Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-02-25, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. februar 1994síða 7

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið [ sostalurin ] Nr. 39 — 25. FEBRUAR 1994 Síða7 Henning er partaeigari frá 1919 -Ríkur verið eg neyvan av hesum, men stuttligt er tað at eiga, sigur Henning Eysturoy, sum arvaði partabræv frá stovnanini Í samband við 75 ára fød- ingardagin hjá Skipafelag- num varð skipað fyri måttøku í stóra pakkhúsin- um á eystaru bryggju. Mong vóru tey, sum vitjaðu út á bryggjuna mikudagin at ynskja tillukku. Ein teirra var Henning Eysturoy. Við sær hevði hann eitt søguliga skjal ilummanum. Eitt partabræv í Skipa- felagnum Føroyar frá 1919, tá felagið varð stovnað. Partabrævið hjá Henningi er nummar 65, og var upp- runaliga upp á 25 krónur. Men, sum vit eisini hoyra um nú á døgum, hevur eisini Skipafelagið verið í trong- stóðu, og partabrævið varð tí seinri niðurskrtivað til fimm krónur. -Tað verður neyvan hetta partabrævið, sum ger meg ríkan, men stuttligt er tað at eiga, sígur Henning sum heldur, at størsta virði í tí er handan glas og rammu. Tað var abbi hansara Guttormur Eysturoy, sum ognaði sær partabrævið frá fyrstu tíð. Hann skrivaði soni sínum, Absalon, fyri brævið, og nú hevur so Henning arvað tað. Tey munnu annars vera mong, sum eiga eldri ella yngri partabrøv í Skipa- felagnum. Í réðu síni hendan dagin segði skipafelagsstjórin, Árni Joensen, millum annað, at stovnararnir eggjaðu hverjum føroyingi til at tekna 25 krónur í partapeningi, og væl tóku føroyingar undir við áheit- anini. Hesin partapeningur, saman við hálvari millión, sum løgtingid játtaði, varð hildin at vera nóg stórur til at felagið kundi fara undir virksemi sítt. Stovnandi aðalfundurin varð hildin í løgtingssal- inum. Fundurin valdi Andrias Ziska, Jens Andreasen, Andrias E. Djurhuus, allir úr Havn, Jacob Hendrik Isaksen úr Klaksvik og D. J. Thomsen år Vågi i fyrstu nevndina. Løgtingid valdi Rasmus Niclasen úr Miðvági og Edvard Mitens úr Havn. Nevndin skipaði seg við Andrias Ziska sum for- manni, Edvard Mitens sum Henning Eysturoy við partabrævi sínum frá 1919. Tá var tað upp á 25 krónur, men í 1925 varð tað niðurskrivað til 5 krónur næstformanni og skrivara, og Jens Andreasen, at hava umsjón við ognum felags- ins. Fyrsta skrivstovan var heima hjá Andriasi Ziska. tór.- Støda skal skjótt takast: Annaðhvert BEC ella Elektron At ein banki hevur tvinnar ymiskar EDV- loysnir er óhugsandi, sigur Jørn Astrup Hansen, sjóvinnubankastjóri Nú verður stóða skjótt tikin til, hvør lagnan hjá før- oysku EDV-fyritgkuni, Elektron skal verða. Spur- ningurin er sera aktuellur í samband við samanlegg- ingina av Sjóvinnubank- anum og Føroya Banka. Jøm Astrup Hansen, SS [OA sjóvinnubankastjóri sigur, at enn er stóða ikki tíkin til hvørja EDV-loysn saman- lagdi bankin skal hava. Men tað verður neyðugtrættiliga skjótt. Sjóvinnubankastjór- in sigur tað vera óhugsandi atein einstakur banki hevur tvinnar EDV-skipanir. Eliaskirkjan, vesterbrotorv 49 Møti er hvørt leygarkvøld kl. 19.00. Bussarnir 6, 16, 28 og 41 steðga nærindis. Nærri fæst at vita á tif, 031-242268 ella 031- 578999. Føroya Banki hevur EDV samskifti við Bankernes EDB Central, og Sjóvinnu- bankin hevur enn hildið seg til Elektron. Annars vóru try starvs- fólk á Elektron uppsøgd fyrr í vikuni. Av Elektron verður sagt, at felagið hevur gjørt stórar skerjingar síð- ani 1991, og hetta er ein liður í skerjingunum. Stjór- in á Elektron sigur seg ikki rokna við at tað verður neyðugt at siga fleiri starvs- fólkum upp,- í ár í hvussu er. Nú arbeiða 55 fólk á Elektron. tór.- Fyrstu tíðina eftir banka- samanleggingina fer sam- anlagdi bankin at nýta bæði Elektron og BEC sum samstarvspartnara á EDV-økinum. Men skjótt má stóða takast til hvat av hesum feløgum bankin framyvir skal halda seg til Mynd: Kalmar Skipafelagid eisini á landi Nýggjar avbjóðingar gera, at Skipafelagið hevur víðkað tænast- una munandi Nógv er hent síðani Skipafelagið bert rak vinnu á sjónum. Felagið hevur í dag eisini stórt virksemi á landi. Tað hevur fleiri deildir og feløg, sum hava um hendi millum annað um- boðstænastur av ymisk- um slag, tollavgreiðslu, goymslur og flutning víðahvar. Felagið hevur í dag fast rutusamband mill- um Føroyar, Ísland, Danmark, Noreg, Svøriki, Holland, Belgia, Hetland og Ong- land. Haraftrat hevur Skipafelagið 80 nýmót- ans køli- og frystilastbil- ar koyrandi um alt Eu- ropa. Tad eru Lémur, Blik- ur, Saga og Viking, sum reka tær føstu ruturnar. Rókur er í løtuni i fríari sigling. tór.- Eitt av teimum gomlu uppsløgunum, Skipafelagið nýttu at fáa ferðafólk við Tjaldrinum