hósdagur 3. mars 1994síða 5
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið GN
Nr. 43 — 3. MARS 1994
Síða 5
HF verður verri illgruni
- V it sakna veruligar grundgevingar fyri ætlaðu broyt-
ingunum í HF-skipanini, sigur Hans Andreas D. Joen-
sen, formaður í Yrkislærarafelagnum hjá studentaskúla-
og HF-lærarum
Fakfelagið hjá lærarunum á
HF og studentaskúlunum
roynir at koma í talu við
landsstýrið fyri at siga teim-
um, at tað ikki er serliga
skilagott at broyta studenta-
skúla- og HF-skipanina,
soleiðis sum Landsskúla-
ráðið hevur samtykt.
Tað heldur í hvussu er På
Yrkisfelagið.
- Vit halda tað vera heilt
burturvið at gera hesar
broytingnar nú, beint
áðrenn umsóknarfreistin er
úti. Knappliga verða tað
nógv, sum ikki kunnu
sleppa inn á HF, og tað eru
frammanundan so fá tilboð 3 i
til tey ungu, sigur Hans
Andreas Dam Joensen, for-
maður í Yrkislærarafelag-
num.
Avmarka HF
Ætlau broytingarnar fara at
hava vid sær, at HF neyvan
verður aðrastaðni enn í
Hoydølum, tí aldursmarkið
til HF skal upp á 19 ár, og tá
verða ov fáir næmingar til at
hava HF aðrastaðni í land-
inum, vænta lærararnir.
Teir royndu at siga
Landsskúlafyristingini sína
hugsan,men einki av tí, sum
yrkislærararnir søgdu, er
komið við í álitið.
yrkislærarafelagið skilir ikki, hví aldursmarkið til HF skal setast upp. Hetta er óheppið
fyri tey 17 til 19 ára gomlu, sum frammanundan hava so fá til, siga lærararnir
Ikki minst eru tað ætlaðu
broytingarnar í HF-skipan-
ini, ið harmar studenta-
skúla- og HF-lærararnar.
Lærararnir halda, at verða
ætlaðu broytingarnar settar
í verk, hækkar innhaldið í
studentaskúlaútbúgvingini,
men afturfyri fara HF-
ararnir at læra minni enn nú.
Hækkar ikki i Danmark
Men tað allar ringasta er at
hækka aldursmarkið til 19
ár fyri at sleppa inn á HF.
Lærararnir skilja ikki, hví
hetta skal gerast. Í Danmark
er aldursmarkið til HF ikki
hækkað, og eingin hevur
heldur hoyrt um nakrar ætl-
anir um slíkt har.
MEIRA PENING FYRI FISKIN?
FISKIVINNUSKULI
ÚTBÚGVING ER SVARIÐ!
Vit taka aftur ímóti næmingum í ár
Freistin er úti 22. mars
Fiskivinnuskúlin Í Vestmanna
Tlf. 24 573
Arbeiðsbólkurin segði
annars, at studentaskúla- og
HF-skipanin má broytast til
at líkjst tí donsku, fyri at
føroyingar skulu hava somu
møguleikar at sleppa í allar
hægri útbúgvingar.
- Vit sakna veruligar
grundgevingar fyri hesum
ætlaðu broytingum, sigur
Hans Andreas Dam Joen-
sen.
Tað er ein sannroynd, at tað
er eitt annað slag av fólki,
sum fer á HF enn í studenta-
skúla. Tað vil siga, at fólk,
sum ikki hava hug at taka
studentsprógv, hætta sær
betur at fara á HF. Var HF-
tilboðið ikki, fingu tey sær
kanska ikki nakra útbúgv-
ing. Onkur sigur, at tað er
sosialur munur millum út-
biigvingarnar.
Lærararnir mæla til at
halda fram við verandi HF-
skipan, og sum eina roynd í
eitt skeið at broyta studenta-
skúlaútbúgvingina, tí eing-
in orsøk er til at leypa fram-
av.
Ums6knarblødini til
teirra, sum søkja inn á stud-
entaskúla ella HF næsta
skúlaár eru send út Har
stendur, at aldursmarkið til
HF er 19 ár. Hetta halda
lærararnir vera legið, tí tá
umsóknarbløðini fóru út,
var broytingin hvorki sam-
tykt í Landsskúlaráðnum
ella í landsstýrinum, tíans-
heldur í legtinginum.
Landsskúlafyrisitingin hev-
ur sostatt tikið tað sum eina
sjálvfylgju, at breytingin
um svik
Politiið í
Grønlandi
verður kanska bidid um
at kanna, um fóroyska
partafelagið Tor Pakk
svikaði við fakturum, tá
tað seldi maskinur til
plastframleidslu í Grøn-
landi
Plastverksmidjan Nuna
Plast í Grønlandi er farin
á húsagang, men grøn-
lendska landsstýrið er til
reiðar at læna fyritøkuni
tvær milliónir krónur
fyri at bjarga teimum
átta-níggju arbeiðs-
plássunum í Nuuk.
Tað er tú ikki vist, at
figgjamevndin gongur
við til tað, tí nú verður
spurnartekin sett við, um
føroyski partaeigarin,
Tor Pakk, hevur borðið
seg seg reiðiliga at,
skrivar grønlendska
blaðið Sermitsiak.
Tor Pakk setti 600.000
krónur í Nuna Plast,
gjørdi tað fyrireikandi
tekniska arbeidi og seldi
haraftrat virkinum
maskinur. 6,3 mió. kró-
nur fekk Tor Pakk fyri
maskinumar, sum als
ikki eru so nógv verdar.
Handils- og idnadar-
fyristingin hevur biðið
ein advokat gera sína
meting av, um grundar-
lag er fyri at biðja poli-
tiið kanna viðurskiftini í
fyritøkuni, har grøn-
lendska heimastýrið er
høvudspartaeigari. Ad-
vokaturin ivast ikki f, at
hetta er vert at kanna,
men hann mælir kortini
frá at melda málið til
politiið nú, tí tað kann
hava við sær, at fyri-
tøkan ikki kann bjargast.
Grønlendska lands-
stýrið mælir tí til at jåtta
tvær mió. krónur í rentu-
og avdráttarfríum láni til
eitt felag undir stovnan,
ið skal yvirtaka virkið.
Tað verður so upp til
nýggju nevndina og
stovnandi aðalfundin at
meta, um nøkur við-
urskifti í Nuna Plast eru
brot á grønlendsku revsi-
lógina.
randi
MEK. VERKSTADUR
Í SANDÁ - TORSHAVN - Tlf. 15141 |
Vit gera ALLAR
BILA- & DIESELUMVÆLINGAR i
- av Br. oljupumpum - Turbolø
HOLSETT/K.K.K. - DYSUM og
Forpumpum.
Båtamotorar verða eisini umvældir |
SKJÓT & GÓÐ AVGREIDSLA!