Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-02-18, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. februar 1994síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

| Nr. 34 — 18. FEBRUAR 1994 Sida 5 Tíðindablaðið Jón Hestoy yvirdómari Formaðurin í svimjisambandinum er boðin til Gibraltar at vera yvir- dómari á Oyggjaleikunum í 1995 Jón Hestoy er av Oyggja- leikanevndini á Gibraltar boðin at vera yvirdómari, tå Oyggjaleikirnir vera í 1995. Hetta er fyrsta ferðin, at eitt land leitar út um egnar landoddar eftir yvirdómara, og svimjisambandið sær tað sum eina viðurkenning av stødinum á føroysku svimj- ingini og tí serigsa arbeiði, har verður gjørt. hj. Svimjararnir fyri- reika seg væl til Oyggjaleikirnar å Gibraltar i 1995 Kravtreytirnar til svimjararnar, id ætla sær vid til Gibr- altar um hålvtannad år til Oyggjaleikirnar, eru settar Svimjarar, ið ætla sær at gera seg galdandi og sleppa upp í part, tá Føroyar skulu royna seg á Oyggjaleikun- um á Gibraltar í 1995, hava nú fingið at vita kravtreyt- imar, teir skulu lika, um teir skulu metast nóg góðir til at sleppa við. Í fyrsta lagi skulu svimj- ararnir megna at fáa fremsta ella næstfremsta plássið, tá kappast verður um føroya- meistaraheitið í 1995, og í ødrum lagi skal tíðin hjá teimum vera eins góð ella betur enn eitt sættapláss á síðstu oyggjaleikunum, ið vóru á Ísle of Wigth á sumri í fjør. Ein annar møguleiki er at taka svimjarar út áðrenn FM-kappingina, um so er, at teir megna at hava somu tíð ella svimja skjótari enn teir allarfremstu svimjar- amir á Oyggjaleikunum í fjør. Ingi longu klárur Bert ein svimjari hevur longu megnað at tryggjað sær pláss á landsliðnum, sum fer til Gibraltar, og er tað Ingi Andreasen úr Havnar Svimjifelag, ið hev- ur megnað at svomið 100 metra bringusvimjing við tíðini 1.07.60, ið er betur enn vinnaratíðin á síðstu Oyggjaleikunum, ið tá var 1.08.01. Um tað eydnast tveimum ødrum svimjarum at svimja skjótari enn hendan tíðin hjá Inga Andreasen var, so dettur úttóka hansara burt- ur. Umframt nevndu treytiff treytar Svimjisamband Føroya sær eisini, at svimj- arar annars lúka tær treytir, ið svimjisambandið setir í sambandi við eitt nú fram- haldandi venjing og luttøku í kappingum. hj. Grand Prix-fimleikur i Runavik sunnudagin Fimleikarar úr Havnar Fimleikafelag, Ljósinum og Støkk fara at kappast í fimleiki í fýra bólkum Sunnudagin kl. 16 skipar Føroya Fimleikasamband fimleiki í ftrøttarhøllini í Runavik, har allir teir bestu kvinnuligu fimleikararnir f landinum far at kappast. Hetta er tólvta árið á rað, at kappast verður, og eru trý feløg við hesaferð: Havnar Fimleikafelag, Ljósið og Støkk. Kappast verður í fýra bólkum, og í øllum bólkum verður kappast aftur við tónleiki, ið liðini sjálvi hava valt sær. Tá kvinnurnar eru á gólvinum í kappingini í amboðsfimleiki — kappast verður tó kappast eftir tón- leiki, ið er settur framman- undan. Teir fýra bólkamir, kapp- ast verður í, eru pinkur 7-9 ár, smágentur 10-12 ár, gentur yngri enn 17 ár og kvinnur, ið ikki eru undir aldursmarki. Teimum yngru liðunum stendur frítt, hvussu mangar íðkarar tey hava, meðan genturnar skulu vera 16 í tali og kvinnurnar 12 í tali. Nes Sóknar Musikkfelag, stjórnað av Greame Rudd, fer at seta sín dám á kapp- ingina sunnudagin við tón- leiki undir innmarsjinum og undir sjálvari kappingini. hj. UMFRAMT AT VERA EITT VAKURT TAL, ER 1919 EISINI ÁRIÐ AFTAN Á I. HEIMSBARDAGA. Í ÁRUNUM FRÁ 1919 OG FRAM, VÓRU LUNNAR LAGDIR UNDIR MONG NÝGGJ TILTØK, SOLEIÐIS EISINI UNDIR.. SKIPAFEL 00 BRYGGJAN LSE "GTI OP LI < > 00 3 Á GSG TV Fm —ð 0 y J da a Í SAMBAND VIÐ AT SKIPAFELAGIÐ FØROYAR HEVUR 75 ÅRA FØDINGARDAG, BJÓÐA VIT TIL MOTTØKU MIKUDAGIN 23. FEBRUAR KL. 14 i RUNAVIK - KLAKSVIK - TVØROYRI OG TORSHAVN. AGID FØROYAR RAVN El Fá