týsdagur 15. februar 1994síða 12
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 12 Nr. 31 — 15. FEBRUAR 1994 Tíðindablaðið CD
VIDMERKING til grein i Sosialinum 10.2.
August Wang um rúsdrekkalógina:
»Smærri broytingar ynskiligar«
fomanfyrinevndu grein verður
m.a. skrivað, at Felagsnevndin
fyri Fráhaldsfelggini skal í ein-
um tíðindaskrivi hava sagt »af
føroyingar hava nærum
heimsmet í rúsdrekkanýtslu=.
Vit skulu beinanvegin gera
vart við, at Felagsskrivstovan
hjá Fráhaldsrersluni (ei heldur
Felagsnevndin!) ongantíð hev -
ur sagt at føroyingar hava
heimsmet í rúsdrekkanýtslu.
Vit sendu 27.01. eitt skriv til
blødini, har vit m.a. vístu á, at
sølan av rúsdrekka er minkað
umleið 30 prosent í 1993. Vit
settu í hesum tíðindaskrivi tøl-
ini fyri 1992 og 1993 upp ímóti
hverjum ðrum.
Minkingin í nýtsluni vóru
hevuðstíðindini
Hetta at rúsdrekkanýtslan var
minkað sera nógv í 1993 vóru
hevuðstíðindini. Men bæði
Sosialurin og Fjúrtandi fingu
tað til, at tíðindaskrivið í høv-
uðsheitinum snúði seg um at
føroyingar hava heimsmet í
brennivínsnýtslu og drekking.
Vit gjørdu eitt mistak, og tað
var at vit ikki settu yvirskrift-
Tab. 1.1
ina á sjálvi. Vit endaðu grein-
ina við at siga at citat >Vón-
andi fara fjølmiðlafólk og
onnur áhugað at nýta hagiøl-
ini fyri 1992, tá samanborið
verður við nýtsluna fyri 1993.
Vit skulu samtíðis minnast til,
at føroyska skrásetta nýtslan
av brennivíni per íbúgva enn
er ein tann hægsta í heimin-
um«. Hesin litli setningurin,
sum var partur av einum stórri
samanhangi um føroysku rús-
drekanýtsluna í 1992 og 1993,
bleiv av Sosialinum og Fjúrt-
anda gjørdur til yvirskrift á
greinini. Yvirskriftin kundi
heldur verið »Føroyska rús-
drekanýtslan er minkað 30
prosent í 1993« ella »Vin-
nýtslan er minkað við 63
prosentum í 1993«. Vit vita
ikki rættuliga hví fjølmidla-
fólk altíð misskilja rúsdrekka-
hagtøl og risdrekkapolitikk
yvirhøvur. Hví royna fjølmið!-
ar ikki heldur at viðgera okkara
råsdrekkapolitikk meira sak-
liga, t.d. hvussu virkar lógin í
praksis?, t.v.s. bæði fyrimunir
og vansar við okkara rús-
drekkapolitikki. Vit halda okk-
um hava lagt til merkis, at fjøl-
miðlar eru glaðari fyri at skriva
um negativar fylgjur av okkara
rúsdrekkapolitikki, enn tær
positivu.
Fyri at venda aftur til sam-
røduna við August Wang, so
eru vit fult út greiðir yvir, at
føroyingar ikki ava nakað
heimsmet í rúsdrekkanýtslu,
ogvitloyvaokkum at trúgva, at
tað veit August eisini av, at vit
vita! Tað, sum vit søgdu var, at
brennivínsnýtslan í Føroyum
enn er millum tær hægstu í
heiminum. Vit kunnu upplýsa,
at føroyingar í 1992 lógu á 4.
plássi millum 32 ymisk lond,
ið vanliga verða samanborin í
råsdrekkahagtølum, men
gloym ikki, hetta var einans
hvat i brennivinsnytslu við-
vikur, si hjålagda skjal frå
SIFA og Norska Rusmiddel-
direktoratet. August sigur vid
greinskrivaran (tór), at vanliga
verður nýtslan mátað í reinum
alkoholi per íbúgva yvir 15 ár.
Hetta er ikki heilt rætt, tí ofta
verður nýtslan uppgjerd í rein-
um alkohol-litrum per íbúgva,
td. í vidløgdu hagtølum frå
Årlig omsetning av alkohol í en del land, målt i liter ren alkohol pr. innbygger
——
1980-1990
Frankrike
Spania
Sveits
Øst-Tyskiand
Ungarn
Vest-Tyskland
Portugal
Beigia
Østerrike
Danmark
Italia
Bulgaria
Tsjekkoslovakia
Australia
Nederland
Argentina
New Zealand
Canada
Romania
Storbritannia
Finland
SIFA. Tað, sum er avgerandi er
at øll tølini, ið verða saman-
borin, verða samanborin útfrá
sama fólkagrundarlagi, t.v.s.
„per ibiigva« ella síbúgva yvir
15 år«. Tølini hjá SIFA eru fyri
1990, vit hava tíverri ikki
funnið nýggjari tel yvir brenni-
vínsnýtsluna í hinum 31 lond-
unum enn hesi.
Brennivínsnýtslan er høg
Um vit samanbera brennivíns-
nýtsluna í Føroyum í 1992 við
nýtsluna í hinum 31 londunum
(1990 tel), so vísir henda at
frammanfyri okkum lógu bara
1. Eystur Týskland
2. Ungam
3. Polen
4. Føroyar
øll hini 28 londini lógu aftan
fyri okkum hvat brennivins-
nytslu vidvikur.
f 1993 hendi tad, at føroyska
brennivínsnýtslan minkaði 38
prosent frá 3,46 per íbúgva til
2,23 (100.927 I: 45.333 fólk)
litrar av reinum alkoholi per
íbúgva. Hetta førdi vid sær, at
Føroyar fóru niður á eitt 13.
pláss millum hesi somu 32
Tab. 1.2
Årlig omsetning av brennevin i en del land,
londini. Við ødrum orðum
kann sigast >At sjálvt um
okkara nýtsla av brennivíni
minkaði 38 prosent, so lógu
enn heili 19 lond aftan fyri
okkum«. Hetta var sostatt or-
søkin til, at vit í greinini kundu
siga, at føroyska nýtslan av
brennivíni enn er ein tann
hægsta í heiminum. Hetta
merkir m.a., at bæði danir,
norðmenn, sviar, bretar, írar og
fleiri onnur liggja aftan fyri
okkum hvat brennivínsnýtslu
viðvíkur.
Samlaða rúsdrekkanýtslan
í Føroyum er lág
Tað er púra rætt sum August
førir fram, at føroyingar eru
millum tey, ið drekka minst
rúsdrekka í heiminum (minst
til hann tosar um rúsdrekka
ikki bert um brennivín). Vit
drukku í 1993 6,18 litrar av
reinum alkoholi per íbúgva
yvir 15 ár ella 4,8 litrar per í-
búgva. Um vit samanbera hesa
nýtsluna við tey seinastu hag-
tølini, ið SIFA og Rusmiddel-
direktoratet hava nytt i frå-
greidingini fyri 1993 (1990
målt I liter ren alkohol pr. innbygger
1983-1990
Argentina
Australia
Beigia
Bulgaria
Canada
Chile
Danmark
Finland
Frankrike
Hellas
Irland
Ísland
7 Venezuela
3,3 Vest-Tyskland
Note: Oppgavene omfatter det registrerte forbruk í de respektive land. Disse
oppgavene vil for en del lands vedkommende være behettet med en viss usikkerhet
Dessuten omfattes ikke det uregistrerte forbruk i form av hjemmeprodusert alkohol,
37 Øst-Tyskland
1,4 Østerrike
turistimport eller smuglervarer
Tall fra tidligere år kan fås ved hendvendelse til Rusmiddeldirektoratet
World Drink Trends, 1992 edition
Venezuela
Se
Peru
Per íbúgva: |
1992 1993 | KE
Føroyar — 6,52 4,8 |
Produktschap voor gedistilleerde dranken
tøl), so liggja Føroyar saman-
lagt á einum 27. plássi. Aftan
fyri okkum liggja bæði Noregi
og Ísland, meðan Svøriki sam-
anlagt liggur á einum 25.
plássi.
Føroyingar hava sostatt
IKKI heimsmet í rúsdrekka-
nýtslu, men liggja sera ovar-
laga hvat brennivínsnýtslu við-
víkur. Tað, sum ger at vit sam-
anlagt liggja so niðarlaga, er
fyrst og fremst okkara lítla vín-
nýtsla og tann lutfalsliga lítla
ølnytslan, sum tó næstan er tví-
faldað síðan 1980 (hetta var
ikki ein yvirskrift).
Enn eina ferð fara vit at heita
á fjølmiðlafólk um ikki at
blanda begrepini rúsdrekka og
brennivín saman, líkasum vit
heldur ikki eiga at siga »grind
og spik«, men »tvøst og spik<.
Vinarligast
Felagsskrivstovan hjå
Fråhaldsrørsluni
Føroyar
Per íbúgva:
1992 1993
3,46 2,23
nr.4 nr.13