týsdagur 8. februar 1994síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Skynsamur
oljupolitikkur
Í farnu viku varð síðsta hond løgd á
arbeiðið upp á lýsingina at bjóða út til
forkanningar stóran part av føroyska
landgrunninum í sambandi við eina
komandi kolvetnisvinnu í Føroyum.
Tað er oljuráðleggingarnevndin, sum
landsstýrið setti nakað herfyri, ið hevur
gjørt lýsingina, ið av kønum fólki
verður mett at vera eitt gott og sera
gjølla umhugsað arbeiðið. Hetta er eis-
ini ógvuliga týdningarmikið, tí júst
útbjóðingartilfarið til fyrstu kanning-
arnar av fóroysku undirgrundini verður
avgerandi fyri, hvat skal henda á hesum
gkinum í framtíðini. Forkanningarnar
ella tær seismisku kanningarnar verða
tær, sum skulu rudda slóð fyri víðari og
meiri kostnaðarmiklum kanningum, og
harvið eru tær eisini fyrsta grundarlagið
undir eini møguligari komandi før-
oyskari oljuvinnu. Júst tí er alt útbjóð-
ingartilfarið við treytum og krøvum av
so stórum týdningi.
OLJURÁÐLEGGINGARNEYNDIN
hevur valt at geva tvey loyvi og tryggjar
sær, at felggini, ið fáa loyvini, bæði
skulu gera kanningar í gkjum, sum
metast áhugaverd og gkjum, sum ikki
hava tann stóra áhugan í dag. Tað er
greitt, at nevndin væl og virðiliga hevur
kunnað seg við royndirnar hjá ødrum
og tað má metast sum ein tryggleiki hjá
okkum øllum og ikki minst komandi
ættarliðum, at nevndin ikki leypir um
garðin, har hann er lægstur men
veruliga tekur hetta stóra málið í størsta
álvara og ger allar tær neyðugu kann-
ingarnar og fyrireikingarnar. Og sjálv-
at alt gkið verður kannað, og ikki bert
tann “góði" bitin, sum eftir øllum at
dóma tykist vera gkið nærhendis
brestku oljufundini í blokki 204 og so
gkini kring Sandoyar banka og har
nærhendis. Hetta eru gki, sum eru
lutvíst kannað og visa seg at "goyma
okkurt". Her er bæði talan um
seismiskar kanningar, sum Western
gjørdi í 70-unum og um tyngdar- og
magnetiskar kanningar.
KREPPAN í Føroyum er vorðin høv-
uðssamtaluevnið millum manna, og tað
ger sjálvandi, at aðrir spurningar, eitt
nú spurningurin um at leita eftir olju og
gassi, eru ikki so frammaliga. Tað kann
tykjast legið, tí júst her hómast ein
glotti, tvs. ein nýggjur møguleiki at fáa
samfelagið í gongd aftur. Sjálvandi er
tað alt ov tíðliga nú at gera sær tankar
um eina komandi oljuvinnu, tí fram-
vegis vita vit ov lítið. Kortini eiga vit at
geva hesum møguleikanum stórri ans -
um ikki annað so fyri at halda lív í
vónini.
TAÐ er so nógv, sum í hesum tíðum er
við at myrkjaleggja alt her á landi, og tí
hava vit veruliga brúk fyri onkrum,
sum kann halda lív í vónini. Hetta er so
heldur ikki bert ein veruleikafjarur
ynskidreymur, tí longu nú er eisini so
nógv, sum bendir á, at olja og gass
uttan iva eru í okkara undirgrund: Hetta
er so helst eisini ein av orsøkunum til,
at landsstýrið so fegið sær, at
seismiskar kanningar byrja sum skjótast
- tó ikki skjótari enn so, at vit sjálvi eru
før fyri at seta tey krøv og tær treytir,
sum tænir okkara landi og fólki.
Oljuvinna ella ikki - í hvussu er eiga vit
at brúka orku og tíð til at gera tær
forkanningar, sum skulu siga okkum,
fara víðari.
HÓAST onkur vil halda, at tað hevur
gingið ov seint at fáa gongd á “olju-
ævintýrið", so eru tað tey mongu, sum
fegnast um politikk landsstýrisins um
ikki at leypa framav. Her hevur løg-
maður, sum umsitur undirgrundina, ferð
eftir ferð víst á, at vit mugu læra av
mistøkum, sum eru gjørd áður og tí ikki
skunda nakað igjøgnum, uttan at tað er
væl og virðiliga kannað. Løgmaður setti
oljuráðleggingarneyndina til at gera eitt
tilmælið, og hetta varð til nógv umr-
eddu frágreiðingina, sum millum fak-
fólk og politikarar hevur verið nógv
róst. Tað er greitt, at landsstýrið tí
kennir seg trygt og torir at líta á
dygdina í víðari arbeiðinum hjá oljuráð-
leggingarbólkinum. Tí varð eisini
avgjørt - m.a út frå oljurådstevnuni,
sum varð hildin herfyri - at fara undir at
fyrireika útbjóðing av seismiskum
kanningum. Sosialurin hevur frætt, at
tað er sera stórur áhugi millum útlendsk
feløg fyri at vera við í hesum
kanningum og vit kunnu so bert vóna,
at hetta ger, at vit fáa júst tey bestu
felggini til at gera arbeiðið.
EIN skal ikki selja skinnið, fyrr enn
bjørnin er skotin, verður tikid til. Og
hóskar hetta orðatakið sera í hesum
viðfangi. Vit skulu ikki taka nakað sum
givið, áðrenn kanningarúrslitini koma,
men kortini átti einki at verið til hind-
urs fyri, at føroyingar - í hesum sváru
tíðum, har alt tykist so svart fyri
framman - seta sítt álit til, at olja finst í
undirgrundini, og at hon er eitt rikidømi
nevnilige tå vit fåa at vita antin olja og
gass er í føroysku undirgrundini ella
ikki. Tann dagin fyrstu prógvini eru
fingin hómast eitt nýtt tíðarskeið í
Føroyum, eitt tíðarskeið, har ungir
føroyingar fara at útbúgva seg innan
oljuvinnu við tí fyri eygað at kunna fáa
arbeiði í heimliga umhvørvinum heldur
enn at skula fara út um landoddarnar at
forvinna sær inntøkuna. Tað sær ikki
gott út fyri framman. Vit hava eitt sera
stórt arbeiðsloysi, fiskastovnar, sum eru
sera illa fyri og eina skuld, sum er
vorðin himmalhøg. Tað er m.a. vid
hesum í huga, at vit eiga at taka
spurningin um oljukanningar í fullum
álvara. Hóast vit vilja tað ella ikki, so
hava vit skyldu til at kanna, hvat finst í
undirgrundini. Hetta ikki minst
mótvegis komandi ættarliðnum. Men
skylda okkara er enn meira at bera
okkum rætt at og ikki oysla henda
møguleika burtur ella beina fyri honum,
eins og mong dómi eru um
á ødrum økjum.
NÚ seta vit okkara álit á oljuráðlegg-
ingarnevndina og landsstýrið, at tey
halda fram við tí skynsama og hóvliga
politikkinum á oljugkinum. Hóast vit
enn eru á einum byrjunarstigi, so eiga
landsins myndugleikar saman við
vinnulívinum at gera neyðugu fyrir-
eikingarnar til eina komandi nýggja
vinnu. Her hevur dialogurin sera stóran
týdning. Og vónandi verður tað so, at
vit fáa eitt gott samarbeiði millum
vinnulívið og
oljuráðleggingarnevndina, sum
landsstýrið hevur litið upp í hendi at
andi er tað rætt beinanvegin at krevja,
um tað í heila tikið er nøkur orsøk til at
Sosialurin skal ikki
ofra samhaldsfasta
>Tað er ikki rætt at offra samhaldsfasta fyri at bjarga ALS. Skulu pengar lænast, eiga teir ikki
við lóg at verða læntir frá teimum gomlu og teimum, sum gerast gomul. Samhaldsfasti eigur
eisini at verða varðveiddur, tí hann verður álitið í framtíðini<, skrivar Eirikur Lindenskov m.
a. í viðmerking til leiðaran í Sosialinum fríggjadagin.
Tað var hugstoytt at lesa
leiðaran í Sosialinum
fríggjadagin. Hann var um
arbeiðsloysisskipanina, og
heitti greinskrivarin bein-
leiðis á javnaðartingmenn
um at lata gjaldið til sam-
haldsfasta fara til ALS.
Sosialurin , at tá vit
nú í 25 ár bíðað eftir
eini eykaeftirløn, so kunnu
vit saktans bíða í eitt ár
afturat. Júst her haldi eg,
at Sosialurin er skeivari
leið.
Eingin loysn at taka
samhaldstasta
Min spurningur til Sosial-
in verdur ti: Hvi skulu tey
gomlu vid lóg tvingast til
at læna ALS pengar?
Vit eiga at gera okkum
púra greitt, at tær 20 milli-
ónimar, sum ætlanin er at
læna úr Samhaldsfasta
bjarga ongari arbeiðsloys-
isskipan. Tað verður bert
ein neyðloysn, so skipanin
kann skinkla víðari í nakr-
ar mánaðir.
Hinvegin verður henda
låntøka deyðadómurin yvir
samhaldsfasta, tí verður
gjaldið latið nú, fer tað
neyvan aftur í samhalds-
fasta.
Skal vera
prinsippmál
Nú sigur greinskrivarin, at
nakrir javnaðarmenn hava
gjørt hetta til eitt prinsipp-
mál. - Sjálvandi er hetta
eitt prinsippmál hjá javn-
aðarflokkinum! Sum øll-
um kunnugt eru vit í ein-
um valári, og okkurt er,
sum bendir á, at vit fáa
aðra leiðslu í Tinganesi
eftir valið. Verður javnað-
arflokkurin ikki við í teirri
leiðslu, so kunnu vit vera
100% vís í, at samhalds-
fasti verður avsagdur. Í
løgtinginum er politiskur
meiriluti fyri at avtaka
grunnin. Kristiligi prestur í
Klaksvík hevur havt upp-
skot í tinginum um at av-
taka samhaldsfasta, og
hvørki sambandið ella
fólkaflokkurin vilja vita av
honum.
Tí má tað vera javnað-
arfloksins uppgáva at fáa
og eitt tilfeingi, sum skal tryggja umsita hetta stóra málið.
framtíðina hjá ikki minst komandi ættar
liðum her á landi. Tað er tí greitt, at ; :
komandi árið (árini) verður eitt tað sosialurin
mest spennandi í Føroya søgu:
Sjálvstýrisfólk aran.
kóka suppu
Tað kann undra, at tjóð- Varðveltið hugsjónina!
veldisflokkurin hevur kú- Í krepputíðum verður
grunnin at virka sum skjót-
ast. Tá grunnurin er farin
at virka, verður hann ikki
avtikin aftur, og eftirtíðin
fer tá at vera teimum takk-
som, ið stóðu saman um
grunnin.
Fólkapensjónin er í
dag ein sjálvfylgja
Tað er í dag eingin sum
setur spurnatekin við, um
vit skulu hava fólkapen-
sjón - tað er ein sjálv-
fylgja. Men fara vit 35 ár
aftur í tíðina, so var tað
javnaðarflokkurin sum
koyrdi hetta mál hart fram
og fekk tað gjøgnum ført.
vent í samhaldsfasta-máli-
num, men at sjálvstýris-
flokkurin, við hesi hug-
sjónarleysu leiðslu, roynir
at kóka poitiska suppu,
undrar ikki. Sjálvstýris-
flokkurin er als íkki fyri
arbeidsloysisskipanini -
hann atkvøddi ikki fyri
henni í tinginum, og tað er
við okkara stýrisskipan tað
sama sum at atkvgða ímót-
i. Sjálvstýrisflokkurin var
við til at samtykkja sam-
haldsfasta á sinni, men tá
vóru aðrir menn, ið um-
boðaðu flokkin
Pensjónin hækkar
ikki í framtíðini
Vit mugu gera okkum púra
greitt, at tað í framtíðini
verður sera trupult at
hækka fólkapensjónina.
Ella fyri at siga sum er:
Pensjónirnar fara ikki at
hækka. Tí er samhaldsfasti
ein kærkomin hjálp, tá
hann fer at gjalda út. Ikki
bara fyri pensjónistarnar,
men eisini fyri skattgjald-
mangan gingið við til
kompromi, men vit eiga at
vera varin ikki heilt at
sleppa javnaðarhugsjónini.
Tað er heldur ikki hvorki
rætt ella rímuligt at seta
tey arbeiðsleysu og pen-
sjónistarnar upp ímóti
hvørjum ødrum. Tað hevur
hvørgin bólkurin uppibor-
ið og úr tí spyrst einki
gott.
Greiðið frá
samhaldsfasta
Eg fari at heita á Sosialin
um heldur at greiða lesar-
um frá, hvussu samhalds-
fasti virkar, enn at eggja
javnaðartingmonnum til
hugsjónarloysi. Upplýsið
tit hvussu nógv hann fer at
gjalda út, at hetta ikki á-
virkar fólkapensjónina,
greiðið frá hvussu solidar-
isk skipanin er, tå øl