Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-03-02, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. mars 1994síða 20

‹ fyrra síða allar 20 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tit ringja — vit skriva Er nakað á vási? — vemái? Ein spurningur, eita tíðindi, so ring til okkara. Vit eru til reiðar ! Telefon 11820 - Brúgvalagið, sum rekur hendavegin undan Íslandi, fer væntandi yvir Føroyum mikunáttina. Frískt luftrák við ælingi av útsynningi mikudagin og hósdagin. Fríggjadagin rekur eitt lág- trýst uttari av Mið-atlants- havi móti føroysku åtsynn- ingsleiðunum og dýpist. Helst verður lágtrýstið liggjandi undir Føroyum leygardagin, men hevur seg leygardagin eysturyvir og grynnist. Frískt lot upp í hvassan vind, 10—15 m/s, av útsynn- ingi, ádrigið og ælingur, men batnandi sýni út á dagin. Hitin uml. 5 stig. Hósdagin Einamest frískt lot upp í hvassan vind, 10-15 m/s, tó stundum skrið, 18 m/s, á- drigið, ælingur, kanska heglings- ella kavaælingur, annars toluligt sýni og í løt- um sólarglottar. Hitin mill- um 2 og 5 stig. At byrja við strúkur í vindi upp í skrið, av útsynningi, ádrigið, ælingur, men tolu- ligt sýni, út á seinnapartin frískt lot upp í hvassan vind, 10-15 m/s, av land- synningi, regn út á kveldið eila leygarnáttina og vána- ligari sýni. Hitin upp í 5 stig. Leygardagin Einamest hvassur vindur, 15 m/s, av ymsum ættum, tó kanska vaksandi høgt, á- drigið ella ælingur og bert toluligt sýni. Hitin upp í- móti 5 stigum. Sunnudagin Skrið ella stormur, 20-25 m/s, høgt, lutvíst ádrigið, ælingur, kanska kavaæl- ingur, annars toluligt ella gott sýni. Hitin uml. 2 stig. Teletax 147 20 sn mm a Asnkkuimnum og einstaklingum í lýsingarspurningum. Hetta verður gjørt uttan mairkostnað fyri lýsaran Telefon 11820 Havnar Sjónleikarfelag undir nýggjan leik: ern eru vaksin — vaksin eru børn - Hvat hendir, tá vaksin fáa barnaleiklutin og børnini skulu bera seg at sum tilkom- in. Tað verður at frætta i Sjón- leikarhúsinum 15. apríl, tá leikurin "Ovitar" verður fram- sýndur Vestfalskyrrindi 27. februar: Mánin næstur jørdini 4. mars: Seinna kvarter 0956 2223 1050 2330 0023 1250 firði fp- sp. 0811 2038 0905 2145 Í dag er 1. lesiroynd í Sjón- leikarhúsinum, har eini 20 børn, saman við 10 sjón- leikarum fara undir venj- ingina til sjónleikin "Óvit- ar", eftir Guðrun Helga- dóttir, rithøvunda. Tað er hon við Jón Oddi og Jón Bjarna, sum flestu børn í Føroyum munnu kenna. Sigrun Valbergdóttir, leikstjóri og Mesiana Tho- masardóttir, senografur, seta leikin upp fyri Havnar Sjónleikarfelag. - Sjónleikurin "Óvitar" er ikki bert ein barnaleikur, segði Sigrun Valbergsdótt- ir á tíðindafundi í Sjónleika- húsinum mánadagin. - Hann er meira ein fam- iljuleikur, har tað er umráð- andi, at bæði børn og til- komin eru felags um tær Umleið 25 børn vóru til upptøkuroynd sunnudagin. Leikstjórin gav børnunum nakrar uppgåvur sum skuldu prógva, at tey vóru før fyri at fara á pallin. M.a. var sangur og upplestur á skránni. 20 børn sluppu gjøgnum nálareygað - Nólsoyar- 1011 2238 1105 2345 0856 2123 0950 2230 - Teletax 14720 Dagny Myndir: Kalmar Vinstrumegin síggjast: Sigrun Valbergsdóttir, leikstjóri, Mesiana Thomasardóttir, senografur og Eyvør Patursson, nevndarlimur í Havnar Sjónleikarfelag upplivingar, sum fara fram á palli. - I søgugongdini er leik- urin um ein drong, sum hoyrir foreldrini skeldast. Hann heldur, at tey fara at skiljast, og rýmir tí heiman- ífrá. Øll fara at leita eftir dronginum, og foreldrini seta seg niður at tosa saman. Hendingin við soninum fær tey at umhugsa støðuna enn einaferð. Hvat annars hendir á palli, skal ikki verða sagt her. Tað snýr seg um leik- lutin hjá bórnum og tilkom- num í einum samfelag, har foreldrini hava nógv at gera, og tí kanska ikki hava stundir at tosa við síni børn. Spumingurin er, hvussu børn og vaksin hava tað, og hverjir leiklutir tey hvør sær hava. Í leikinum verður býtt um soleiðis, at børnini siga og geratað, sum tilkomin ann- ars plaga at siga og gera, og umvent fara tey vaksnu at spæla børn. Sjónleikarnir fara at venja í góðar seks vikur, og 14. apríl verður frumsýningin í Sjónleikarhúsinum. 0911 2138 1005 2245