leygardagur 19. februar 1994síða 17
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Hvalbingurin og antabus
Ein sjúkur maður úr Hvalba
hevur trivið í pennin seinastu
tíðina. Hann er illa sjúkur av
æðrakálking og roynir at
skunda undir at fáa eina nýggja
viðgerð, EDTA viðgerð, til
Føroyar. Ella skipa soleiðis
fyri, at fólk sleppa uttanlands
at fáa slíka viðgerð.
Tað er alla æru vert, at
einstaklingar skunda undir at
fáa heilsubót til landið, til sín
sjálvan og tey samlíðandi. Her
er talan um næstakærleika, so
Men tað er eitt sindur hug-
stoytt at hesin næstakærleiki
bert røkkur til ein sjálvan og til
teirra, sum líða av somu sjúku.
Av eini ella aðrari orsøk er
orðatakið »Ein fer ikki illa av at
ødrum gongst væl« ikki gald-
andi fyri sjúka mannin úr
Hvalba.
Hann hevur í blaðskriving í
órættvísa í, at alkoholikarar fáa
hjálp frá tí almenna, meðan tey
Nú er tað langt frá mær at
fara út í eina blaðskriving við
hvalbingin um hvat alkohol-
isma er. Um vilji er nóg mikið )
til at sleppa burtur år mis-
nytslu, ella um neyðugt er við
almennum peningi.
Men ein sannroynd er at 6-
tamd alkoholnýtsla er orsøkin
til flestu sorgarleikir innan
veggirnar í føroyskum heim-
um.
Um tað bert var ein spurn-
ingur um vilja, hevði tá ein
maður drukkið frá sær alt, sum
hann hevur kært?
Um tað bert var ein spurn-
ingur um vilja, hevdi tå ein
maður drukkið seg frá húsi,
heimi, konu og børnum, frá
arbeiði og vinum?
Er tað bert ein spurningur
um vilja, at evnagóð fólk
ganga sum neyðardýr á gøtuni
og bidda úl næsta javnaran?
Er tað ein spurningur um
vilja, at ein frívilliga gerst bólt-
urin, øll kunnu sparka til og
vitsku við?
Eg ivist f, um viljin einsam-
allur kundi loyst alkoholikaran
burturår øllum frammanfyri
nevndu spurningum.
Kundi alkoholikarin valt, so
hevði hann ikki valt eitt lív í so
stórum sálarmyrkri og sálar-
neyð, sum langt gingin alko-
holisma gevur.
Tað verður ofta havt á
munni, um alkoholisma er ein
sjúka ella ikki. Eg skilji ikki
rættiliga, hví so nógv tíð og
orka verður nýtt til at práta um
hetta evni.
Fyri ein fittan part av føroy-
ingum, sum hava fingið hjálp
burtur úr rúsevnismisnýtslu, er
ikki rættulig ferð komin á fyrr
enn hann hevur hevur vidging-
ið, at fyri hann er alkoholisma
ein sjúka.
Hendan sjúkrajáttan gav
honum lætta. Knappliga kendi
hann seg ikki longur sum eina
viljaleysa ónyttu, men sum ein
sjúkan, ið kundi geranakað við
sjúkuna.
Óteljandi royndir gjøgnum
mong ár at avmarka kenning-
ina tileittkvøld, endaðu í tørni í
dagar við dundrandi sálarlig-
um ósigrum sum einasta vissa
úrsliti. Við slíkum royndum er
ikki so torført at trúgva, at ein
er allergiskur, viðkvæmur fyri
alkoholi, so kann ein kalla tað
eina sjúku ella ikki. Hjá mong-
um riggar best at kalla hetta
allergi fyri sjúku.
Í viðgerð lærdi hann at liva
við hesi sjúku, sum ikki kann
lekjast, men sum kann haldast
niðri, um ein heldur seg frá
fyrsta snapsinum.
Tá ein tíð er gingin og edrú-
skapurin rættuliga hevur fest
seg, so gongur hesin alkohol-
ikarin ikki dagliga og hugsar
um hví hann er vorðin sjúkur
og um hann nakrantíð verður
lektur. Um talan er um eina
sjúku ella ikki upptekur hann
ikki so nógv. Hetta kemst av, at
hann veit, at við at trúgva at
alkoholisma er ein sjúka, sum
herjar á, so skjótt sum fyrstu
promillukvintini eru komin í
blóðið, so ber til at halda seg
edrúan. Hann týr at alkohol-
isman situr millum oyruni og
ikki í hálsinum.
Sálarneyðin er so mikið stór,
at skal hann bíða til hann veit
orsøkina til sjúkuna ella til
ólukkuligu støduna, so er hann
kanska ikki á lívi longur, tå or-
søkin, um tað er nøkur, sær
dagsins ljós.
Kanska tann størsti parturin
av føroyskum alkoholikarum
hava gjøgnum tíðirnar fingið
hjálp gjøgnum átrúnaðin. Tað
eru hundraðtals dømir um
drykkjumenn og -kvinnur,
sum hava upplivað frelsu og
harvið fingið eitt nýtt og inni-
haldsríkt lív.
Onnur hava fingið hjálp á
annan hátt. Ein alkoholikari
hevur brúk fyri hjálp. Hvussu
hann fær hesa hjálp er líkamik-
ið, bara hann gerst edrúur.
Hjálpin hjá ú langt gingna
alkoholikaranum er einfalt ein
spurningur um lív ella deyða.
Góði hvalbingur, tín skriv-
ing í bløðunum alir neyvan
nakað gott fram, heldur hin
vegin.
Tað tú biður um, er at lands-
stýrið skal viga fyri ella ímóti.
Skal ein alkoholikari hava
hjálp, ella skal ein æðrasjúkur,
sum skjótt missir beinini hava
hjálp?
Hvalbingur, tín skriving er
kynisk. Um eg nú eri rættiliga
kyniskur, so kundi hent, at
myndugleikarnir heldur valdu
eldri æðrasjukt fólk, sum skjótt
skuldi doyð hóast alt.
Eg haldi als ikki at lands-
stýrið skal útsetast fyri hesum
vali. Æðrakálking eigur at fáa
ta viðgerð hon hevur uppibor-
ið. Tað eigur alkoholisma eis-
ini. Lat tí vera við at blanda tær
saman.
Lat vera við at tvætla í blød-
unum um, hver heilsusteða er
ringast, æðrakálking ella alko-
holisma. Heldur ikki tú kennir
mein í annans mans bein.
Ég eri ein teirra, sum fekk
hjálp frå føroysku viðgerðar-
letur pening til.
Nú eru tvey og eitt hálvt ár
ligin síðan, og eg havi fingið
eitt spildurnýtt lív við meining
í. Mín gerandisdagur hevur aft-
ur fingið litir, eg hoyri aftur
fuglasong og frødist um at vera
til, sum ein ungur samfelags-
gagnligur borgari.
Stóð tað upp til tin, hvalbing-
urin, so hevði eg enn verið ein
virkin drykkjumaður út í
myrkrinum.
Eg hevði næstan mist alt, og
mín vilji var ikki nóg mikið til
at fáa skil aftur á lívinum. Hjá
mær var viðgerð neyðug. Hana
fekk eg við almennum peng-
um. Tað eri eg takksamur fyri.
Eg vóni ongantíð aftur at
koma í tað eyðmýkjandi og
mannminkandi stóðu, sum er
gerandisdagurin hjá einum
virknum drykkjumanni. Ein-
um, ið hevur mist tamarhaldið
á lívinum. Tað er einki lív og
tann, ið øvundar einum slíkum,
veit einfalt ikki hvat hann tosar
um.
Takksamur turr-
lagdur drykkjumaður
Tvangsauktion
På Dommerkontoret, C. Pløyensgøta
1, 100 Tórshavn, afholdes
Torsdag den 10. marts 1994 kl. 13.20
tvangsauktion, (AS 776/93) over matr.
nr.50 r Velbastadur beliggende Velba-
staður.
Auktionen er begæret af advokat Sjú-
rdur rasmussen, N. Winthersgøta 7,
Tórshavn, tlf. 11066 (j. nr. 4369) på
vegne en pant- og udlægshaver.
Ejendommen er et beboelseshus på
en 718 m? stor grund, det bebyggede
areal udgør 135 mr.
Ejendommen kan beses efter aftale
med ovennævnte advokat.
Auktionsdokumenterne ligger til gen-
nemsyn på Dommerkontoret.
Færøernes fogedret, den 15.02.94
Mette gaggardNleisen
Tvangsauktion
Pá Dommerkontoret, C. Ployensgeta
1, 100 Tórshavn, afholdes
Tirsdag den 29. marts 1994 kl. 09.30
tvangsauktion, (AS 729/93) over matr.
nr. 970 e, Tórshavn bygning pá lejet
grund tilhørende P/f Føroysk Saltsøla
i insolvent likvidation.
Auktionen er begæret af likvidator
Hans Trygvi Henriksen, Bøkjara-
brekka 9, Tórshavn, tlf. 19526 (j. nr.
293256) på vegne af likvidationsboet.
Ejendommen er en erhvervsbygning
på en 1728 m' stor grund, i 5 etager.
Ejendommen kan beses efter aftale
med ovennævnte advokat.
Auktionsdokumenterne ligger til gen-
nemsyn på Dommerkontoret.
Færøernes fogedret, den 15.02.94
Mette Søgaard-Nielsen
dím. '
Nr. 35 — 19. FEBRUAR 1994 Síða 17
Tvangsauktion
over løsøre
Torsdag den 24. februar 1994 kl. 11.10
afholdes på fogedrettens kontor, C.
Pløyensgøta 1, 100 Tórshavn,
tvangsauktion, (AS 12/94), efter be-
gæring af Advokatfelagid, Bryggju-
bakki, 100 Tórshavn, telefon 11260 (j.
nr. 521/93) på vegne likvidationsboet,
over følgende tilhørende L/f Hita-
felagið Tórshavn i likvidation v/ likvi-
dator Jógvan Páll Lassen, Advokat-
felagið, Tórshavn og Jákup Nielsen ft.
1. Hitamiðstoð, merkt Dstoker F. nr.
E88/1973, ið stendur Millum Gilja.
2. Fjarhitarør í jørd Millum gilja 650 m.
3. Fjarhitarør í jørd Lítlagil 1. stig 1780
m.
4. Fjarhitarør í jørd Lítlagil 2. stig 1800
m.
Nærmere oplysninger om auktions-
genstandene og auktionsvilkárene
kan fás ved henvendelse til oven-
nævnte advokat.
Færøernes fogedret, den 15.02.94
Mette Søgaard-Nielsen
dím.
Til leigu
Í hesum bygninginum hjá E. Phil 8 Sen
í Hoyvík er meguleiki at leiga
skrivstovuhølir í ymiskumstøddum frá
13 m? og uppeftir fyri sámuligan
kostnað.
Áhugað kunnu venda sær til
MARTIN E. LEO P/f, ráðg. verkfr.
Klingran 5, Hoyvík, tlf. 11488, Fax 15488
HJÅLP TIL
EDV?
(MS-DOS grundað)
3
PC-rådgevin
yw Høgna Højgaard
Postrum 198 - 110 Tórshavn
Tit. 15091
Best millum 10-12
(meguliga t! svaran)
LØTTO
viku nr. 7, 16. februar
Vinnaratøl: 4 - 27 - 29 - 32
-35-43
Eykatøl: 12 - 22 - 34
Prognosa:
6vinnaratøl 1.390.372, kr.
Sviøl+ 1 eykatal 114.364,-kr.
Svinnaratøl 5.294,-kr.
4 vinnaratøl 165,- kr.
3v.tøl + minst I eykatal 51,-kr.
eg veiti:
Ráðgeving um keyp
Hjálp til uppseting
Í 3 Frálæru tilstýriskipan
3 Í Frálæru i Windows
> Frálæru i tekstviðgerð
sn Óheftur av teldumerki