leygardagur 19. februar 1994síða 14
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Í ár eru liðin 70 ár síðani Dr.
Alexandrines Hospital varð
tikið í nýtslu í Havn. Tað
var byrjanin ul Lands-
sjúkrahúsið, so sum vit
kenna tað í dag.
Sosialurin hevur tosað
við Sannu Dahl Niclasen,
sum saman við Paul Dahl,
yvirlækna, vóru einsamallir
læknar á hospitalinum eitt
tíðarskeið.
Sanna Dahl Niclasen
starvaðist á Dr. Alexandrin-
es Hospital, meðan hon las
til lækna, og eisini seinni, tá
annar heimsbardagi var av,
kom hon heimaftur at ar-
beiða á Hospitalinum í 1945
-47.
Tað er hetta tíðarskeiðið,
sum vit hava valt at lýsa
gamla hospitalið, tíðina og
umstødurnar at taka sær av
sjúklingunum.
Tríggjar deildir
Pláss var fyri umleið 80 - 90
sjúklingum á Hospitalinum
um hetta mundið, og sjúk-
lingarnir lógu á trimum
deildum.
- Deild A var skurðdeild,
og deild B var fyri barna-
konur og tílíkar sjúkur, sum
Sanna Dahl Niclasen tekur
til. Hesar deildir vóru á nið-
aru hædd. Á ovaru hædd
var deildin fyri sjúklingar,
sum fingu medisinska við-
gerð og giktasjuklingar.
Eisini var ein barnastova.
Hóast tann parturin av
Landssjúkrahúsinum, sum
var gamla hospitalið, ikki
sær út av so nógvum í dag,
so búðu sjúkrasystrar eisini
har, umframt at pláss var
fyri læknaíbúð og umsiting.
Tá Sanna Dahl Niclasen á
6lavsøku 1946 fór til ar-
beidis á Dr. Alexandrines
Hospital, hevdi Pauli Dahl,
yvirlækni, verid einsamall-
ur á sjúkrahúsinum í eitt ár.
Av tí at seinni heimsbar-
dagi varð av árið fyri, vóru
allir læknarnir, sum høvdu
verið í Føroyum undir krig-
num, farnir aftur til Dan-
markar.
Vaktarskipanin
Tað hevur ikki verið so
torført at gera vaktarskema
tá í tíðini. Pauli Dahl og
Sanna Dahl Niclasen, sum
vóru systkinabørn, býttu
vaktinar upp soleiðis, at
Pauli Dahl hevði vakt
sunnudagar, og Sanna Dahl
Niclasen - hinar dagarnar í
vikuni.
Tað bøtti tó um arbeiðs-
trýstið, tá Jacob Højgaard,
lækni, kom aftrat. Tá høvdu
tey bæði vakt annan hvgnn
Bert ein skurðstovna var á
Hospitalinum, og har
vóru allar skurðviðgerðir
gjørdar. Myndin er frå
umleið 1926, tá Heerup
var yvirlækni
Brot úr søguni hjá Dr. Alexandrines Hospital:
Skurdgongin
var middepilin
Tað vóru ikki stórfingnar og glæsiligar umstýður sum
læknar og onnur starvsfólk á Dr. Alexandrines Hospi-
tali arbeiddu undir í byrjanini, men hóast arbeiðsdag-
urin var langur og strævin, so vóru eisini góðar lotur.
Tey kendu ikki til annað tá, heldur Sanna Dahl
Niclasen
Henda myndin er frá tíðar skeiðnum, tá børn vóru innløgd á Hospitalið, sum høvdu havt tuberklasmittuna ella aðrar
sjúkur ið kravdi, at børnini fingu hvíld og góðan mat, fyri at koma fyri seg aftur. Børnini búðu í barakkini
dag, og so hevði Pauli Dahl
bakvakt, sum tað kallast.
Kaffiborð eftir strævan
dag á skurðstovuni
Nógvar søgur eru um Paula
Dahl og hansara leiklut å
Hospitalinum. Hann ar-
beiddi at kalla bædi nått og
dag.
Sanna Dahl Niclasen sig-
ur, at hann var góður við
sjúklingarnir, men at hann
kundi vera eitt sindur ill-
sintur.
- Eg sigi hann ikki ringan
fyri tað, ti hann hevði so
nógv um at vera, sigur
Sanna Dahl Niclasen, sum
minnist aftur á dagar, tá tey
høvdu nógv at gera á skurð-
stovuni, og Pauli Dahl eftir
arbeiði, bjóðaði starvsfólk-
unum til kaffiborð á skriv-
$
stovu sini. Pauli Dahl hevdi
eisini stundir at vera saman
vid starvsfólkunum.
Skurðgongdin hevði ein
týðandi leiklut í virksemi-
num á Dr. Alexandrines
Hospital.
Hóast hesin partur av hos-
pitalinum bert var ein gongd
og tvey rúm ødrumegin og
trý rúm hinumegin, tilsam-
ans einar 10 - 12 metrar til
longdar, so fóru allar við-
gerðirnar fram har.
Skurðgongin
Sanna Dahl Niclasen:
- Ein skurðstova var, har
allar skurðviðgerðir vóru
gjørdar á einum stað. Hetta
vóru viðgerðir fyri bein,
lungu, búk 0.s.fr.
- Við síðuna av skurðstov-
uni var lítið skolirúm, sum
tey kallaðu kókirúmið, har
ein dampkókari stóð, ið var
nýttur til amboð o.a. í sam-
bandi við skurðviðgerðir.
- Aftrat hesum var eitt lítið
rúm til autoenklavuna, L.v.s
har amboð og klæði vóru
Síða 14 Nr. 35 — 19. FEBRUAR 1994 Tíðindablaðið [ sostalurin }
steriliserað.
Hetta rúmið kallaðu tey
Lítlastova, og har lógu eis-
ini barnakonur, ið vóru
komnar til at eiga, eins og
smærri skurðviðgerðir vóru
gjørdar í hesum rúmi, eitt nú
svullir í fingri og tílíkt.
- Hinumegin á skurð-
gongini var skrivstovan hjá
yvirlæknanum, har arkiv-
goymslan eisini var, og inn-
ast var eitt lítið rúm, har t.d.
røntgent6lid stóð.
- Tað var ein ggilig ferð-
ing aftur og fram á skriv-
stovuni hjá yvirlæknanum.
Skurðgongin í álvara
og gaman
Øl, sum høvdu ørindi í
goymsluni, komu inn, og
øll, sum skuldu hava rønt-
genkanning, gingu eisini
gjøgnum skrivstovuna
fyrst, umframt at tey, sum
skuldu lata blóð ella taka
blóðroynd, noyddust inn
sama veg, sigur Sanna
Niclasen.
- Tað var ógvuliga trong-
ligt á skurðgongini, og í dag
er torført at skilja, hvussu
vit kundu arbeiða undir
slíkum umstødum, men tað
gekk tó væl, og oftani vóru
eisini skemtiligar letur,
sigur Sanna Dahl Niclasen
og minnist aftur á hending,
tá sjúklingar lógu hvørt um
annað á gongini, antin tí teir
høvdu verið lagdir undir
skurð, og bíðaðu eftir at
vakna, ella tí teir bíðaðu
eftir at fáa skurðviðgerð.
- Har var mangan ikki
verandi fyri fólki, sigur
Sanna Dahl Niclasen.
- Einferð minnist eg, at
ein maður lá har, sum ikki
var rættiliga vaknaður eftir
skurðviðgerð. Hann bann-
aði og blótaði. Undir liðuni
á honum lá ein kona, sum
júst hevði átt. Hon helt fyri,
at maðurin átti ikki at bann-
að so øgiligt í slíkari lotu,
hann átti heldur at sungið
sálmar.
- Maðurin helt fram við
sínum, og tá fór konan at
syngja sálmar. Har lógu tey
so, hvør í sinum lagi, meðan
vit runnu aftur og fram.
- Aðru ferð lá ein fullur
maður har, sum skuldi inn í
rúmið, har sálarligir sjúk-
lingar vóru innlagdir. Tvey
rúm vóru niðast á skurð-
gongini, sum kallaðust
"sellumar".
- Júst tá lógu fleiri barna-
konur á gongini, og vit
skemtaðu okkum ófort at
síggja henda mannin, sum
lá og fiskaði við sneri í síni
verð.
Annars vóru eisini
nógvar álvarsligar hend-
ingar, har tað galt um at bera
seg kvikliga at.
- Einu ferðina kom ein
barnakona inn. M6durkøk-
an var loysnað og hon
bløddi so øgiliga illa.
- Vit fingu hana inn i
skolirúmið, men stundir
vóru ikki at fáa hana á
skurdstovuna, og ti var hon