Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-02-23, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. februar 1994síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið Síða4 Nr 37—23. FEBRUAR 1994 Fyri fyrstu ferð í Fóroyum: s = Dómari settur Á 7] I] ag = í vitnistolin — Eg havi kannað alt skjalatilfarið viðvíkjandi teimum skuldsetingum, sum hava verið settar móti mær í Oyggjatíðindum og eg finni einki sum sum gevur teimum orsøk til hesa skriving, segði Joen H. Andreasen, sorenskrivari Eftir Jústinus Eidesgaard Myndir Kalmar Lindenskov Tað var tann øvugta verð í gjár í Føroya Rætti. Mað- urin, sum tignarligur plagar at sita í dómarasessinum sat nú í vitnisstólinum, tí stóli har skálkar eisini plaga at sita. Hetta er fyrstu ferð, at Joens H. Andreasen roynir at sita í vitnisstólinum, tí stóli sum hann nú í mong ár hevur lurtað eftir sum dómari. Klokkan 09:02 í gjára- morgunin tók Joen H. An- dreassen sæti í vitnistól- inum og ákærin Michael Boolsen byrjaði at avhoyra dómaran. Dómarin varð gjørdur kunnigur við síni rættindi sum vitni og hann játtaði, at hann kendi til síni rættindi. Dómarin skuldi vitna í revsimálinum mill- um ákærumyndugleikan og blaðstjóran á Oyggjatíð- indi, Dan Klein. Ákærin vildi hava at vita hví dómarin hevdi meldað blaðstjóran. —-Gjøgnum longri tíð hava Oyggjatíðindir ført eina herferð, kampagnu, móti mær. Eg veit væl, at tað er sjáldsamt, at ein dómari letur við seg koma, um so- vornar skuldsetingar koma fram. Nógv at tí sum stóð í Oyggjatíðindi var soleiðis háttað, at fjøldin beinan- vegin sá, at skrivingin var burtur úr vón og viti, segði Joen H. Andreasen. — Men skrivingin herdist og so læs eg eitt lesarabræv í Oyggjatíðindi 23. septem- ber 1992, sum næstan kravdi at eg gjørdi okkurt. Her varð víst á hvussu stórur brotsmaður eg skuldi vera og at samfelagið ikki kundi liva við at hava ein slíkan mann í dómarasæt- inum, segði Joen H. And- reasen, sorenskrivari. Hugsaði um Dan Klein — Eg hugsaði, at nú mátti eg gera okkurt, skuldseting- Søren Søltoft Madsen, verji hjå Dan Klein arnar vóru so grovar, at meldaði eg ikki at mínum eintingum, so vildi før- oyska pressan trýsta meg til at gera tað. Skuldseting- arnar kundu ikki standa ósvaraðar, segði Joen H. Andreasen. — Eg kundi havt stevnt blaðstjóranum — gjøgnum eitt sivilt rættarmål um útspilling og ærumeiding, men eg helt hetta vera órímuligt, serliga tí mítt embætið var dálkað, segði Joen H. Andreasen. — Eg hugsaði eisini, at eg kundi steðga Dan Klein í at ganga longur út á tunna ísin. Hann hevði einki skilt av undanfamum dómum um ærumeiðing. Var talan um eitt revsimål , so var vissa eisini fyri, at at Dan fekk ein verja. Eg vildi ikki at tað skuldi gangast honum sum í ødrum málum, har hann hevur vart seg sjálvar, segði Joen H. Andreasen. Ákærin spurdi hann, um hann metti, tað var hansara uppgáva at halda skil á sakførarunum í landinum. — Tað er avgjørt ikki min uppgåva. Sakførarar eru sjålvstødugir pers6nar og tað skulu teir halda fram við at vera, segði Joen H. And- Hetta er tann øvugia verð Démarin situr í vitnistólinum. Myndin er tikin týsmor gun- in, tá Joen H. Andreassen vitnaði í málinum móti Dan Klein, blaðstjóra reasen. Ákærin vildi hava at vita um dómarin kundi havt steðga dupultsøluni av Térshøll? — Eg kendi als onki til dupultsøluna av Tårshøll fyrr enn eg så tvey skeyti koma til tinglysingar, segði Joen H. Andreasen, sum legdi afturat, at hann einki kendi til hetta mål uttan gjøgnum rættin. — Orsøkin til at ein stevn- ing var tinglyst f ognini hjå Bergur Wardum var júst at verja fyri, at ognin ikki varð seld til ein heilt triðja part. Bergur fekk eisini staðfest í rættinum at hann var rætti keyparin av Tørshøll, segði Joen H. Amdreasen. Verjin hjá Dan Klein, Søren Søltoft Madsen, vildi Dómarin Jes Schigler fremst á myndini á veg í rættin týsmor gunin. Seinni um dagin feldi hann dóm í málinum. Aftast verjin hjá Dan Klein, Søren Søltoft Madsen hava at vita um nakað var í skuldsetingunum um at hann hevdi framt trygging- arsvik, ella var samsekur. — Eg visti als einki um, at nakar hevði fingið endur- gjald frá Baltica fyri miss í samband við dupultsøluna av Térshøll. Eg havi ikki Michael Boolsen, ákæri í revsimálinumm millum Dan havt samrådingar við danska tryggingarfelagið og als onki samband við hetta felag. segði Joen H. Andreasen. — Eg havi fingið, í sam- band við hetta mál, eina > K lein og dómaran. Hann er dani og hevur seinasta árið arbeitt á fútaskrivstovuni sum politifulltrúi