leygardagur 12. februar 1994síða 24
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 24 Nr. 30 — 12. FEBRUAR 1994 Tíðindablaðið ED
Kalmar tók myndirnar í ytra skúla og i Venjingarskúlanum
Hava hildið føstulåvint
Summir skúlar høvdu fóstulávintshald í gjár, tí teir hava
frí mánadagin
Mánadagin er føstulåvints-
mánadagur, og á teimum
skúlum, sum halda frí
henda dag, ber sjálvsagt
ikki til at halda føstulåvint.
Tí valdu summir skúlar at
hava føstulåvintshald
longu f gjår.
Í ytra skúla - sum hann
verður nevndur - hjá
Venjingarskúlanum í Havn
møttu børnini í 2. og 3.
flokki gryluklødd um morg-
unin. Tey møttu ein tima
seinni enn vanligt, fyri at øll
skuldu hava stundir at lata
seg i.
Skúlin hevði keypt tunn-
ur, men tíverri vóru tær so
dýrar, at børnini máttu
sjálvi taka pengar við til
kaku og sunkist.Tað var ein
tunna til hvønn árgang, og
tá tunnurnar vóru slidnar,
var Tróndakvæði kveðið,
og jólini vóru eisini tald.
Tey lært at kvøda í skúl-
anum.
Aftaná settust gll at eta og
drekka tað, tey høvdu fing-
ið.
Argja skúli
Í Argja skúla vóru ongar
tunnur, tí tey vilja heldur
stuttleika sær upp á ein ann-
an máta.
Allir næmingarnir á skúl-
anum vóru við, og har vóru
ymisk spøl og fram-
haldsdeildin hevði móta-
framsýning. Har vórðu gll
snið av klæðum sýnd fram,
heilt frå føroyskari húgvu til
plast-klædir, so føstulåvint
noydist ikki bert at vera
tunnuslåing og at ganga
grylu.
Jónleif
Føstuinngangur
Kollekt. Latum okkum øll bidja: ef
Harra, vár Guð, himmalski faðir! Tú, sum
opinberaði teg við heilaga anda tínum, tá ið kæri
sonur tín varð doyptur, og við reyst tíni vísti
okkum til hansara, sum hevur tikið á seg allar
syndir okkara, fyri at vit við honum skulu hava
náði og fyrigeving syndanna, vær biðjum teg:
varðveit okkum øll, okkum, sum eftir tínum
boðum eru doypt í Jesu navni, og styrk trúgv vára
við heilaga anda tínum og hjálp okkum til hitt
æviga lívið og sælu fyri elskuliga son tín, Jesus
Krist, váran harra, sum við tær livir og ræður í
einleika heilaga andans, ein sannur Guð um aldur
og ævir allar! Amen.
Epistulin skrivar Paulus ápostul í fyrra brævi
sínum til Korintmanna, 13. kap.
Um eg talaði við tungum manna og eingla,
men hevði ikki kærleika, tá varð eg ljómandi
málmur ella klingandi bjølla. Og um eg hevði
profetagåvu og kendi øll loyndarmál og átti allan
kunnleika, og um eg hevði alla trúgv, so at eg
kundi flyta fjøll, men hevði ikki kærleika, tå var
eg einki. Og um eg býtti út allar ognir mínar, og
um eg læt likam mítt, so at eg varð brendur, men
hevði ikki kærleika, tå gagnaði tað mær einki.
Kærleikin er langmóðigur, hann er góðviljaður;
kærleikin øvundar ikki; kærleikin er ikki stórorð-
aður, blæsur seg ikki upp; hann hevur ikki 6sømi-
ligan atburð, sekir ikki sítt egna; hann ilskast ikki,
er ikki illmintur; hann gleðist ikki yvir órættvís-
ini, men gleðist saman við sannleikanum; hann
tolir alt, trýr øllum, vónar alt, ber alt. Kærleikin
felllur onga tíð burtur; men hvert tað so eru
profetagávur, so skulu tær fáa enda, ella tungur,
so skulu tær tagna, ella kunnleiki, so skal hann fáa
enda. Tí at vit skyna í pørtum. Tá ið eg var barn,
talaði eg eins og barn, hugsaði eg eins og barn,
dømdi eg eins og barn; men síðan eg eri vorðin
maður, havi eg lagt barnaskapin av. Tí at nú
síggja vit í spegli, í gátu; men tá skulu vit síggja
andlit til andlits; nú kenni eg í pørtum, men tå
skal eg kenna til fulnar, eins og eri sjálvur til
fulnar kendur. Men nú verða tey verðandi, trúgv,
vón og kærleiki, hesi trý, men størstur av teimum
er kærleikin.
Hetta heilaga evangeliid skrivar Lukas
evangelistur, 18. kap. 31. v. og út.
Men (Jesus) tók teir tólv til sin og segði við
teir: >Sí, vit eru á ferð niðan til Jerúsalem, og alt
tað, sum skrivað er av profetunum, skal fullbúgv-
ast menniskjusoninum. Tí at hann skal verða
givin upp í heidna manna hendur og spottaður og
háðaður og áspýttur, og teir skulu húðfleingja
hann og drepa hann, og triðja dagin skal hann rísa
upp<. Men teir fataðu einki av hesum, og hetta
orðið var dult fyri teimum, og teir skildu ikki tað,
sum talað varð. Men tað bar so á, tá ið hann nærk-
aðist Jeriko, at har sat ein blindur maður við vegin
og biddaði. Og tá ið hann hoyrdi eina fjøld av
fólki ganga framvið, spurdi hann, hvat hetta var.
Tey søgdu honum, at Jesus úr Nasaret kom fram-
vid. Og hann tók at rópa og segði: >Jesus, sonur
Dåvids, miskunna mær!< Og tey, sum gingu
undan, hóttaðu at honum, at hann skuldi tiga; men
hann rópaði nógv harðari: >Sonur Dávids, mis-
kunna mær!< Tá steðgaði Jesus og beyð, at hann
skuldi verða leiddur til sín; og tá ið hann var
komin tætt til hansara, spurdi hann hann og segði:
>Hvat vilt tú, at eg skal gera fyri teg?< Men hann
segði: >Harri, tað, at eg má fáa sjón mína aftur!<
Og Jesus segði við hann: >Fái tú sjónina! Trúgv
tin hevur frelst teg!« Og í stundini fekk hann sjón-
Ina aftur, og hann fylgdi honum og prísaði Guði.
Og alt fólkið lovaði Guði, tá ið tey hetta sóu.