Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-02-05, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. februar 1994síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

EINAFERÐ afturat slær for- maður sambandsins fast, at sambandsflokkurin hevur einki annað at byggja sín politikk á, enn at í 1974 >kúvendi javnadar- flokkurin og gjørdist yvirtøku- flokkur“, eftir áskoðan sam- bandsmanna. HETTA verður sligið fast í ødr- um parti av aftursvari til eina oddagrein í Sosialinum síðsta mikudag. Annars roknaði lesar- in helst við, at í hesum partinum fór sambandsformaðurin at leggja fram okkurt itøkiligt um, hvussu sambandið fór at fáa før- oyska samfelagið úr kreppuni. Men gakk! OG nú fer stødan at verða rætti- liga álvarsom. Hesin maðurin, Edmund Joensen, er jú formað- ur í flokkinum, sum kanska fer at vinna stórt á komandi løg- tingsvali. Hverki í talu ella í skrivt hevur hann ført seg fram sum tann stóra »statsmannin«, sum tykist hava eitt yvirorðnað yvirlit yvir samfelagið og sam- felagsgongdina. TVØRTURÍMÓTI hevur hann valt tann >bíliga< háttin. Hann hevur valt at vera polemiskur eins og undanfarni formaður sambandsfloksins. Um hann er líka góður agitatorur, fáa vit at síggja seinni. Men longu nú kunnu vit staðfesta, at hann er ikki meira serigsur. OG tað er beinanvegin meira álvarsamt. Í hvussu so er, um hesin maður skal samstarva við aðrar flokkar. Tí eitt hava vit í øllum fórum lagt til merkis, og tað er at sambandsflokkurin heilt hevur mist traditiónina at vera í samstarvi og skula ganga við til loysnir eftir togan aftur og fram. VIT sóu tað í valskeiðnum 1980 --84, og vit sóu tað aftur nakrar krákumánaðir í 1989, tá flokk- urin aftur hevði høvi at prógva, um hann dugdi tað politiska handalagið. Men hann dumpaði við eitt brak. Tí kann roknast við, at tað verður trupult at skipa eina samgongu við sam- bandsflokkinum sum stersta flokki. Ikki minst, um flokkurin fer at sita á tingi vid 6-8 óroynd- um tingmonnum. UMFRAMT tað, at sambands- flokkurin varð >útihýstur< í 1974, hevur hann eisini val- skeiðið 1984-88 at grunda sítt í- kast til samfelagsorðaskiftið á. Vit hava sagt, og halda fast við, at høvdu vit havt fingið lands- banka, so høvdu vit ikki komið í eitt slíkt búskaparligt rasshaft, sum vit komu í. HETTA slær sambandsformað- urin upp í glens. Hann nærum speirekur landsbankastjóran, og spyr: Hvat hevur hann hjálpt upp á gongdina og støduna í okk- ara samfelag? Og síðani leggur hann afturat, um hann hevði verið førur fyri at steðgað Atla Dam at givið loyvir til fiskiskip og um hann hevði verið førur fyri at steðgað Jóngerð Purkhús at givið loyvir at taka tvær milli- ardir í realkreditlånum! TADer jåst her, at køtturin ligg- ur grivin til trupulleikarnar i dag. Um føroyska samfelagid hevði eina líkinda fyrisiting við landsbanka, fíggjardeild, hag- stovu og vinnuráðstovu hevði ikki verið neyðugt hjá politikar- um at tikið sær av slíkum. Polit- iski myndugleikin skal smíða lógir og seta upp karmar, sum fyrisiting skal virka undir. AT fyrisitingin ikki hevur verið nóg góð, hevur javnaðarflokkur- in, eins og aðrir flokkar, sum hava stýrt seinastu nógvu árini, ábyrgdina av. Ikki tí, nógv varð tosað um tað, men ov lítið hendi. Í øllum fórum hevði nógv verið spart, um vit høvdu havt eina sterkari og dugnabetri sentral- SJÁLVANDI fær javnaðarflokk- urin høvudsæruna fyri krepp- uni. Javnadarflokkurin og javn- aðarfólk hava ásannað, at sjálv- andi hevur javnaðarflokkurin sín part av skyldini. Men tá ein floksformaður — kanska kom- andi løgmaður — sær samfelags- støduna og kreppuna so snæv- urt, so er vandi á ferð. HVAT við bankunum? Hví vildu bankarnir ikki fíggja sjálvt ein toll uttan alment veðhald? Hygg eftir teimum stóru ábyrgdunum, bankarnir góvu í åttatiårunum til foroyska vinnu fyri útlendsk lán, og sum eru vorðnar effek- tivar seinni. VAR hetta skilagóður útláns- politikkur? Hvønn møguleika hevdi landsstyrid at styra hes- um? Åbyrgdir, sum kanska komu upp i einar tvær-triggjar milliardir! Milliardir, sum vórðu slåsadar inn f landid uttan at landsstýrið varð spurt! Alt hetta er flutt í landskassan — óskyn- som vinnulívsútbygging vánaligur bankapolitikkur. Ó. hugnaligt, at sambandsformað- urin ikki dugir at síggja hetta, men hann hevur start seg blind- an á >1974<. Tí verður eingin framtíð vid sambandinum! sosialurin Vidmerkingar til oddagreinina i gjår: Bædi Samhaldsfasti og ALS eru okkara hjartamål Oddagreinin f Sosialinum vidger støduna hjá Arbeiðs- loysisskipanini. Tað eru tvey evni í sama leiðara, eg kundi hugsað mær at gjørt viðmerkingar til. Fyrst verður sagt, at tað átti ikki at verið ein sjálv- fylgja at ALS fekk eina játt- an á fíggjarlógini. Til hetta er at siga, at fíggjarmynstr- ið, sum enn er galdandi, er eitt val, sum arbeiðsbólkur- in valdi og góðtók, nevni- liga, at partarnir við eins stórum prosentgjaldi guldu Sjálvandi hevði borið til at valt annað fíggingar- mynstur sum t.d., at skipan- in var á fíggjarlógini fult ella partvís. Tað hevði so í seinnaenda borið við sær, at figgingin lá í inntøku lands- kassans, sum fyrst og fremst er skatturin. Við gongdini í ALS í dag hevði hetta merkt, at skattatrýstið hevði verið hækkað eimi 2— 3%, svarandi til gjaldið vit i dag beinleiðis gjalda til ALS. Fyri tann einstaka løntak- aran hevði tað valla gjørt munin, tí pengarnar varð hann av við, uttan mun til, hvussu ALS hevði verið fíggjað. Tí hóast alt, uttan mun til hver ið sendir rokningina, so er tað sami móttakari. Hetta er sjálvsagt spurn- ingur um prinsipp heldur enn nakað annað. Men hó- ast stóra trýstið á skipanina í dag, so eri eg sannførdur um, at fíggjarmynstrið er rætt. Hetta gevur pørtunum møguleikar at ávirka og medvirka til umstødurnar hjå teimum arbeidsleysu. Nú so nógv verður tosað um, hvussu ódugnaligir politikarar eru, mátti hetta verið at ynskt, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum og ikki bara politikararnir skipaðu viðurskiftini hjá teimum arbeiðsleysu. Hin viðmerking er um Samhaldsfasta. Her verður í oddagreinini heitt á javnað- armenn at umhugsa seg enn einaferð, so at ein samdur flokkur við læna Samhalds- fasta til ALS. Hetta hevði givið uml. 20 mió. kr. Henda áheitan er púrasta burturvið. Hví skulu vit skerja rættindini hjá pensionistunum til tess at hjálpa teimum arbeiðs- leysu? Fyri tað fyrsta er valið millum pensionistar og ar- beiðsleys heilt órímiligt og ómenniskjaligt. Hin vegin gevur hetta bert 20 mi6. kr., og eru ikki aðrir vegir at ganga, tá talan er um låntøkur. Vit hava sprænt yvir 3 mia. kr. inn í føroysku bankarnar og bundið før- oyska skattgjaldaran til at gjalda hetta aftur. Hver skuldi verið meira upplagdur långevari til ALS enn júst føroysku bankar- nir? Fyri = javnadarflokkin, sum hevur havt og fram- vegis hevur bæði ALS og Samhaldsfasta sum hjarta- mál, er eitt val millum bæði Grimiligt. Snýr tað seg um 20 mió. kr., må bera til, at føroysku læna peningastovnarnir pengarnar, heldur enn før- oysku pensionistarnir. Hóast ringar tíðir, mugu vit ikki heilt missa burtur okkara egna identitet, eisini sum flokkur. Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður