Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-02-23, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. februar 1994síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 Nr. 37 — 23. FEBRUAR 1994 Knallharður leikmaður vitnaði í Fóroya Rætti: Eg sá upp til + er vonbrot mitt so stort — Eg havi altíð sæd upp til dómaran sum ein verja fyri rættvísi. Dómarin er eisini juristur og hevur tí stórt inn- lit. Tað er júst tí, at vónbrotið kendist so svárt, tá dómar- in svíkti meg longu í 1984. Dómarin gav loyvi at tinglýsa eina stevning á ogn mína og harvið fekk eg ikki dispon- erað yvir henni í langa tíð, segði Bergur Wardum í rætt- inum seinnapartin mánadagin, tá hann vitnaði í sak- armálinum millum dómaran og Dan Klein Eftir Jústinus Eidesgaard Seinnapartin mánadagin varð Bergur Wardum av- hoyrdur sum vitni í revsi- málinum millum ákæru- valdið og Dan klein, blað- stjóra á Oyggjatíðindum. Bergur Wardum er høvuds- kelda til fýra tær fyrstu av níggju greinum, sum hava staðið í Oyggjatíðindum í ÚTSTOYT Ótrúligt af orginal att KG 7 JO II Altíð kappingarførir — við ella uttan ásetan Vælkomin hjá REYNI SERVICE! TLF. 13040 juli, september og oktober í 1992. Dómarin Joen H. Andreasen, hevur meldað Dan Klein, blaðstjóra fyri hesar greinar, sum hann metir vera útspillandi og ærumeiðandi. Bergur Wardum legði ikki fingramar ímillum mánadagin. Hann er ein beiskur maður í dag. Síðstu 10 árini hevur hann stríðst móti sakførarum, dómaran- um, undirrætti, landsrætti og hægsta rætti. Í fleiri av málunum hevur hann fingið viðhald, men hetta hevur kostað honum bæði pen- ingaliga og persónliga. Søgan hjá Bergi Wardum er í stuttum hendan: Í 1984 arbeiddi Bergur Wardum í handilsbygning- inum Tórshgll í Havn. Hann er møbilpolstrari. Hann leigaði høli frá Torfinni Lambaa. Málingahandilin anin var at Bergur skuldi selja tað, hann framleiddi, til Málingahandilin. 10. september 1984 seldi Torfinn Lambaa ognina til Berg Wardum. Men 17 dag- ar seinni hendi nakað legið. Tá varð sama ogn seld Birg- iri Andreasen av sama sak- førara, sum skipaði fyri søl- uni til Berg Wardum. — Hendan sela var fiktiv, tí teir roknaðu ikki við, ateg var førur fyri at rinda keyp- ið av ognini. Men tað var eg —eg hevði fingið tilsøgn um fígging úr Føroya Banka, segði Bergur Wardum í rættinum mánadagin. Bergur vísti á, at fyri at skava útyvir »brølaran« hja Bergur Wardum hevur kannað légbøkur síðstu tíggju árini. Í dag málber hann seg sum ein løgfrødingur sakføraranum, sum stóð fyri dupultsøluni,m tóku sakførarar hjá hesum seg saman og royndu at fáa tinglýst eina stevning í ogn- ini Tórshgll. Hetta eydnad- ist við hjálp frá dómaran- um. — Stevningin varð tinglyst og hetta gjørdi, at eg ikki fekk disponerad yvir ognini i hálvtannað år. I 1986 fekk eg staðfest í Føroya Rætti, at eg var rætti keyparin av ognini og tí hevði ognar- rættin. Ég varð trýstur gjøgnum fleiri rættarmål, sum einans høvdu til enda- máls at knúska meg, segði Bergur Vardum. -Tad var ómeguligt at leiga bygningin út, tá stevn- ingin var tinglýst í honum, ongin vil leiga ein bygning við eini tílíkari tinglýsing, segði Bergur Wardum. Tíðindablaðið Sosialurin frættir frá keldum, at tá ein stevning er tinglýst í eini ogn sambært rættargangs- lógini, so er hetta ein ávar- ing til borgararnar, um at okkurt er galið við tí ognini. Tá er tað sjálvsagt 6møgu- ligt at selja ella leiga eina tí- líka ogn. Pengar undir borðið Tryggingarfelagið hjá sakfgraranum Baltica noyddist at rinda 300.000 Tíðindablaðið (571) krónur íendurgjaldi til Birg- ir Andreasen, tí hesin ikki fekk bygningin, sum hann hevði keypt. — Birgir Andreasen kundi bert skjalprógva 180.000 krónur, sum hann hevði havt í útreiðslum av keyp- inum. Birgir fekk sínar út- reiðslur endurgoldnar, men tær restandi 120.000 krón- urnar eru farnar beinleiðis í lumman hjá sakføraranum. Her er talan um tryggingar- svik og tað var dómarin vit- andi um, segði Bergur War- dum. — Tryggingarfelagið Bal- tica helt, at talan var um ein vanligan sakførarabrølara og ti rindadu teir endur- gjaldið. Høvdu teir kent rætta samanhangin, so høvdu teir einki rindað, segði Bergur Wardum. Bergur Wardum vísti á, at hann hevði sent kæru um dómaran til hægstarætt. Har hevði hann ført fram, at dómarin var sekur í trygg- ingarsviki. Men hægsti rætt- ur lætst ikki um vón. — Tá eg onga revsing fekk fyri at skriva hetta til hægsta rætt, so helt eg eisini, at eg kundi skriva hetta fyri almenning- inum í Oyggjatíðindum, segði Bergur Wardum. Samanbrest við dómaran Bergur greiddi frá, at hann fleiri ferðir hevdi verið í homatøkum við dómaran. Fyrstu ferð hetta hendi, var í 1988, tá dómarin skeldaði Berg út fyri at vera eftirrati- onaliserandi. — Dómarin hevur eisini ringt heim til mín og kallað meg idiot og víst á, at hann var tann stóri og eg var tann lítli innan løgfrødi. Bergur legði dent á, at hann ongantíð hevði skeld- ast við starvsfólkið í rættin- um, bert við dómaran. — Eg kendi einki til jura, løgfrødi, tå dupultsølan fór fram. Eg hevdi einki havt vid sakførarar ella rættin at gera. Men eg sá upp til dóm- aran sum »en moralens vog- ter<. Dómarin er juristur og hevur tf stårt innlit. Hann var vitandi um, hvat fór fram í mínum máli, men gjørði ikki sína skyldu. Tí gjørdist vónbrotið so stórt.