Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-02-19, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. februar 1994síða 4

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 Nr. 35 — 19. FEBRUAR 1994 Pengar fyri telefon i fjør Spurningurin um at veita langfarafiski- monnum viðbót fyri telefonútreiðslur tykist vera eitt trupult mál at loysa. Tað hevur ferðast millum landsstýrið, løg- tingið og figgjarnevnd- ina, og nú er fíggjar- nevndin einaferð aftur komin við áliti. Fíggjarnevndin sigur, at landsstýrið átti at biðið um lógarheimild fyri einum ári síðan fyri at geva fiskimonnunum pengar fyri telefon í fjør. Tað gongur ikki at taka pengamar av eykajátt- anini fyri 1993, men at upphæddin eigur at verða tíkin við sum eykajáttan í ár. Upphæddin er 2,8 mió. krónur. Hvør fiskimaður skal hava 30 krónur fyri hvønn mynstringardag á túrum longri enn 30 dagar. Fiskimanninum skal sambært uppskotinum ikki prógva, at hann hevur telefon ella hevur havt útreiðslur til telefon fyri at fáa pengarnar. randi Vilja hava meira trygd Rættarnevndin skundar nú undir landsstýrið at fáa trygdarskipanina á Líkningarrráðnum, so- leiðis at bert tey, sum skulu kanna skattavið- urskifti hjá borgarunum, hava atgongd til teldu- skipanina. Rættarnevndin hevur lagt hetta álit fram í sambandi við, at lands- stýrið í oktober mánaði bað løgtingid heimila Gjaldstovuni og Løn- javningargrunninum at nýta persónnummarið í teirra umsiting. Tað er í lagi, at hesin stovnar sleppa at mýta p-talið, sigur meirlutin í rættarneyndini, men tey halda tað vera sera óheppið, at løgtingslóg- in um evnisskráir hjá almennum myndugleik- um ferð eftir ferð verður broytt og alsamt fleiri heimildir verða givnar at nýta persónnummarið. Meirlutin í rættarneynd- ini áleggur tí landsstýr- inum at dagføra lóg- gávuna og samstundis forða fyri, at almennir myndugleikar samskipa upplýsingar úr evnis- skráum okkara. Birgir Danielsen, sum er í minniluta í rættar- nevndini í hesum máli, erikki fyri at geva Gjald- stovuni og Lønjavning- argrunninum loyvi at nýta p-talið. Hann vísir til mótstóðuna hjá fólki. randi Maltølid hjá verður væl selt í Islandi, og nú verður aftur upp í eina bingju sent yvir at selja Tað gongur striltið hjá øll- um føroyskum fyritøkum at útflyta vørur. Men okkurt ber kortini til. Handilssåtmålin, sum Føroyar og Island gjørdu i 1992, hevdi vid sær, at is- lendingar ikki longur kundu leggja verjutoll á føroyskar vørur. Føroya Bjór fór ti á royna seg á íslendska markn- aðinum, sum er fimm ferðir so stórur sum heimamarkn- aðurin, og við tógvið stríð eydnaðist at koma inn um dyrnar á "Rikinum", og nú fæst Veðragl á høvuds- deildini í Reykjavík og í "Rikinum" í Keflavík. Ljóst øl, maltøl og soda- vatn var ikki so lætt at selja til Íslands, tí fraktin var so høg, og kappingin hørd í Íslandi. Men so fekk Føroya Bjór fyrispurning um maltøl í stórum fløskum. Haldgóðskan í plast- fløskum er stutt, men á Før- Føroya Bjór oya Bjór hildu tey sum so, at tá fólk kunnu liva við, at mjólk bert heldur sær í nakrar fáar dagar, mugu tey eisini kunnu góðtaka, at maltgl heldur sær í nakrar vikur í plastflóskum. Tá marknadurin er stórur, verður eisini umsett skjót- ari. Nakað fyri jól sendi Før- oya Bjór 20.000 litar av maltøli til Íslands. Hetta dámdi ikki einum íslendsk- um bryggjarístjóra, sum steig fram í sjónvarpinum og segði, at tað bar als ikki til at fylla maltøl á plast- fløskur. Men tað hevði onga ávirkan. Íslendingum dåmdi væl maltglið hjá Før- oya Bjór, og viku fyri jól var alt útselt. Íslendingar drekka nógv meira maltøl enn føroying- ar. Serliga til høgtidimar, jólini og påskimar, hava tey altíð maltøl inni, og blanda tað ofta við appelsinsoda- vatni. Tíðindablaðið CF Tað ber illa til at útflyta sodavatn og øl í fløskum, tí fraktin er so høg. Tí royndi Føroya Bjór at fylla maltøl á plast- fløskur, og væl ber til Føroya Bjór fyrireikar nú eina nýggja sending av maltgli til Íslands til páskar. Tað verður upp í eina bingju, ið fer yvir við malt- øli. Bónus, sum keypti til jóla, hevur bílagt aftur til sínar handlar, og Sól H/F, sum sclur til nógvar handl- ar, hevur eisini bilagt. - Um henda sølan kann halda fram alt árið, kann hon gerast eitt fitt ískoyti til tað, sum vantar í á heima- marknaðinum, sigur Einar Waag, stjóri á Føroya Bjór. randi "Kvinnuráðstevnan +: : sr dat an | I ina hva Vestmenningar - viðgera arheiðsloysi Politiskur fundur verður månakvøldid í bygdarhúsinum í Vestmanna Útivið 5000 arbeidsførir føroyingar hava í dag einki arbeiði og tí heldur onga inntøku. Hetta er álvarsam- asta samfelagsliga og polit- iska vandamálið í dag, sigur Norðstreymoyar Sjálvstýr- isfelag, sum bjóðar til al- mennan fund í bygdarhús- inum í Vestmanna mána- kveldið kl. 19.30. Felagið krevur politik- arnar at siga sína hugsan um stødugt vaksandi arbeiðs- loysi, um Arbeiðsloysis- skipanina og um teir vænta, at føroyingar aftur sleppa í vinnu. Teir politikarar, sum eru bodnir við á fundin at svara uppá hesar spurningar eru: Helena Dam á Neystabø fyri sjálvstýrisflokkin, Jógvan Sundstein fyri fólkaflokkin, Edmund Joensen fyri sambands- flokkin, eitt umboð fyri OSlalurin — fimm ferðir um vikuna! tjóðveldisflokkin og Vil- helm Johannesen fyri javn- aðarflokkin. Fundarfólkið fær høvi at seta poltikarunum spurn- ingar um arbeidsloysi, ar- beidsloysisskipanina og um, hvussu teir vænta, at vend kemur í.