mikudagur 16. februar 1994síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
i | Aoyrsartaðsgór: jan Miller
Biaðlótk- Randi Jacobsen - Dagny Utgevari: PA Søslalurin
Krislan Dati Joensen - Tórfinn Smith - | Uppsetng: PM Soslalurin
Hilmar Jan Hansen - Prent: P/t Pressan 1981
Jústinus E
Kærkomin gestur
MÅNAKVØLDID helt danski búskap-
arfrødingurin Lise Lyck sea áhuga-
verdan fyrilestur í Nóatúni um føroysku
bankakreppuna og annars um støduna í
Føroyum. Ongantíð fyrr hava so mong
fólk verið til fyrilestur har, og vísir
hetta, at tað millum fólk er sera stórur
áhugi fyri teimum mongu samfelags-
spurningunum, sum leika á í hesum
døgum. Hetta kundi so møguliga bent á,
at tað altoyðandi vónloysi,sum er við at
fáa fastatøkur í øll og alt her á landi, er
kanska ikki so alráðandi, at tað hevur
køvt sjálvt áhugan og forvitni hjá fólki.
HETTA er annars ikki fyrstu ferð, at
hesin danski búskaparfréðingurin
úttalar seg um støðuna í Føroyum. Tað
gjørdi hon eisini herfyri á einum
seminari í Roskilde og hevur BLAÐIÐ
havt umrødu av hesum seminarinum.
Eisini hava vit sidani tå havt samrødu
vid Lise Lyck. Spurningurin er ti, hvat
nytt hon hevði at siga føroyingum! Jú
vist hevði hon nógv forvitnisligt at bera
fram og eingin ivi er um, at fyrilestur
hennara, sum vit fara at hoyra nógv til
komandi dagarnar, hevur sett skjøtil á
dialogin, har føroyingar í stórri mun
fara at siga sína hugsan og koma við
uppskotum til loysnir, bæði
búskaparligar og politiskar.
DANSKI båskaparfrødingurin helt fyri,
at tíðin nú er farin frá eini reint
búskaparligari loysn av kreppuni í
Føroyum. Hon metti stóðuna vera so
mikið álvarsliga og skuldina so stóra, at
tað rætta nú er at finna eina politiska
Ungdómsbókin
loysn. Tvs. at landsstýrið og danska
stjórnin fara undir eitt heilt nýtt
samráðingarumfar, sum hevur til enda-
mál at fremja eina heildarloysn fyri
Føroyar. Men grundarlagið fyri eini
slíkari heildarloysn er so, at danski
staturin strikar 3 mia. kr. av føroysku
skuldini. Men fyri at kunna gera hetta
so mugu føroyingar koma vid einum
ftøkiligum útspæli, sum miðjar móti at
fremja grundleggjandi broytingar í
samfelagsbygnaðinum.
LISE LYCK nam eisini við gongdina í
øllum bankamálinum, síðani Sjóvinnu-
bankin varð bjargaður á sinni. Hon helt
tað vera skeiva mannagongd at áleggja
føroyingum ábyrgdina av at bjarga
bankunum, meðan slík ábyrgd í gðrum
fórum í Danmark varð løgd á allar
skattaborgarar í landinum. Hon vísti á,
at peningamál als ikki eru nevnd í
Heimastýrislógini og at hesi tí eru
felagsmál, og tískil áttu allir partar av
Rikisfelagsskapinum eisini at verið
viðfarnir eins, tá talan var um at bjarga
bankum.
NÚ eigur ein altíð at vera varin við ikki
beinanvegin at slúka øllum, sum út-
lendskir serfrødingar meina. Tí eiga
føroyingar eisini at vera krittiskir, tá teir
meta um nidurstødurnar hjá hesum
danska búskaparfréðinginum. Tað eiga
vit at vera í øllum slíkum fórum. Harvið
er ikki sagt, at vit ikki eiga at trúgva ti,
sum hon førir fram. Tvgrturímóti halda
vit, at Lise Lyck nemur við nógvar sera
áhugaverdar spurningar og at hennara
nidurstødur so avgjørt “er stof til
eftertanke”. Vit hava ikki brúk fyri at
VALUTAKURSIR
skapa øsing í hesum tíðum, tá so nógv
stendur upp á spæl, men vit hava so
sanniliga brúk fyri at fáa kvalifiserad
boð upp á tað, sum er farið fram og
hvat skal henda. Vit eru tí Lise Lyck
takksamir fyri, at hon tók av
innbjóðingini at koma til Føroya.
Vónandi kann henda vitjan hennara
hava við sær, at danir sum heild men
kanska serliga danskir politikarar fáa
stórri innlit í veruliga støðuna í
Føroyum.
HON nemur við sera eymar spurningar
sum eitt nú atburðin hjá donskum
fíggingarmyndugleikum mótvegis før-
oyingum í sambandi við Sjóvinnu-
bankakrakkið. Hetta er nakað, sum alt
ov lítið er komið fram um, og tað er
sera gott, at hon nú tekur upp spurn-
ingin út frá ngkrum heilt nýggjum
sjónarvinklum. Her loysir hon upp fyri
nøkrum, sum vit øll hava hava innibyrgt
í okkum sjálvum sum eina óvissu og
iva.
TAÐ er greitt, at fyrilesturin hjá Lise
Lyck er adresseraður fyrst og fremst til
okkara politikarar, sum nú mugu meta
um, hvat kann gerast. Tørvur er á eini
nýggjari samráðing millum danir og
føroyingar, har føroyskir politikarar
sjålvir koma vid einum útspæli. Hetta
kann sýnast sum ein kritikkur til
landsstýrið: at tað hevur ikki tíkið nóg
nógv initiativ í sambandi við tær
broyttu tíðirnar. Áhugavert kundi nú
verið at frætt, hvat løgmadur og
landsstýrið annars hava at siga til henda
kritikkin, um hann skal uppfatast sum
slíkur. Tú kanst eisini fara víðari og
67. ÁRGANGUR
Bístaður Arglavegi 26 | Postadr- Pastsmega 78
Argjum 110 Tórshærn
Teisfon: 13820 Teletr 14720 —
nidur å bædi løgtingsplan og fyri tad
kommunuplan og leggja sjónarmiðini
hjá Lise Lyck fram: hvat vilja
kommunalpolitikarar og tingmenn gera
fyri at vera vid til at stuðla
landsstýrinum at leggja uppskot fram
fyri donsku stjórnina, sum ber í sær
grundleggjandi broytingar í samfel-
agsbygnaðinum.
EFTIR okkara meting er spurningurin
rættiliga einfaldur. Føroyar klára ikki at
gjalda alla skuldina aftur. Danir kunnu
og eiga at eftirgeva ein part av skuldini,
men til tess mugu teir eisini kunna
krevja, at føroyingar sjálvir fáa gjøgn-
umført ávísar broytingar. Tað er her vit
finna tann gordiska knútin. Somu polit-
ikarar, sum so fegnir vilja hava danir at
strika skuld, vilja í veruleikanum íkki
ganga við til, at tað verða gjørdar
grundleggjandi broytingar i samfelagn-
um, sum t.d. broytingar í kommunu-
bygnaðinum, vallógini osfr. Veruleikin
er helst tann, sera fáir føroyskir
politikarar vilja broytingar, sum m.a.
kunnu hava við sær, at áhugamál teirra
verða hótt. Spurningurin so so, hver
skal taka sverð í hond og høgga tann
gordiska knútin av! Eingin ivi er eftir
okkara metan, at vit hava brúk fyri
einum dialogi milllum løgting og
landsstýri, einum dialogi, har tingmenn
og landsstýrisfólk gera sær støduna
fullkomiliga greida: at fyri at kunna
krevja nakað av gørum mugu vit so
sanniliga eisini sjålvi til at kenna skyldu
og ábyrgd.
Sosialurin
Ultimo
B Ø LA RI N rr "675.75
USA Dollari 677,60 675, 75
Bretland — Pund — 998,10 — 1012, 14 SKADAR
Í bókaklubbanum UNG kostar hon kr. 92,- A ra 32 ea verda umvældir
Í bókabúðunum kr. 156,- Meg — kr 203 — 4
, Frakland Frankur 114,86 114, 28 æt | LI GA
Belgia Frankur — 18,963 18, 804 1
Sveits Frankur 464,59 460, 95
OM Holland —Gyllin — 348,29 — 346,547- Fa. Tlf. 84448
talia Liri 0,4034 0,3975 BILUM |
BØLARIN Finland — Markur 121,17 — 121,07 UMVÆLING BERGMENN
gs MATS WAHI Island Króna 9,31 9, 25 dansiténleikur id dugir
le > Eysturriki Skillingur 55,591 55, 213
veiða kóp á Spania Pesetas 4,793 4, 801
ísinum. Ísurin Portugal Escudos 3,875 3, 856 4
klovnar og bædi Kanada Dollari 500,92 511, 08 påprrræR | Amme$
enda á einum Japan — Yen 6,5723 — 6,1905 | þá B d h PT. 2
| fø mm ar te | ygdarhúsið :
ísflaka, har tey í Grikkaland Drakmur 2,703 — 2,701 $ r p p þ4
fleiri dagar noyð- på i H OSVI k : |
ast at lívbjarga Kelda: Føroya Sparikassi 3 1 .
sær. 4 Byggarúslo í Hósvík verður leig- $
Lr På að til ymisk endamál, s.s. bingo i
Jåkup i Skemmuni hevur tytt. + brudleyp, veitslur, fundarvirksemi i
1. ; ps o.m.a. Borðreiðast kann fyri uml. 4.
Bókin er besta gávan Deyvafelag Føroya $ 300fólkum. Fáið nærri atvitavid at $
- Skrivstovan í Deyvahúsinum »Effata«, Íslands- # ringja o
vegur 10 B, Tórshavn, er opin hvønn dag kl. 9-11. oe o
6 Telefon/teletax 17597 og telefax 41992, skrivitele- | Þá tlf. 22368 $
8 BOKADEILD FØROYA LÆRARAFELAGS fon tlf. 0123 og bið um 16929 ella 41792. be 7 *
på00000000000000000000000000
Limafundur hvønn månadag kl. 20—23.