrenn
skuldin er skipað soleið-
is, at skattir og gjøld
kunnu lækkast, er eingin
orsøk at halda nakra sól-
skinstalu fyri føroying-
um. Eg og fleiri hava
havt uppskot um at gera
nakað við tað. Tað er
harmiligt at sita og bert
síggja, at tað gongur
skeiva vegin, til tað, sum
ein ráddi til, verður gjørt,
ikki tí, at tað var ætlanin,
men av tí, at einki annað
var at gera.
Olaf Olsen
Politisk viðmerking
Klaksvíkar Býráð, Føroya Banki
og Føroya Landsstýri
Fjølmidlarnir hava seinastu
dagarnar roynt at lýsa 6-
lukkuligu støðuna Klaks-
víkar kommuna og borgarar
hennara eru komin í, nú 6-
semja er komin í millum
kommununa og Føroya
Banka um figgjaravtaluna
millum hesar partar. Cen-
tralt í hesum máli er Føroya
Landsstyri plaserað, gjøg-
num Gjaldsstovuna, sum
afturheldur pening komm-
ununar, og eisini óbeinleið-
is gjøgnum Føroya Banka,
sum jú er ogn landsstýri-
sins.
Men tað er hin einstaki
borgarin, sum kennir
sviðan
Eitt av kvøldunum tosaði
útvarpsmaður við býráðs-
formannin í Klaksvík. Ein
av spumingum útvarps-
mansins var, hvussu leingi
býráðið kundi liva við stød-
uni sum hon var.
Nógv áhugaverdari
spurningur hevði verið:
hvussu leingi kann vanligi
klaksvíkingurin liva við
støduni sum hon er? — ti
tað er júst hetta spurning-
urin snýr seg um, ikki bert
fyri klaksvíkingar í sváru
stóðu teirra, men fyri hvønn
einasta borgara í landi okk-
ara í dagligu trupulleikum
hansara.
Stødan snýr seg ikki fyrst
og fremst um kommunur,
mió., % ella tons, men um
vælferð og trivna hjá menn-
iskjum og menniskju í dag.
Spurningurin er einfalt
hvønn dag um at yvirliva,
og m.a. tí hevur Midflokk-
urin skotið upp at nýta pen-
ing úr samhaldsfasta til at
hjálpa arbeiðsleysu okkara,
áðrenn ov seint verður.
Eitt orku- og náði-
leyst landsstýri
Hví loysir Føroya landsstyri
ikki spurningin við pengun-
um, sum Klaksvíkar komm-
una eigur hjá Gjaldsstov-
uni?
Hvi er Føroya Landsstýri
meira solidariskt vid Føroya
Banka enn við klaks-
víkingar, og hví fjalir Før-
oya Landsstýri seg aftan so-
kallaðu »løgfrødingarnar í
Landsstýrinum<, tá neyð-
ugar avgerðir, sum krevja
mót, skulu takast?
Hetta mál átti, um viljin
var til tað, at verið loyst í
einari handavending.
Nær fer Føroya Lands-
stýri í heila tikid at loysa
ovurhonds stóru trupulleik-
ar borgaranna, í staðin fyri
bert at vera virkið, tá ræður
um at leggja byrðar á fólk?
Aftan fyri alt prátið um
hví og hvat finna vit ein-
staklingar og familjur,
hvørs støda versnar dag frå
degi, og hvørs vón fær tað
eina bakkastið fyri og annað
eftir.
Ein innilig áheitan
|
og bøn til løgmann |
Vit í Miðflokkinum heita |
við hesum inniliga á Føroya
Landsstyri og á løgmann |
Maritu Petersen, um at'
skera ígjógnum í hesum
máli. Vel trygd og trivnað |
hins einstaka fram um iva-
samar løgfrødiligar tulking-
ar. Vís kærleika og sam-
kenslu fram um evt. lóg og
boð.
Gev Føroya Gjaldstovu
boð um at flyta peningin til
Klaksvíkar kommunu. Tað |
vildi tænt tykkum til stórri
heiður, tó at tað ikki er ann-
að enn náttúrligt, at tit sum
fólksins tænarar gera tað.
Tórshavn, h. 1. febr. 94
Stjórn Miðfloksins
Jón Miðberg
Jenis av Rana
Alvur Kirke
Í
|
Bill Justinussen
Jørgin Frants Jørgensen
EINKARSØLAN
Vidvikjandi
Panti á vin-
og
brennivínsfloskum
Nú er møguligt at lata allar vin- og
brennivínsfleskur frá Einkarsøluni
innaftur og fáa pant kr. 2,50 fyri
hverja fløskuna.
Á útoyggjunum verða fløskur latnar
inn á posthúsið á staðnum. Har er
treytin fyri at fáa pant fyri fløskurnar
tann, at tær eru í einum reyðum
tundurkassa frá Einkarsøluni.
Opel Corsa
við skaða, til sølu fyri kr. 5.000. Við
fylgja 4 píkadekk og 5 summardekk.
P.v.å.
Sosialurin — tímm ferðir um vikuna!