Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-02-16, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. februar 1994síða 12

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

— 16. FEBRUAR 1994 Viðmerkingar frá Midflokkinum: Einaferð var tað ein flokkur, ið nevndist javnaðarflokkurin Í farnu viku varð Miðflokk- urin vidgjørd nakrar ferðir í Sosialinum, seinastur var Eirikur Lindenskov fr.dag- in. Synd at siga at umrøda hansara var positiv, men hinvegin er tað so væl skilj- andi, tí ikki man vera huga- ligt at vera javnaðarmaður í dag, og serliga ikki at upp- liva, at aðrir, í hesum føri Miðflokkurin, verjir virði og borgarar, sum javnaðar- flokkurin helt seg hava pa- tent uppá at verja. Av føroyskum politikar- um i dag krevst meira enn at rósa sær av P. M. Dam og hansara likum! Eitt ódnartak tóku teir, sum í 59 við fólkapensiónini løgdu lunnar undir trygd teirragomlu. Tá vóru mong, serliga politikarar, sum speiróku og háðaðu, at hetta fór ikki at bera til, at: »ikki fóru danir at senda postá- vísingar til einstakar føroy- ingar< osfr. Løgid at javn- aðarmenn anno 94 eisini í hesum máli hava skift síðu, tí í dag ljóða orð teirra: hann (Tordur Niclasen) má vera fullgreiður yvir, at fólkapensiónin ikki verður hækkað< (Eirikur Linden- skov í Sosialinum fr.dagin). Somu menn, sum hetta siga, smæðast ikki burtur at rósa sær av bragdinum aðrir framdu í 59. Heldur skuldu teir brúkt tíð at vidgjørt egna mátt-, hugsjónar- og evnaloysi! Í Miðflokkinum verður tað at hjálpa sínum næsta roknað sum ein dygd! Eingin av okkum, sum fyri 2 árum síðani gjørdu av at stovna Miðflokkin, høvdu væntað at tað fór at verða lætt og uttan mótburð og á- lop. Men vit gjørdu tað eftir at hava staðfest, at høvuds- trupulleiki Føroya var eitt ridlandi grundarstødi, sum skiftandi Landsstyri høvdu skapað. Fiskastovnarnar høvdu teir ikki vart, pen- ingastreymin úr landskass- anum í ótryggar fløgur høvdu teir ikki tálmað, trongdina til at sæta sær og sínum høvdu teir ikki verið menn at standa ímóti, moralin høvdu teir slept upp á fjall, og Gudsóttin tykist bert hava verið eitt eiti. Og teimum, sum undan armóð, neyð og fátækt flýggja, rætta teir ikki hond frá síðu at hjálpa. Nú, tvey ár eftir stovan- ina, síggja vit at rætt var gjørt. Sum ongantíð áður er tørvur á einum flokki, sum vil gera upp við fortíðina, rætta teimum hond, sum líða undir fylgjum hennara, og sum vil vera á varðhaldi so fortíðin ikki endurtekur seg. Næstu mør. verða strævnir, men dagligi stuð- ulin vit uppliva ger tað so nógv lættari. At so nakrir fáir politikar- ar hvína og rína, vísir bert at vit eru á rættari leið, og vit taka tað sum (einasta) sunn- heitstekin frá teirra síðu. Og sannføring okkara er greið — tað er hvørki olja, fiskur ella annað rikidømi okkum tørvar mest, men ein djúp umvending aftur til Guds okkara, og tey lívs- virði lívið við Honum gev- ur. Tey eru farin seinastu árni og mega vinnast aftur, skal okkum verða lív lagað áklettunum. Vit geva einum gomlum javnaðarmanni orðið. Flokkur teirra vónsviknu Javnaðarmanna man vera størsti einstaki flokkur av føroyingum í dag, næst eftir tali teirra arbeiðsleysu før- oyinga. Tibetur reagera ikki allir hesir sum Eirikur Linden- skov vid at loypa å onnur. Flestu gera tað meira sjålv- sagda (hygg t.s. sosialin og fakfelagsfólkini Ingeborg og Óla), tey líta inneftir, idka »sjålvkritikk«. Ein av hesum, »gamal javnaðarmaður< nevnir hann seg, skrivar í Dimma- lætting fyri góðum ári síðani harmaljóð síni soleiðis: hver skuldi væntað at upp- livað, at sosial demokratar nakrantíð skuldu ganga á odda at: 1. lækka lønir 2. skerja heimahjálp og aðra sjåkrarøkt. 3. taka stuðul frá fiskivinn- uni. 4. leggja eykagjald á medi- cin og neydsynjarvørur. 5. leggja oljugjald á pen- sionistar og avlamin. 6. taka pensiónina frá teim- um 67 ára gomlu. 7. skerja undirvísingina í skúlunum o.a. Fyri tey, sum gingu und- an í stríðnum fyri javnaðar- hugsjónini her á landi, vóru lønarrættvisi, sosial trygd og líka rættur fyri øll til skúla fremsta skjaldar- merki. Bardagin fyri hesum rættindum var frælsisstríð okkara og fedra vára... vælnøgdir settu teir (slóð- ararnir) fórningin frá sær til aðrar at bera longur fram á vegin. Men eftirmenn royndust skuggar«. Í dag standa fak- felagsfólk í langari rød frammanfyri stjórnarbygn- inginum í Tinganesi og taka ímóti boðum um, at øll hesi dýrt vunnu rættindi eru skerd. Og boðini koma ikki frá teimum har úti á høgra vongi, nei, øll tey nevndu málsóki eru umsitin av sosialdemokratum. Førn- ingurin gjørdist teimum ov tungur. »Hetjurnar av Stiklastødum sukku djúpt í tara tødum«. Vit eru mong, ið kenna kkum særd, og j á íkki. til at Í Hiðani fóru teir væl mann- aðir til Havnar aftan á løg- tingsvalið og fingu sær sæi í lyklastóðu á Løgtingi og í Landsstýri. Urslitid er ar- ið Idé So langt hesin Gamli Javnadarmadur — bert spell at stødan idag, eitt år eftir, er fleirfalt versnad. Fyri okk- um i Midflokkinum ger hetta hinvegin uppaftur meira greitt týdningin av uppgávu okkara! Ein sonn søga um 30 mió. og kærleika samgong- unnar (10+3 javnadar- fólk) til tey gomlu Til og við 1992 guldu pen- sionistar okkara ongan kommunuskatt. Hetta var gjørligt, tí á figgjarløgtings- lógini var avsettur peningur til kommunurnar, sum end- urgjald fyri at fríhalda pensionistar frá kommunu- skatti. Men á heysti 1992 varð hetta knappliga broytt, so pensionistarnir nú skuldu gjalda kommunuskatt, summir teirra upp til 25% av pensiónini. Veitst tú hví hetta hendi? Vóru tað kommunumar, sum vóru so grammar? Vóru trongdu kommunu- politikararnir so sperdir, at teir ikki klåradu at halda fingramar = burtur frá pensionistanna penga- pungi? Nei, einki vóru tað kommunalpolitikarar — tað var — javnadarlandsstyrid, sum tók hesa køldu og hen- synsleysu avgerð at taka 30 mió. frá pensionistum okk- ara, 30 mi6., sum hesir frammanundan áttu og fingu. 11. nov. 1992 skrivaði Føroya kommunufelag bræv til Føroya Landsstyri og åtaladi hesa gerd og bad teir broyta hana aftur. Svar hava teir neyvan fingið. Hvi skrivar Eirikur Lind- enskov ikki um slíkar nýð- ingsgerðir? Eitt skal Føroya fólk vita — hevði Miðflokkurin havt um so bert eitt umboð í sam- gongu tá, so var henda ljóta gerð 6gjørd! Líkist mest politiskum deyðskrampa Um samhaldsfasta og ar- beiðsloysisskipanina = er týdningarmest at sláa fylgj- andi fast: Spurningurin hjá tí ar- beiðsleysa (og tíverri eisini mongum ødrum), er í dag hin einfaldi um at yvirliva. Ella fyri at citera oddagrein í Sosialinum h. 4. febr.: »stødan er veruliga so í nógvum húskjum, at børn fáa ikki líkinda mat, mjól og aðra røkt«. At læna pening frá sam- haldsfasta er ikki nýggj hugsan, hetta varð gjørt fyri kngppum ári síðani, fyri at leysu úr hóttandi kreppu (tá tosaði táverandi javnaðar- landsstýri um at skerja út- gjaldið drastiskt). Tá var hendan låntøka frá sam- haldsfasta gjørd við væl- signilsi javnaðarmanna — og at Eiríkur Lindenskov og nakrir heilt, heilt fáir før- oyingar nú royna at kóka politiska súpan av sam- haldsfasta, er undir alt lág- mark, átaluvert og uttan iva týðuligasta tekinið um, at menn eru á veg yvir í polit- iskan deyðskrampa. Aðrir og nýggir tónar høvdu hóskað seg betur tí unga politiska ættarlið- num! Var orsøk til á vári 93 at leita sær hjá hjá samhalds- fasta, so er orsøkin fleirfalt stórri í dag. Samanumtikið er stóða okkara tann einfalda í dag, at vit kunnu ikki liva við at føroyingar undan neydini leita til Danmarkar, fyri har at finna tatrygd, sum fostur- landsins politikarar ikki megna at tryggja teimum. Fremsta uppgáva okkara er tí at skapa eins tryggar karmar her heima, sum í Danmark, soleiðis at tann, sum undan neyðini ætlar at flyta til Danmarkar, verður verandi, og kanska vit tá enntá fara at uppliva at streymurin vendir. Tordur Niclasen fer tí, eftir áheitan frá stjórn Mið- floksins, at leggja uppskot fyri Løgtingid, sum åleggur landsstýrinum at taka upp samráðingar við donsku stjórnina, við tí fyri eyga, at tryggja føroyingum í Før- oyum eins gott trygdarnet, sum verður bjóðað teimum í Danmark. Bert ein av so mongum misgerðum Søgan um tær 30 mi6., sum Landsstýrið tók frá pen- sionistum okkara, er bert cin av so mongum, mong- Tíðindablaðið GSK um søgum um órættin, Før- oya Landsstyri hevur framt móti borgarum sínum. Skuldu vit greitt frá teim- um gllum, so hevði tað fylt fleiri síður í bløðum okkara. Men sum íblástur til Eirik Lindenskov, í tí upprudd- ingararbeiði, hann vónandi fær hug at fremja innan egna flokk sín, kunnu vit nevna: MVG teirra å heilivåg. Brandskattanina av krigs- pensiónini. Noktan teirra at seta skúla- lækna í Suðurstreymi. »Stuldur« teirra av ískoyti til pensiónina í sb.v. út- gjaldanina av krígspen- siónini. v.m. v.m. v.m. Ein hugsjón uttan neyðuga grundarlagið! Í vinaskara mínum vóru tey, sum blint trúðu hugsjónini aftan sosialismuna. So mangan tosaðu vit um hetta, og eg royndi at vísa á, at 16 at hugsjónin er vøkur og sjálv- søgd, so er ein avgjørdur veikleiki, sum ger at hon ikki fæst at virka — veikleik- in er menniskjan sjálv! Hon má broytast fyrst — innani- frá! Trúgvi ikki, at mær eydn- aðist at sannføra nógvar vinir mínar um hetta, men hinvegin eru nógvir teirra av beiskum royndum sann- førdir í dag. Gongdin í Eystureuropa, men so sanniliga eisini her á klett- unum, megnaði tað orð míni ikki kundu. Men uttan ta broyting, sum bert eitt møti við Frels- aran gevur, megnar menn- iskjan ikki at liva upp til sjálvt fagrastu hugsjónir. Jenis av Rana stj.l. í Miðflokkinum Tvangsauktion På Dommerkontoret, C. Pløyensgøta 1, 100 Tórshavn, afholdes Torsdag den 10. marts 1994 kl. 10.10 tvangsauktion, (AS 697/93) over matr. nr. 1464 c, íbúð nr. 18 Tórshavn be- liggende Berjabrekka 59, Tórshavn. Auktionen er begæret af advokat Frida Patursson, Fr. Petersensgøta 9, Tórs- havn, tlf. 1.1145 (j. nr. 930917) på vegne en pant- og udlægshaver Ejendommen er en ejerlejlighed på en 46 kvm. stor grund, det bebyggede areal udgør 46 kvm. i 1 etage. Ejendommen kan beses efter aftale med ovennævnte advokat. Auktionsdokumenterne ligger til gen- nemsyn på Dommerkontoret. Færøernes fogedret, den 14.02.94 Mette Søgaard-Nielsen dim. Ep eee