Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-02-12, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. februar 1994síða 19

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið CSA Nr. 30 — 12. FEBRUAR 1994 Síða 19 Framhald av síðu 2 heldur, at sera gott grund- arlag er fyri øktum samstarvi millum Føroyar og Rusland tí vit hava drúgvar royndir fyri sam- arbeiði. Vit eru sera væl á bylgjulongd sum menn- iskju og hava álit á hver gørum. Hetta er eitt tað mest umráðandi skal tú menna eitt samarbeiði. Landsstýrismaðuri heldur hetta, at vit eru eitt lítið land vera ein stóran fyrimun, tí russar eru kanska ikki so bangnir fyri at verða drignir upp á tráð og snýttir av. føroyingum sum av Palleba må rakna við Ofta og títt hesi seinnu árini havi eg ivast í, um vit føroying- ar eru heilt rættsiktaðir. Ikki hugsa, ikki síggja og so reingja veruleikan so hann passar, sum hverjum hóvar. Hver einasti av okkum hev- ur verið vitni til ta niðurbrót- ing, ið er farin fram, øll kenna hvussu rotið breiðir seg, og næstan øll sýnast bara at lata fara. Slíkt má vera tekin um álv- arsligt brek á viti og skili hjá fólki. Av roti og líkasælu lótu vit samfelagið fara, uttan at tann politiski kleyvarskapurin og peningamisnýtslan fær nakra sum helst avleiðingar. Sjálvt um seinasti leikurin hjá myndugleikunum tømdi ALS, so er ongin reaktión. Vit góð- taka tað mest ótrúliga tvætlið sum umbering, og vríggja okk- um einaferð afturat, fyri at sleppa undan at viðurkenna veruleikan og taka ábyrgd fyri okkum sjálvum. Harraguð, kanska tað gongur allíkavæl, er loysunarorðið. Tó tað einasta, sum trívist í hesum døgu, er ólevnaðurin, spillan smittar alla staðni. Hyggið einaferð við atfinning- arsomum eygum at manna- gongdini, og roynið at seta réttu nøvnini á hendingarnar. Ein landsrættardómur hevur avdúka óreiðiligheitina í allari tí politisku skipanini og hjá gl!- um politikarunum, men hvat Somu politikarar stuttleika sær nú við so líðandi at snara hevdið av okkum øllum. Ein ella fleiri álvarsamar á- kærur eru ávegis móti bankun- onki. Stjórnarbólkurin í tí nýggja samanlagda bankanum er meg- inparturin av teimum fólk- unum, ið luttóku ella í hvussu so er vistu um ræðuleikarnar í 80'unum. Ikki so frægt av skomm í hesum fólkunum, at tey smæðast við at halda seg til. Palleba svelgir, og kann so stuttleika sær eina tíð, við at finna hóskandi navn til ina at rakna við og spyrja, hvat h....... er meiningin. Ella skulu vit bara spæla at hesin vitleysi leikur, ið onga aðra staðni hevur sæð sín líka, ikki hendir her hjá okkum. Vinarli Súsanna Dam gørum. jan KUNNGERÐ Nr. 50 frá 10. Senruar 1994 ásetan av frádrátti fyri meirútreiðslur til kost og husaleigu og fyri frådrått fyri sjukra- og vanlukkutrygging fyri 1994 Við heimild í $ 33, nr. 12) í løgtingslåg nr. 86 frå 1. september 1983 um lands- skatt og kommunuskatt við seinni broytingum, hevur Likningarråd Føroya fyri- sett: $ 1. Meirútreiðslur til kost, húsaleigu, sjúkra- og vanlukkutryggingar, id skatt- gjaldari hevur vegna inmtøkugevandi arbeiði á landi í útlandinum, sambært á- setingini í nevndu grein, kunnu dragast frá tá id inntøkan verður uppgjørd, treyt- að av, at dvelurin uttanlands er vegna arbeiði, og at dvelurin uttanlands í inn- tøkuårinum antin er 2 mánaðir uttan avbrot ella í minsta lagi er 100 samdøgur í inntøkuårinum. 2. stk. Frådråtturin fyri kost og húsaleigu, verður veittur sum ein samdegurfrá- dráttur fyri eykautreidslumar til kost og húsaleigu. 3. stk. Samdegurfrádrátturin fyri kost og húsaleigu, verður árliga åsettur av Líkningarráð Feroya. Frádrátturin eftir hesum reglum kann tó ongantíð vera størri enn skattskylduga uttanlandsinntøkan. 4. stk. Frådråtturin fyri sjúkra- og vanlukkutrygging, verður árliga ásettur av Líkningarráð Feroya, sbr. $ 4. $ 2. Fyritreytin fyri samdøgurtrådråtti eftir hesum reglum er, sbr. $ 1, at talan er um persón undir fullari skattskyldu í Føroyum, og at skattgjaldarin vegna inn- tekugevandi arbeiði á landi í útlandinum, herumframt hevur skyldu til at rokna ta í útlandinum vunnu lønina vid í tað føroysku inntekuuppgerðina, tá ið henda verður gjørd upp, og at skattgjaldarin hevur avhildið meirútreiðslur til kost og húsaleigu, og at viðkomandi annars ikki hevur fingið útreiðslurnar endurgoldnar skattafrítt frá arbeiðsgevara. 2. stk. Fær løntakari í sambandi við arbeiði frían kost og frí hús, hevur hann ikki rætt til frádrátt fyri kost og hús. Hevur løntakari fingið lutvíst fri hús ella kost, lækkar frådråtturin lutfalsliga í sama lutfalli sum løntakarin hevur fingið fri hús ella kost. Skattgjaldari kann ikki samstndis fáa frádrátt fyri dupult húsarhald og frádrátt eftir reglunum í hesi kunngerð. 3. stk. Skattgjaldari sum kemur undir reglurnar í hesi kunngerð skal, tá ið sjálv- uppgåvan verður innlatin til Toll- og skattstovu Føroya, leggja við skjalprógv fyri dagatalið uttanlands, umframt årslønarsedil og viku- ella mánaðaravrokningar. $ 3. Samdøgurtrådråtturin fyri kost og húsaleigu er ásettur niðanfyri í $ 5 pr. samdøgur fyri viðkomandi arbeiðsland. Full frådråttarupphædd verður latin fyri teir fyrstu 28 álmanakkadagarnar, ið lentakarin arbeiðir sama stað. Sum meginregla verður 28 daga tíðarskeiðið at rokna við fráferð úr Føroyum í sambandi við arbeiðið uttanlands. Frádrátturin fyri nevndu 28 dagar, kann bert verða veittur løntakaranum fyri teir dagar, ið veruliga hava beinleiðis samband við ferðina og dvølid uttanlands vegna arbeiðið í útlandinum. Annað fyri arbeið- ok annars óviðkomandi dvøl uttanlands, verður ikki talt við í frádráttartíðar- Hevur løntakari verið heima í Føroyum aftan á eitt uttanlands dvøl, byrjar eitt nýtt 28 daga tíðarskeið viðv. frádráttarrætti, um løntakarin, tå ið hann fer uttan- lands aftur í arbeiði, treytað av at hetta er í ødrum arbeiðsstað, sum ger tað neyðugt hjá honum at flyta bústað frá síðsta arbeiðsstaði. 2. stk. Tá arbeitt verður sama stað í meira enn 28 dagar, verður samdøgur- frádrátturin, sbr. $ 5, bæði fyri kost og húsaleigu, minkaður við 1/4 frá og við tí 29. ålmanakkadegnum, sí vidv. upphædd undir $ 5. 3. stk. Frávera í sambandi við at flutt verður til annað arbeiði í minst 5 dagar, og sum ger tað neyðugt at flyta bústað orsakað av arbeiðsstaðnum, brýtur tó sum meginregla 28 daga regluna. 28 daga reglan verður tó ikki avbrotin við fráveru orsakað av fyribils arbeiði aðrastaðni, sum varar í minni enn 5 dagar $ 4. Frádrátturin fyri sjúkra- og vanlukkutrygging, sbr. $ 1, 4. stk., verður fyri 1994 loyvdur til skjalprógvaðar meirútreiðslur vegna hesar tryggingar, tó í mesta lagi við 7.000,00 kr. fyri árið. $ 5. Líkningarráð Føroya hevur ásett hesar frådråttarupphæddir at galda fyri meirútreiðslur fyri kost og húsaleigu fyri 1994. Upphædd pr. samdegur Upphædd pr. samdegur fyri fyrstu 28 dagar: frå 29. degl: Land valuta húsaleiga kostur husaleiga kostur Belgia BEC 143330 2700,00 1075,00 2025,00 Bretland GBP 31,65 45,00 23,75 33,75 Canada CAD 42,65 70,00 32,00 52,50 Danmark DKR 307,00 500,00 230,00 375,00 Eysturríki = ATS 586,65 830,00 440,00 622,50 Finland FIM 176,65 370,00 132,50 277,50 Frakland FRF 236,65 460,00 177,50 345,00 Grikkaland GRD 6000,00 9000,00 4500,00 6750,00 Grønland — DKR 307,00 500,00 230,00 375,00 Holland NLG 58,30 125,00 43,75 93,75 Írland JEP 24,00 46,00 18,00 34,50 island DKR 220,00 670,00 165,00 502,50 Italia ITL — 63666,65 110000,00 47750,00 82500,00 Luxemb. BEC 143330 3000,00 1075,00 2250,00 Noseg NOK 296,65 530,00 222,50 397,50 Portugal PTE 6166,65 7700,00 4625,00 5775,00 Spania ESB 6000,00 9000,00 4500,00 6750,00 Scbweiz CHF 49,33 105,00 37,00 78,75 Svøriki SEK 311,65 550,00 233,75 412,50 Tyskland = DEM 57,00 110,00 42,75 82,50 USA (N.York) USD 63,30 78,00 47,50 58,50 USA (annars) USD 55,00 72,00 41,25 54,00 Onnurlond DKR 116,65 350,00 87,50 262,50 $ 6. Henda kunngerð fær gildi 1. januar 1994 og er galdandi fyri inntøkuårid 1994. Tórshavn, tann 10. februar 1994 LIKNINGARRÅD FØROYA