hósdagur 3. mars 1994síða 16
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
a
Síða 16 Nr. 43 — 3. MARS 1994
FOROYI
NGAR !!!
!
Sethúsaeigara Í
Skulu vitikki øll standa sam-
an um Føroya fólk og FØR-
OYAR?
Eg fari at heita á Landsfe-
at biðja allar limir í felag-
num, sum enn gjalda set-
húsalánini, gjalda tann pen-
ing, tey gjalda til lánini,
bemleiðis inn á Arbelðs-
loysistryggingina. Á tann
hátt kunnu vitgll gera okkara
til, tøll í Føroyum kunnu fáa
mat, hita og ljós. — Húsini
fara ongan veg, sjálvt um vit
ikki gjalda tey. Húsini eru
bert trækassar, sum í sær
sjálvum onki virði hava, tá
ongi fólk búgva í teimum. So
hví ikki bjarga fólkunum, í
staðin fyri at halda lív fnøkr-
um peningastovnum og
landsumsitingini, sum ikki
vísa tann minsta viljan at
bjarga FJROYINGUM !!!!
LGT mars 94
Vakstrarhús-
konstruktión
av Sandi
til solu
Tlf. 14434
— td. stórt úrval ged H AF A
»CARL« B 60 / H 60 u. ljóskassa / D 15
Øll við spegilshurbum
uttan/innan og í erva-
ljósinum, sum fæst til
øll skápini, 110/220 V
við jørd.
Vitjið framsýning okkara á Hálsi
eila ringið og fáið tilfar sendandi
( Á /Svend Krosstein
Falkavegur -
TIf. 14600
Tíðindablaðið YSTI
Fylkingin til Tjóðarinnar Bjarging
Kjakast verður við sama lag
aftur og fram, í bløbum, út-
varpi og sjónvarpi, í bindi-
klubbum og á gøtuni, alla-
staðni, um ta dómadagsstóðu
land okkara er komið í.
>Hvussu man hetta fara at
enda?< man vera vanligasti
spurningurin, og í hesum
spurningi hómast ein farri av
máttloysi. So hví ikki gera
skjótt av og finna fram kjarnan
í galskapinum.
Einaræði
Kjarnin er skjótur at finna. Før-
oyska samfelagið hevur fingið
smoygt eina ómetaliga vanda-
mikla kapitalistiska samfe-
lagsskipan oman yvir seg, og í
staðin fyri tað frælsi, sum Før-
oya fólk valdi í 1946, læt hetta
tolna fólk sær lynda, at manna-
rættindini vórðu brotin, og Yit
fingu politisku tátuna Heimta-
stýrislógina í staðin.
Urslitid er, at vit hava ng
stóðugt sterkari búskaparligt
einaræði í hesum landi. Vi
hava ikki minsta vetið av
demokratii. Ein krossur fjórða
hvert ár hevur einki við demo-
krati at gera.
Vit verða stýrd av kapitalin-
um, og kapitalurin læt kapital-
istar og kraddarar sleppa at
týggja sær sum teimum lysti í
>glaðu åttatiårunum«, tá dans-
urin um gullkálvin var í hædd-
ini.
Kapitalurin við løgtings- og
-landsstýrismonnum sum hent-
um idiotum gav boð um at
byggja og keypa ein garvillan
fiskiflota, sum landið (skatt-
gjaldarin) má bløda fyri, kapi-
talurin gav boð um Global-gal-
skapin, um óproduktivu bygn-
ingarnar á Hálsi og aðrastaðni í
Havn, har skjótt alt stendur
tómt og gapar. Kapitalurin lív-
gaði útlendsku byggifyritøk-
unum at gera gll bergholini,
ongantíð ov skjótt, og kapital-
urin gav boð um at byggja
Gomlu Rætt. Alt hetta skal
skattgjaldarin nú gjalda.
Hugsa tær bara tl, um tað
eydnaðist norðmonnum at
gera undirsjóvartunnilin. Teir
høvdu ikki verið komnir langt
út í Vestmannasund, áðrenn
verkætlanin varð steðgað. Nú
slapp skattgjaldarn við >bara<
at gjalda 45 mill. Hugsa tær til,
um farið var undir at byggja
flogvøll á Glyvursnesi. Tá
hevði ikki staðið væl til hjá
Tórshavnar Kommunu í dag.
Her sluppu havnarborgarar við
»einans« at gjalda 12 mill. kr.,
fiction glasborgin í Klaksvík er
Gud havi lov nú mest sum
gloymd. Soleiðis kundi verið
hildið á uttan enda.
Kjarnin er tann, at vit hava
einki sum helst demokrati, ei
heldur frælsi í Føroyum. Vit
hava havt, og vit hava við sama
lag kapitalvald og hjálanda-
veldi. Tí gekk sum tað gekk.
Og spekulantarnir ganga fríir,
allir sum ein, ja fleiri teirra sita í
løgtingi
Uttan at útnevna meg ella
lagsbrøbur mínar politiskar
profetar, noyðist eg at nevna,
at vit hava talað og skrivað í
mong Harrans ár, júst um hesa
gongd. Vit vistu, at hetta mátti
henda, og tað hendi. Eingin
lurtaði eftir.
D.P., sáli, peikaði álvarsam-
ur á vandan í, at tað ber ikki til
at hava ein sjålvstødugan bú-
skap í einum ósjálvstóðugum
landi. Hann fekk rætt. Úrslitið
síggja vit í dag. Vóru vit ein
sjålvstødug tjóð við einum á
allan hátt demokratiskum
stýri, t.v.s. fólkavaldi, so sá
heilt gðrvísi út í dag, og so
hevði eisini sæð heilt gðrvísi út
anno 2002. Tí tá hevði borið til
at rikið ein sjålvstødugan bú-
skap.
Komandi legtingsvalið
Sum nevnt, vit skulu hava ta
fatan, at vit hava demokrati, tí
sleppur fólkið aftur at seta ein
kross í november í ár. Slíkt er
einki uttan ein glæntrileikur.
Skulu vit velja somu idiotarnar
aftur? Allir verða so ikki aftur-
valdir. Men tað hjálpir einki
sum helst upp á støðuna, um so
øll tingmanningin verður skift
út. Tí skjótt situr komandi ting-
manningin og komandi lands-
stýrismanningin og rekur sama
kapitalistiska eyðræningar-
politikk, sum øll farin løgting
og landsstyri. Hetta seinasta
hevur tó borið prísin í galskapi
og eyðræning.
Vit mugu sleppa okkum av
við tingflokkarnar. Teir hava
allir sum ein spælt falitt, bæði
samgonga og andstøda. Skip-
anin virkar ikki. Ja, men hvat
so? Uttan iva eru fleiri loysnir
til. Men ein, sum verd er at
royna, er tann, sum Ingeborg
Vinther hevur verið inni á.
Nevniliga at arbeiðaraflokkur
ella -fylking stillar upp til kom-
andi val. Ein slík fylking — líka
mikið, hvussu hon nevnist —
kann lættliga burturbeina
meginpartin av núverandi ting-
flokkum, so at hon, umboðandi
alt fólkið uttan kraddarar og
spekulantar, fær avgjørdan
meiriluta á tingi. Á henda hátt
bertil at skipa eitt slag av fólka-
valdi í staðin fyri tað kapital-
vald, sum hevur forkomið okk-
um og skuldarbundið tjóðina
mong ættarlið fram.
Marknaðarbúskapur
ella hvat?
Sum einreyður tráður gjøgnum
alt nyttuleysa kjakið, sum fer
fram, er tann sjálvfylgja, at
marknaðarbúskapur skal stýra
gongdini í samfelagnum. Er
hetta so sjálvsagt? Í øllum før-
um gongur í dag sjón fyri søgn,
um hvussu stóran skaða mark-
naðarbúskapurin kann gera.
Og skaðin er hendur í ólukku-
mát. Tað tekur í minsta lagi eitt
ættarlið at bøta um skaðan. Hví
so ikki við eini friðarligari koll-
velting jarða marknaðarbú-
skapin — og ongantíð grava
hetta stinkandi líkið uppaftur —
alt meðan arbeiðarafylkingin
vitso stovnsett eitt sjålvstøbugt
føroyskt ríki — so at vit ikki
verða seinasta hjálandið í
heiminum — so kunnu vit tosa
um ein føroyskan búskap. Ikki
fyrr.
Uttanlandsskuldin
Til henda álvarsspurning, er at
siga, at vit netto, onga uttan-
landsskuld hava. Mannarætt-
indabrot í 1946, meira enn 600
ára hjálandaveldi, eyðræning
frá útlendskum byggifeløgum,
sum aftan á dansin um gull-
kálvin, nú øll eru flutt av land-
inum, og mangt mangt annað,
ger at netto hava vit hópin av
milliardum tilgóðar í danska
statskassanum. Harafturat
kemur tann sannroynd, at vit
hava hýst eini NATO-steð og
meira enn 30 ár. Henda sein-
asta er beinleiðis grundlógar-
brot, tí í donsku grundlógini
stendur púra greitt, at fremm-
and lond hava ikki loyvi athava
herstødir á donskum landagki.
Og Føroyar eru sum kunnugt
við sama lag danskt landaøki,
og vit hýsa eini NATO-stød og
Frá álítandi keldu veit eg fyri
vist, at tær peningaupphæddir,
sum Danmark fær við at hýsa
hesum stóðum á sínum landa-
øki, eru munandi størri enn
blokkstuðulin! So øl hesi
meira enn trfati árini hevur
danski statskassin fingið ikki
Skulu føroyingar so standa
við hattinum í hondini og bidda
pening frá sama statskassa
(peningur, sum skal gjaldast
aftur við rentum og renturs
rentu)? Sjálvandi ikki. Nú, vit
hava fingið danskan landsliðs-
venjara, eiga vit ongantíð ov
skjótt — fyri at nýta fótbólts-
mál — at fara í álopsstøðu og
ikki sum higartil í eina eyð-
mýkjandi verjustøbu.
Til tey, sum kanska hóma
satanismu ella aðrar ræðuleik-
ar í hesum fátæksligu reglum,
vil eg bara stutt siga, at tå skalt
leita leingi eftir eini meira 6-
demokratiskari og antikristnari
samfelagsskipan enn jåst tf
kapitalistisku, har einstakling-
urin verður uppdrigin til einans
at hugsa um seg sjálvan. Í ein-
um sonnum fólkavaldi er
demokrati ein náttúrligur part-
ur, eins og kristindómur við
næstrakærleika er púra náttúr-
ligt.
Og er tað nakað, føroyska
tjóðin hevur brúk fyri í dag, so
er tað næstrakærleika.
Tí mugu politisku flokkarnir
burturbeinast, so at fólkið fær
alt vald í hesum landi.
Arnbjørn R. Thomsen
BILLUTIR
Fa. BILLUTIR
Tlf. Fax.
21605 21666
3
5
Få
í