fríggjadagur 11. februar 1994síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Sambandsmenn og
Sosialurin
TÚ blaðar ikki í eini Dimmalætting
uttan at síggja, at Sosialurin verður
umrøddur og væl og virðiliga við-
gjørdur. Orðið Sosialurin man vera eitt
tað mest brúkta orðið í blaðnum fyri
tíðina. Formaður sambandsfloksins,
Kut, Sambandsrøddir og hvat nú allir
hesir sambandsmenninir eita hava
fingið Sosialin "upp á hjernan".
VIT, sum starvast á Sosialinum, kunnu
ikki vera annað enn errin av, at landsins
størsta blad og landsins størsti and-
støduflokkur visa okkum so stóran ans
og geva okkum so nógva blaðrúmd. Nú
plagar blaðið ikki at vera so large, at
tað letur lesarum ella í hvussu er ikki
kappingarneytum ókeypis tænastur,
men her verður so gjørt eitt undantak.
Tøkk skulu tit hava fyri ókeypis
reklamuna. Hóast ikki alt er so pent,
sum skrivað verður um okkum, so
mugu vit kortini sanna orðini, at gll
umtala er reklama so ella so. Og kunnu
vit fáa framhaldandi ókeypis reklamu í
Dimmalætting, sum jú kemur í øll herð-
ashorn av landinum, so tøkk fyri tað
hinir gomlu. Kanska sambandsflok-
kurin, sum jú fær pengar til politiska
upplýsing, betalir sínum blað fyri at fáa
innivist fyri umtaluni av Sosialinum.
Oført.
MEN til spurningin, hvi vit fåa hesa
umtalu. Sambandsformadurin, sum vit
annars meta sum ein hampamann og
dugnaligan vinnulivsmann, fer skeivur,
tå hann leggur toppar javnadarfloksins
undir at skriva oddagreinarnar í Sosi-
alinum. Og nú blaðið er farið at seta
“Sosialurin" undir oddagreinarnar, so
leggur hann leiðandi javnaðarmenn at
skriva undir dulnevni. Lat okkum
einaferð med alla gera tað púra greitt.
Tað eru ikki leiðandi oddamenn í
javnaðarflokkinum, sum skriva odda-
greinarnar í Sosialinum. Teir hava allar
møguleika fyri at siga og skriva sína
hugsan, og himprast eingin teirra at seta
sítt fulla navn undir. Og tað skuldi so
eisini verið ein sjålvfylgja, at teir gjørdu
tað. Men oddagreinarnar í blaðnum -
eins og á Dimmalætting - skrivar blað-
stjórin sjálvur ella onnur á blaðnum.
Ábyrgdarblaðstjórin hevur fullu á-
byrgdina av oddagreinunum. Júst sum
á Dimmalætting. Sostatt eru oddagrein-
arnar blaðsins meining og nýtast tær
ER
Føroya Banki vísir aftur grein í Sosialinum
als ikki at vera meiningin hjá ymsum
leiðandi javnaðarmonnum á tingi ella í
landsstýri eisini. Munurin millum hesi
bæði blødini - meta vit - er tó tann, at
Dimmalættingin í einum og gllum blint
og fullkomiliga ókrittiskt tekur undir
við llum tí sum sambandsflokkurin
meinar og heldur. Vit skula í oddagrein
seinni koma nærri inn á hesi viðurskifti.
TAÐ er annars rætt, at vit í oddagrein-
um í seinastuni hava nortið við leiklutin
hjá sambandsflokkinum øll hesi sein-
astu árini, og vit hava loyvt okkum at
seta spurnartekin við og finnast at hes-
um politikki. M.a. hava vit víst á
tvistødu floksins, tá hann tosar um at
vísa mátahald og sparsemi um somu tíð
sum hann er talsmaður fyri villum
milliardaprojektum. Tað var fyrst og
fremst hesin flokkurin, sum fekk
skundað vatnorkuútbyggingina í
Eysturoynni igjøgnum í teimum
yvirupphitaðu tíðunum, har danskir
handverkarar í hundraðatali máttu
- innflytast fyri at arbeiða akkord og
yvirtíð fyri at gera arbeiðini liðug.
Hevði sambandsflokkurin fingið allan
sín vilja tá, hevði verið lænt til alt hetta
fleirmilliarda projekt, og tá hevði SEV
havt eina so stóra skuld, at hon rætt og
slætt hevði koyrt felagsskapin,
kommunurnar og landið um koll. Hes-
um loyvdu vit okkum at vísa á. Tað
fekk navngivnar og dulnevndar
sambandsmenn at leypa upp í loft og
hevur blaðið síðani verið á tremur við
greinum, sum snúgva seg um hesar og
aðrar staðfestingar okkara.
JÚ, vist halda vit okkum hava rætt og
eisini ábyrgd at finnast at sambands-
flokkinum eins og vit finnast at okkara
egnu. Tá sambandsformaðurin síðani
roynir at geva fólki ta fatan, at Dimma-
lætting er einasta blað, sum hýsir øllum
meiningum, so veit hann, at hetta er
ikki rætt. Tí veruleikin er tann, at hetta
blað fyrst og fremst hevur hýst sam-
bandsmeiningum fyri ikki at siga sjálvt
hevur borðreitt (les skrivað) við hesum
meiningum í túsundtals dulnevndum
lesarabrøvum. Ein skuldi tid og hevði
vónað, at hetta var farin tíð, men “trad-
itionen tro” so hevur blaðið hildið lív í
hesum sokallaða sambandska orða-
skiftinum, tí sum formaður sambands-
floksins so flottt kallar “at hýsa øllum
meiningum".
bank. Vore drøftelser vil højst
antageligt også involvere en
10. februar 1994 Spørgsmålet om den saml-
: ede beskæftigelse í den fusio-
Bruge kú nerede bank skal drøftes af de
Chefredsktionen for to bankers ledelser, som ét af
Dagbladet SOSIALURIN de mange spørgsmål, der er
her. fusionsrettede. Direktionen i
Foranlediget af Deres forside- P/FSjóvinnubankin og under-
artikel i dagens udgave af avis- tegnede har endnu ikke drøftet
enom afskedigelse afdetofær- — dette spørgsmål. Det vil vi gøre
øske banker, skal jeg herved på
vegne P/F Sjóvinnubankin og
P/F Føroya Banki anføre.
på et tidspunkt, når der fore-
ligger et billede af det samlede
personalebehov i den nye
drøftelse af denne situation
med bankemes bestyrelser,
forinden endlige beslutning
træffes.
Når denne process — efter
nøje overvejelser — er tilende-
bragt, vil bankerne tage skridt
til at meddele resultatet heraf.
Disse forhold forklarede jeg
journalist Dagny Joensen tele-
VIT hava størstu virding fyri journa-
listunum á blaðnum, sum gera eitt gott
arbeiði, men tað skerst ikki burtur, at
einki blað í Føroyum hevur tænt og
tænir einum ávísum politiskum flokki
so nógv og so væl sum júst Dimma-
lættingin. Og so skal hon eitast at vera
politisk óheft eisini! Tað er so ein ærlig
sak, um Dimmalætting í einum og
øllum vil lata seg brúka sum kastibløka
hjá sambandsflokkinum, men tá skal
tú eisini siga sum er og ikki prýða teg
við læntum fjarðum so sum at kalla seg
óheft politiskt blað og taka patent upp á
at hýsa øllum meiningum. Og tað er
hetta sambandshøvdingin roynir at siga
fólki í einum av seinastu greinum
sínum í Dimmalætting.
HETTA blaðið kemur út í nærum hvort
heim í landinum. Tað er spell og eisini
óhugnaligt, at tað skal verða so nógv
stýrt av einum politiskum flokki.
Megna blaðstjórin og teir mongu
sambands-politikararnir ikki sjálvir at
metta ta stóru sambandssvongdina, so
koma teir mongu dulnevndu
sambandsmenninir teimum til hjálpar:
“Kut", "blak” osfr. Tak t.d. "Kut”.
Hesin persónurin tykist at vera væl
orienteraður og rakar eisini seymin á
høvdid av og á. Men gjøgnumsiirgadur
av øllum sambandskum! Hví ongar
atfinningar móti sambandsflokkinum!
Júst sami “Kut" er eitt sera gott dómi
um, hvussu heft blaðið og flokkur eru at
hverjum ødrum - eru at sammeta við
ein siamesiskan tvíburð - og er kut
eisini eitt gott dómi um muruna hjá
blaði og flokki. Og ring er muran, tá ein
sum “viðmerkjari til dagsins mál" bara
sær flísuna í eyganum á bróður sínum
og ikki bjálkan í sínum egna. Vit finna
ein felagsnevnara í gllum hesum:
Leiðsla Dimmalættingar, “Kut",
nevndir og énevndir
sambandspolitikarar draga allir somu
linu og hon er - og hevur verid tad
leingi - ein einvis og miðvís
nidurgerding av øllum ti, sum hevur vid
javnaðarflokkin og javnaðarfólk at gera.
Minnir ikki sért um herðferðina hjá Óla
Breckmann móti javnaðarfólki, men
bara eitt sindur meira innpakkað. Tað
var eisini tann tíð, tá sjálvt religiónin
varð brúkt í hesum stríði. Tað var tá
tann ótespiliga og ósakliga herferðin
hjá Wurmbrand, Vágadal og øðrum í
Dimmalættingina var góður musikkur í
oyrunum á sonnum sambandsmonnum.
Nú eru heitini og spøldrini skift út til
fonisk í gár. Som De vil kunne
med ved fusionens gennem-
“Kut" ol. Hesin “kut", sum eftir øllum
at dóma stendur bæði Dimmalætting og
sambandsflokkinum sera nær, hevur
helst eitt bein í hvørjum stað, ger tað
skitna arbeiði. Har Dimmalættingar-
blaðstjórin, sambandshøvdingin og
aðrir framstandandi sambandsmenn ikki
tora at leggja navn til og dálkar
fingrarnar ov nógv, har tekur “kut"
arbeiðshandskarnar upp á og ger tað
sktina arbeiðið.
SJÁLVANDI hevur blaðið sín fulla rætt
til at hýsa dulnevndum brøvum og
greinum. Tað ger Sosialurin so sann-
iliga eisini. Men munurnur er bert tann,
at Dimmalætting og sambandsflokkurin
í hesum førinum við “kut" hava
uppfunnið ella umbiðið ein persón til at
gera tað skitna arbeiði undir dulnevni.
Kut er ikki ein vanligur lesari. Hann er í
veruleikanum veruligi talsmaðurin -
ideologurin - hjá siamesiska tvíburð-
inum, Dimmalættingini og sambands-
flokkinum.
NÚ Dimmalættingin fekk veruliga
kapping frá eitt nú Sosialinum høvdu
við væntað, at blaðið fór at gera meira
burtur úr tí ópolitiska og upplýsandi
partinum. Tað sær ikki mætari út enn at
blaðið ger beint tvørturimåti tvs. krøkir
seg enn meira í tað sambandskpolitiska
og setir allar kreftir inn upp á tað. Alt
verður gjørt til tess at gera blaðið til
eina desideraða partípolitiska sproytu.
Hetta er stórt spell fyri ikki bert tær
vælmeinandi og góðu kreftirnar á
blaðnum men so sanniliga eisini fyri
føroyska fjølmidlaheimin, sum meira
enn nakrantíð hevur brúk fyri bløðum,
ið ikki bert hýsa øllum meiningum men
sum í stórri mun eru uppsøkjandi og
krittisk í øllum samfelagsvidurskiftum,
eisini mótvegis teimum, sum politiskt
standa einum aæst.
TIL Edmund, “kut" og aðrar sambands-
røddir hava vit bert hetta at siga: haldið
endiliga fram við at viðgera og umrøda
Sosialin. Kanska vit tá hóast alt kunnu
fáa eitt sakligt orðaskifti, sum nettup er
tað, ið vit øll í hesum samfelagnum
hava mest brúk fyri. Og hetta orða-
skiftið vilja vit ikki bert vera við til at
stinga út í kortið, men so sanniliga
eisini fylla karmarnar út í. Blaðið er til
fyri lesaran, allar lesarar, eisini sam-
bandsmenn.
Sosialurin
Samrødan við Dagny Joensen
indse, er Deres artikel pá denne = førelse varð d efti i
. ir at blaðið var
baggrund forkert og uden fak- På denne baggrund anmoder farið een
tisk sammenhæng med situa- jeg om optagelse af dette brev i Lesið annars á síðu 5
tionen, som den foreligger í bladet. |
dag. Dertil kommer, at den Med venlig hilsen Blaðst
alene kan medvirke til at skabe i-
unødig ængstelse og uro i Tage Benjaminsen
»rækkerne« hos vort perso-
nale, som for tiden har nok at
tænke på med den omfattende
proces, de nu er eller skal i gang