fríggjadagur 18. februar 1994síða 12
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið
Síða 12 Nr. 34 — 18. FEBRUAR 1994
an Klóvstad. stjóri í Norðurlandahúsinum um Óla Petersen:
Einfaldur og -
framúrskarandi
Óli Petersen er eitt menniskja, sum ikki steðgar upp, hann leitar til eina og hvørja tíð eftir
einum enn betri hátti, soleiðis at fáa boðskap sín út.
Tað, sum eyðkennir hann, er ikki minst virðingin fyri tí vanliga føroyinginum og visa
tekningar hansara av kvinnum og monnum undir ti oki, 80-ini hava skapt her hjå okkum ,
hetta so væl skrivar Jan Kløvstad, stjóri í Norðurlandahúsinum í hesi greinini um óla P og
framsýning hansara í Norðurlandahúsinum.
Týsdag, hósdag og leygar-
dag, tá ið eg lesi Sosialin, er
baksíðan tað fyrsta, ið eg
fari eftir. Í baksíðuni er tað
Óli P., ið ræður. Hansara
tekningar sýnast teimum
flestu ógvuliga skemtiligar,
men eg havi illgruna um, at
onkur valdsharri vildi
sloppið sær undan teimum
avdúkandi tekningunum,
sum Óli P. mangan hevur
givið okkum. Eg havi ilt við
attrúgva, at Ld. Svend Aage
Ellefsen dámar at síggja øll
tey sonnu ngvnini á fleiri
fyritøkum, sum hann hevur
verið við í. Hesi ngvn á fyri-
tøkunum hava jú ofta verið
heldur stuttvarandi, men
Oli P. sær skjótt, nær ein
maður roynir at sleppa sær
undan uppá ein so ljótan og
avdúkandi hátt, at tað má
Heldur ikki Atli P.
Dam, tann ævigi optimist-
n Sundstein ella
gi Ísakson munnu
brosandi nøgdir við
in<, sum Oli P. ber
fram. Um teir vóru tað, so
hevði tann gamli norski sos-
ialistahøvdingurin = Finn
Gustavsen haft rætt í, at ein
politikkari er ein maður,
sum hevur so tjúkka húð, at
hann kann standa uppreistur
uttan rygg.
Men tað áhugaverda við
ÓlaP. er ikki tað, at hann av-
dúkar valdsharrar og vinnu-
lívsfólk. Tað eru tað nógvir
keipumyndateknarar ymsa-
staðni í Norðanlondunum,
sum gera. Tað mest áhuga-
verda við Óla P. er, burtur-
sæð frá at hann er ein fram-
úrskarandi teknari, at hann
sær fram í tíðuna, hann dug-
ir at leggja smáar ábending-
ar og vidhvørt klár tekin um
tað, sum fer at henda. >Fyri-
bils trupulleikar< frá 11.
apríl 1992 er óivað ein
ex
klassikari. Tað er av tydn-
ingi, ein bitur merki i tidar-
festingina, hetta er eitt hálvt
ár, áðrenn bankarnir og Før-
oya Landsstýri søgdu, at
teir næstan vórðu tiknir av
bóli á miðari nátt ai fara nið-
ur til Keypmannahavnar.
Sjóvinnubankin er í veru-
leikanum farin á húsagang,
Føroya Banki er eisini farin,
hóast Den Danske Bank
ikki vil ganga við til tað, og
at tað eru teir føroysku
skattaborgarnir, ið koma at
svíða. Tí hvat var tað, sum
Óli P. segði eitt hálvt ár áðr-
enn, meðan stýrandi polit-
ikkarar tosaðu um, at trup-
uleikin bert var bráðfeingis-
dvglja. Jú, Óli P. legði hesi
SE
Óli Petersen og Jan Kløvstad, stjóri uttan fyri Norðurlandahúsið.
orðini í munnin á Atla P.
Dam og Jégvan Sundsstein:
>Guð viti, hvussu vit skulu
klára okkum, til vit verða
settir undir administratión
einaferð í august«.
Kápan til Skemt 92 var
eisini framúrskarandi.
Tann vanligi føroyingurin
tók árið 93 sum eina bumbu
leinkjaða til sín egna kropp,
hann hevði ongan annan at
blaka hana eftir enn konu
síni, tí politikkarnir sótu so
fittir og hampuligir á áskoð-
araplássinum meðan Palle-
ba kendi sviðan. So einkult,
so framúrskarandi. Rógvi
Thomsen umrøddi eina
eldri árbók (1991) við at
siga, at »Oli Petersen dugir
á einfaldan hátt at gera eina
beinrakna og skemtiliga
viðmerking til dagsins mál,
viðmerking, ið teggjur av
serfrødingum høvdu nýtt al-
inlangar greinar at lýst.<
Tað var ein saknur, tá ið
Pauli Ellefsen tók seg úr po-
litikki, segði Oli Petersen
vid Sosialin 27. juli 1991,
og hann legði eisini dent á
Atla P. Dam, sum fór frá,
við at tekna hann á veg til
tann mjúka og ríka hvíldar-
stólin, meðan Marita Peter-
sen skuldi seta seg á tann
spiska løgmannssteinin. At
Jógvan Sundstein ikki var í
landsstýrinum longur, hev-
ur óivað givið Óla Petersen
eyka arbeiði. Hann hevur
eitt ótrúliga gott tak á hes-
um fyrverandi løgmonnun-
um, og hann hevur jú havt
sínar orsøkir til at havt teir
við í nógvum tekningum,
knýttar at stýringini av tí
sum einaferð var eitt ríkt
land, men sum nú liggur í
sorli.
Framsýningin í Norður-
landahúsinum er býtt í trý:
1. Heimurin sæðeitt sind-
ur >skeivt< frá Skála
2. Palleba í føroyskari
kreppu
3. >Tað fyrsta árið við
Maritu<.
Verðin sæð eitt
sindur »skeivt«
frá Skála
Hvussu er tað í veruleik-
anum við virðingini fyri
ødrum menniskjum, virð-
ingini fyri, at onnur skulu
vera líka skilagóð sum vit
sjålvi eru, um tey nú høvdu
ein annan húðalit og eina
aðra trúgv? Í nógv ár hevur
Óli Petersen teknað út frá ti-
líkum evnum, men føroy-
ingar hava ikki givið sær
stórt far um, at hann eisini
hevur sett seg inn í altjóða
spurningar, og at hann eis-
ini her hevur dirvi til sína
áskoðan. Tann vælbjargaði
hvíti maðurin, sum nýtir
tann svarta mannin sum
heingikoyggju, meðan tann
hvíti situr og etur matin,
sum Jann svaru hevur for-
báðar tekningarnar er Óg vu-
iga atfinningarsamar ímóti
»kara. Tí hver
enn sjálvur Guð hevu
MGSKAG Kann EIN og hvø
kenna seg eitt sindur raktar
at síggja tekningina av hon-
um, sum situr við sínum
fulla køliskåpi, meðan tað
einasta hann ger, er at
steingja onnur úti frá tí
múgvandi. Tann altjóða Óli
P. vísir seg fult út á hesari
framsýningini.
Palleba í tí før-
oysku kreppuni
Vitsíggja, hvussu Óli Pet-
ersen við umsorgan, skemt-
an og hita lýsir, hvussu tann
vanligi føroyingurin verður
tíkin av bóli ferð eftir ferð,
eina byrðu aftrat fyri og aðra
eftir, enn meiri skatt, nygg;-
ar hugsjónir sum meirvirð-
isgjald, arbeiðsloysi, oyðsl
av almannafæ, og í stórum
sær eru tað ógvuliga troyst-