fríggjadagur 11. februar 1994síða 11
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið ED Nr. 29 — 11. FEBRUAR 1994 Sida 11
Útvarp Føroya
Friggiakvøldid kl. 21.10:
Magnussen &
Magnussen
Fólk úr dansibólkinum »Kom og dansa<
royna í sendingini at læra at dansa rútmiskt.
Hvussu væl dansiroyndir eydnast er ilt at
siga, men ivaleyst spyrst okkurt stuttligt
burtur úr tí.
Vakrir fuglatónar verða at hoyra í
akkustiska tónleikatáttinum. Tónleikarar-
nir hava ikki spælt saman í nógv ár, men
hava aftur sett sær stevnu, og vit hoyra ein
part av úrslitinum.
Hesaferð er persónurin í andgletti ein
maður, sum hevur gjørt vart við seg innan
politikk og ítrótt. Í kveld svarar hann tó
persónligum spurningum, sum ongantíð
hava verið settir honum alment.
Leygardagin kl. 19.05:
>Tað er føstulåvints-
leygarkvøld«
í útvarpinum
Útvarið fer aftur í ár at hava føstulåvints-
sending. Hetta er ein skemtisending við
nýggjum aktuellum tættum og leikum.
Klaksvíkingurin Hans Hjalte Skaale
verður eisini við í sendingini við nýggjum
forvitnisligum tilfari.
Robert McBirnie leggur undirhaldssend-
ingina til rættis.
Náttarravnar
Olympiska vetrarkvøldid fara Nåttarravn-
amir at spæla nyggjan norskan rock og
popptónleik. Birgir fer at spæla brot úr mest
seldu plátuni í Noregi í fjør — tað er triða
plátan hjá Stavangerbólkinum The Sep-
tember When »One Eye Open«.
Í spurnarkappingini verður farið á ferð í
Noregi og spurt verður eisini um ítrótt uttan
úr heimi. Vinningamir eru nåttarravns-
troyggjur, fløgur, atgongumerki til filmar
og eitt hugnakvøld fyri tvey.
Nýggjur dansur
úr Kagganum
Hetta vikuskiftið fer útvarpið at hava fleiri
sendingar við kvøding og dansi. Fyrsta
sendingin verður leygarkveldið kl. 20, og tå
leggur Dansifelag Kaggans fyri.
Fyri fyrstu ferð hevur útvarpið gjørt
dansiupptøku í Dansifelag Kaggans. Fe-
lagið fer at kvøda Bøhmerlandsdronningen,
Guttormsvisu, Vågen, Åslurimu og Fipuna
Føgru.
Skiparar eru Katrin Johansen, Regin Eik-
hólm, Borgild Ellefsen, Hans Holm og
Marjun Berg, og Dansifelag Kaggans fer at
kveða ein góðan tíma.
Leygarkvøldid verða eisini Vága Dansi-
felag, Jómsvíkingar í Vági og sumbingar at
hoyra.
Sunnukveldið fara dansifelagið Stigum
Fast og Dansifelagið í Havn at kvøda frå
klokkan 19 til 20.
«+ 18.30 Paradise Beach 14.30 21 Jump Street
19.00 Love, Lies & Murder 15.25 Tíðindi
20.40 Tibindi 15.30 Paradise Beach
' 20.45 The Missouri Breaks 16.00 Stuttfilmur
JE | 5 rn,
1220 Góða | 140 TV-Shop y:
14.00 The Golden Girie 21.30 The Sheltering Sky
14.30 21 Jump Street 2350 Tíðindi
15.25 Tíðindi Mikudagur 16. februar 2355 Fangin
15.30 Paradise Beach 7,00 TV 0.55 TV-Shop
16.00 Barnaletan hjá Skurt
17.00 Home Improvement
1725 Tibindi
17.30 Harry og familjan Henderson |
18.00 Grannar
.
| 11,25 PoorLitte Rich Gir
| 14.00 The Golden Giris -
Hósdagur 17. februar
| 700 TV
11.35 PoorLittie Rich Girl
14.00 The Golden Giris
| 14.30 21 Jump Street
| 1525 Tíðindi
| 1530 Paradise Beach
16.00 Barnaletan hjá Skurt
| 17.00 Home Improvement
17.25 Tíðindi
17.30 Harry og familjan Henderson
18.00 Grannar
| 18.30 Paradise Beach
| 19.00 Imeriors
| 20.35 Tíðindi
| 20.40 Cat People
| 2245 Dangerous Love
025 TV-Shop
Føroyar — ein åvaring
>Tað kemur føroyingum aftur um brekku,
góðtaka vit nógv umtalaðu kvotaskipanina
ófyrireikað<. Ávaringin kemur frá ís-
lendinginum Gisla Pálssyni, professari við
Háskula Íslands.
Ringa stødan í Føroyum verður nógv um-
talað í Íslandi. Í hesi sending verður eisini
tosað við leiðaran á fiskirannsóknarstovuni
við Háskula Íslands, Orn Jónsson. Hann fer
at nema við spurningin: Hvat hava føroy-
ingar óg íslendingar at taka til, tá ongin
fiskur er eftir?
Karolina Hansen leggur tilr ættis.
Mánadagin kl. 9.30 og
hósdagin kl. 9.30:
ZOSIA -ein sega frá oðrum
heimsbardaga
Søgan er søgd sum endurminning hjá ein-
um ungum hermanni. Stillisliga greidir
hann frå hugsanum og kenslum sinum.
Einki hóvasták og eingi stór, tóm orð.
Kríggið er gerandisdagur hansara, men
kortini er hann ein ungur maður, sum hýsir
øllum teimum eymu kenslum, sum flest øll
hýsa á ungum aldri.
»ZOSIA« er long stuttsøga, sum verður
send í 6 pørtum. Høvundurin Vladimir
Bogomolov varð borin í heim um Moskva-
leiðina í 1926 og striddist undir gørum
heimsbardaga bert 18—19 ára gamal. Hann
hevur eisini skrivað ta kendu søguna
»Ivan«, sum Tarkovskij gjørdi til heims-
kendan film.
Utvarpid fer at senda søguna månamorg-
| un kl. 9.30 og hósmorgun kl. 9.30. Mari-
anna Debes Dahl hevur tytt og hon leggur til
rættis. Dånjal Joensen er fråsøgumadur í
søguni, sum er skipað sum ljóðmynd.
Ur leikhøllini og
Leikum Fagurt
Føstulåvintsmånadag verður nógv kvøding
í útvarpinum. Lagt verður fyri við barna-
dansi kl. 17.05.
Kl. 19.30 fer útvarpið at senda dansiupp-
tøkur úr leikhøll útvarpsins, har Dansi-
felagið í Havn kvgður.
Kl. 21.10 verður farið í dans hjá Leikum
Fagurt heima á Sandi og endað verður við
sumbingum.
Mánadagin kl. 18.00:
Nordurlendskur
tonleikur
Í norðurlendska tónleikinum føstulåvints-
månadag hoyra vit jazz úr Danmark. Jazz-
orkestrið hjá Hans Fej úr Agerskov í Suður-
jútlandi — »Frej's Jazz« fer at spæla norður-
lendsk fólkaløg í egnum útsetingum.
Mánadagin kl. 19.00:
Høvdingar hittast
Í fjórða og seinasta fyrilestrinum verður
lýst, hvussu ið Sigmundur og Tróndur
verða fataðir í søgubókum okkara til skúla-
brúks. Víst verður á, at í søgu í fólkaskúl-
anum er Sigmundur hetjan, meðan
næmingarnir í skaldskapartekstinum fáa
heilt aðra mynd. Annar partur er, hverja
mynd vitnú hava og hví. Hvussu Tróndur er
vorðin næstan einaráðandi, tað verði seg í
skaldskapi, øOrum teksti, rødum og annars
millum manna.
Hetta er 4. og seinasti fyrilesturin hjá
Rógva Thomsen.
Mánadagin kl. 20.30;
Ísmal og Svanhild
Sólarljómi
Hetta er seinna sending um >Ísmals tått«,
og í henni hoyra vit brúdleypið, tá í Ísmal
fræga kempa festir Svanhild Sólarljóma,
hålvsystur Sjúrðar. Vit hoyra Havnar
Dansifelag og Dansifelagið Stígum Fast í