leygardagur 19. februar 1994síða 7
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið [ ssialurin | Nr. 35- 19. FEBRUAR 1994 Síða7
Verjin hjå Dan Klein,
Søren Søltoft Madsen:
Dómarin átti
at vikt frá sæt-
inum í 1992
#
— Áðrenn dómarin hevði felt dóm í málinum
millum Tommy Petersen og Dan Klein, meldar
hann Dan til fútan fyri ærumeiðing, Tá átti
hann ikki at dømt millum Dan og Tommy, sigur
verjin hjá blaðstjóranum á Oyggjatíðindi
Ákæri og verji í málinum
millum blaðstjóran á
Oyggjatíðindi, Dan Klein,
og ákærumyndugleikan
hvessa nú líggjarnar. Tá
hendan grein var skrivað
um middagsleitið í gjár,
vóru 69 1/2 tími til partarnir
skuldu metast í rættinum.
Verjin hjá Dan Klein,
tann 58 ára gamli Søren
Søltoft Madsen, var ikki í
rættinum í Keypmanna-
havn fríggjaðagin. Hann sat
heima og fyrireikaði seg til
eitt av teimum sjáldsamastu
rættarmálum, síðan seinna
heimsbardaga, í danska
kongaríkinum.
Nú telir klokkan, sunnu-
dagin kemur Søren Søltoft
Madsen til Føroya og aftaná
at hava tingast vid sin
»klieni«, Dan Klein, skal
hann møta í rættinum mána-
morgunin klokkan 09:30.
— Tað er sera nógv óvan-
ligt í hesum máli. Kanska
tað løgnasta er, at eitt civilt
rættarmál um ærumeiðing
varð dómsviðgjert av dóm-
aranum í september 1992.
Tommy Petersen hevði
stevnt Dan Klein fyri æru-
meiðing, sigur Søren Søl-
toft Madsen.
— Aðrenn dómarin fellur
dóm í málinum millum Dan
Klein og Tommy Petersen,
meldar dómarin Dan Klein
til politiið. Síðan fellur
hann dóm í málinum mill-
um Tommy Petersen og
Dan Klein. Hetta ger hann,
hóast hann í hesum máli nú
heilt greitt er innhabilur,
sigur Søren Søltoft Mad-
sen.
--Hetta førdi jú við sær, at
dómurin verður kærdur fyri
landsrættin og landsrættur-
in ger dómin ógyldugan.
Hetta er ein sera óvanlig
sega, sigur Søren Søltoft
Madsen.
- Eitt er tað at dómarin
meldar blaðstjóran, men at
hann tá ikki beinanvegin
víkir frá sessinum sum
dómari í einum ðrum máli,
har sami blaðstjóri er
åkærdur, tað er sera sjáld-
samt Ég havi ongantíð
hoyrt um fyrr at tílíkt kundi
henda, men tað er hent,
sigur Søren Søltoft Madsen.
Dómarar varnir
í Danmark
— Nú kenni eg ikki til før-
oysk viðurskifti, men í
Danmark er dómarar sera
varnir. Um teir gera nakað
sum bert ber brá á, at teir
hjálpa tí eina partinum
meira enn hinum, so skunda
teir sær at víkja sessin.
Hetta gera teir júst fyri at
sleppan undan ábreiðslum
um innhabilitet. Eg haldi at
tað er ógvuliga logið, at
sorenskrivarin bert verður
sitandi, sum einki er hent,
og trýr at hann kann fella
dóm í málinum, sigur Søren
Søltoft Madsen.
jústinus
58 ára gamli Søren Søltoft Madsen skal verja Dan Klein í rættarmálinum millu hann
og ákæruvaldið vegna dómaran. Mynd: Jørgen Schiøu, Det Frie Aktuelt
Roknar við
fridøming
Blaðstjórin á Oyggjatíðindi
roknar við at vera fridømd-
ur í málinum millum hann
og dómarin.
Nú kemur danskur dóm-
arar at dóma. Hevur tú
betri álit á rættarskipanini
í Danmark enn ti í Før-
oyum?
— Eg ivist ikki í rættar-
skipanini í Føroyum. Tað
eru teir sum hava umsitið
hesa skipan, sum eg ikki
havi álit á, sigur Dan Klein,
blaðstjóri.
Tú er eitt sindur tamur í
seinastu útgávuni av blað-
num. Har gongur heldur
ikki fram hvat úrslit tú
Mynd: Kalmar
roknar við av rættarmáli-
num. Hvat er orsøkin til
hetta?
— Min uppgáva hevur
allatíðina verið at lýst hetta
mál út í æsir. Eg haldi tað
hevur verið »belæg« fyri
skrivingini og eg ronki við
at vera fridømdur í hesum
máli.
Hvat um tú tapir?
— Um eg tapi, so latið eg
meg ikki skumpa av vagl-
inum fyri tað. Eg farið í
hvussu er víðari við mál-
inum. Men nú fáa vit at
síggja hvussu gongst, sígur
Dan Klein, blaðstjóri.
jústinus