Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-02-04, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. februar 1994síða 19

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið ED Nr. 24 — 4. FEBRUAR 1994 Sida 19 2. deild í billard: Gordhan Rajani, Tvøramenn suverenir Góða Laila Hjartaliga tillukku við 5 ára degnum 4. febr. Hendan kakan smakkaði bara væl! Heilsan, mamma og babba — sr Et Góði Regin Hjartaliga tillukku við 10 ára fóðingardegnum 4. ynskja vit fimm í húsinum febr., Góða Sóley Nú ert tú ikki 7 men 17 og líka fitt. Mamma og babba g0åra fødingardagur f dag, 4. febr. 1994, fyllir Veronika Olsen, vanliga Ronika, å Toftum, 90 år. Hon er burturstødd. Hey, Poul! Hjartaliga tillukku við føding- ardegnum 3. febr., ynskja starvsfelagarnir Góða Erna Tillukku við 3 ára degnum 1. febr. Bestu ynski frá okkum øllum, Rósa yvirlækni á Klaksvíkar Sjúkrahúsi r # Í gjár, 3. februar, varð ein kendur »føroyingur« 60 år — G. Rajani má kallast ein av okkara landsmonnum, hóast hann upprunaliga kemur úr India. Sum ungur lækni kom hann til Føroya fyrst í 60' unum, starvaðist nøkur ár á Landssjúkrahúsinum, og vann longu tá álit sum ein góður skurðlækni. Fór síðani niður til Danmarkar at nema sær meiri kunn- leika. Kom aftur til Føroya í 1970 og varð settur sum yvirlækni við Klaksvíkar Sjúkrahús í 1971. Sýndi frá fyrsta degi sera stóran áhuga fyri sínum nýggja arbeiðsplássi og saman við góðum politikar- um varð arbeitt og rokkið á mál við einum vælvirk- andi sjúkrahúsi. Í ár eru so 24 ár síðani tú byrjaði á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og bleiv ein partur av býarmyndini. Nógv eru, ið hava samstarvað við teg um ikki øll hesi år, so í stytri og longri tíð. Vit hava havt ein góðan og dugnaligan lækna og eitt stórt menniskja ímillum okkum, tú hevur lært okkum nógv og víst bæði sjúklingum og starvsfólki stóra virðing. Tú hevur gingið upp í títt arbeiði vid liv og sál, mett tíðliga og farið seint heim, ongantíð spart teg. Við tínum vinsæla verumáta og góðu leiðslu nevur tú givið okkum eitt gott arbeidsumhvørvi og sjúk- lingum eitt trygt og gott sjúkrahús. Hjartaliga tillukku við 60 ára fødingardegnum, sum verður hildin í India saman við konuni Guðrun, ættarfólki og vinum. starvsfólk Spennandi billard Leygardagin fara liðini í 1. deild aftur í eldin. Hóast fleiri umfør eru eftir at spæla, so er stórur spenningur í deildini, nú fleiri lið eru rættiliga jøvn. Tvgrámenn liggja á odda við 69 stigum, Havnar Klubbi hevur 68 og Mimir 1 63 stig. Í hølunum á teimum kemur Marinu- stødin við 58 stigum. Og nakað aftanfyri kemur so Klaksvíkar Klubbi og niðast Mimiur 2. Mimir 1 skal hetta vikuskiftið spæla á Tvør- | eyri móti oddaliðnum. Tvgramenn hava heima- borð og heimaáskoðarar, so tað kann koma at ávirka úrslitið. Tvøramenn skulu verja borg, meðan Mimir skal royna at innheinta tey 6 stigini teir eru aftanfyri. Tað vera uttan iva nakrir sera spennandi og møguliga eisini avgerandi dystir millum hesi bæði liðini. Hóast liðini eru jøvn kann alt henda - frá stórsigri til tvørmenn til stórsigur til Mimir. Her veldst alt um í hvørjum "formi” spælar- arnir eru i. Havnar Klubbi skal til Klaksvíkar. Nú Steingrím Samuelsen ikki er við á liðnum longu og Havnar Klubbi skal spæla á útiborð kunnu vit vænta ein meira javnan dyst enn tá liðini møttust seinast. Tá vórðu klaksvíkingar avsmurdir. Men síðani hava teir ment seg við m.a. at dustsúgva Mimir 1 av borðinum við 14-4. Tað eru nógv stig á muni millum Havnar Klubba og Klaksvíkar Klubba, men havnamenn skulu so sanniliga til at ansa sær, nú teir skulu meta klaksvíkingum í Klaksvík. Vil heilt væl til hjá klaks- víkingum kunnu teir end- urtaka stórsigurin teir fingu móti Mimi. Men neyvan fer Havnar Klubbi heimaftur við bert fýra stigum. Triði dysturin í 1. deild er millum Mimir 2 og Marinustødina. Marinustødin, sum legði so væl út frá byrjan men sum so dragnaði afturút aftur, tá ein av teirra bestu monnum fór til Danmarkar, hevur nú funnið stevið aftur. Liðið vann herfyri 12-6 á Klaksvíkar Klubba og roknast má við, at liðið fer at vinna stórt á Mimi 2 og harvið aftur vera við í oddinum. Men her er eitt stórt men, og tað er Mimir 2. Hetta liðið hevur víst seg at kunna spæla sera gott billard, tá “lagið" er har. Magni Dalsgard, sum mátti víkja plássið á Mimir 1 liðnum í år, er góður spælari, sum kann vinna allar sínar dystir. Og Nemus Djurhuus er spælari, sum minnir ikki sért um Eli Zacahariasen hjá Havnar Klubba. Hesir kunnu oftani gera sera góð Tvøramenn hava aftur gjørt tað. Vunnið 18-0 - hesaferð móti vágbingum. Liðið hevur sostatt lagt seg so langt á odda í 2. deild, at tað er neyvan nakar ivi um, at liðið fer at vera við í 1. deild komandi ár. Spælararnir hava sera góð úrslit - úr 16 upp í 18 eygu í meðal, og hoyra teir tí heima í 1. deild. Térshøll, sum eisini hevur eitt gott lið, vann eisini stórt seinasta vikuskiftið, 14-4 móti Klaksvíkar Klubba. Men munurin millum hesi bæði oddaliðini er 19 stig, og tað verður ringt fyri ikki at siga 6gjørligt at hála innaftur. Eisini í 3. deild hava tvøramenn lagt seg framman fyri hini liðini og hava teir økt munin. Liðið liggur 7 stig framman fyri Kaggan. Amnesty international Skrivstovan í Vágsbotn! er opin månadag, týs- dag og friggjedag kl. 10—16. Tf. 15816. 2 Dystir spældir síðsta vikuskifti 2. deild TK-HK 1 HK 2-KAG TOR-KK úrslit (18-0) (12-6) (14-4) Liðið hjá TK spældi við 17,19 eygum í meðal. Steðan Tvøroyrar Klubbi Térshøll Havnar Klubbi 2 Havnar Klubbi 1 Kaggin Klaksvíkar Klubbi 63 dystir 3. deild KAG-MIM KK-TÓR 2 VK-TK 63 dystir 63 dystir 63 dystir 63 dystir 63 dystir 102 stig 83 stig 56 stig 53 stig 48 stig 36 stig úrslit (10- 8) ( 6-12) ( 4-14) Á liðnum hjá TK vísti Eyðun Svalbard enn einaferð gott spæl og spældi hann sín størsta dyst við 426 eygum og einum meðaltali uppá 13,37. Stødan Tvøroyrar Klubbi Kaggin Tørshøll 2 Mimir Marinustødin Klaksvikar Klubbi Vågs Klubbi Térshøll 1 54 dystir 54 dystir 54 dystir 54 dystir 45 dystir 54 dystir 54 dystir 45 dystir 72 stig 65 stig 64 stig S8 stig 49 stig 44 stig 33 stig 45 stig Marinustødin og Térshøll 1 hava spælt eitt umfar minni. Dystir komandi vikuskifti: 1. deild TK-MIM I MIM 2-MAR KK-HK 2. deild TOR-TK (framskundadur) 3. deild TOR 1-MAR hål, tå ein minst varnast tad. Tað er tí greitt, at Marinustødin kann fáa harða mótstøðu á borð- inum í Mimi komandi dagarnar.