Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-03-04, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. mars 1994síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið ED Nr. 44 — 4. MARS 1994 Síða 13 Jåkup og Rasmus Friggjadagin kl. 21.10: Magnussen & Magnussen fara friggjakvøldid at royna seg á hestbaki. Teir vitja ein ríðiskúla, og vit hoyra hvussu tað gongst teimum tann fyrsta lærutíman. Í sendingini fer hermarin at svara spurn- ingum um almenn viðurskifti. akkustiska tónleikinum hoyra vit fólka- tónleik og barnaløg. Ein klaksvíkingur og ein havnargenta syngja vælkendar sangir. Um triggjar vikur verður drigid um vinn- ingin í spurnarkappingini, ið er ein dupult- ferð til Skotlands — so nú ræður um at skunda sær at ringja. Leygardagin kl. 22.10: Náttarravnar Í Náttarravnasendingini fara teir báðir Heðin Arge Jensen og Birgir Kruse at spæla nýggjan rock tónleik. M.a. hoyra vit brot úr nýggju plátuni hjá ZZ TOP. Nú altjóða kvinnudagurin stendur fyri durum, verður júst hetta eitt av evnunum í spurnarkapp- ingini, men eisini verður spurt um ítrótt og tónleik. Sunnudagin kl. 14.15; >Heimið hjá ein- ligum mammum« »Egmontgården« í Keypmannahavn er og hevur verið fast tilhaldsstað hjá einligum føroyskum mammum. Til tess at lívbjarga sær og sínum eru mammumar fluttar úr Føroyum til Danmarkar. Nógvar, sum Einlig mamma á »Egmontgården« høvdu ætlað sær at flyta heimaftur til Før- oyar, eru setstar aftur, tá tær eru blivnar við barn. Karolina Hansen vitjar eina føroyska, einliga mammu á »Egmontgården«. Mánadagin kl. 18.00; Norðurlendskur tónleikur — »Bubbi og Bogomil« Í Norðurlendska tónleikinum hoyra vit nýtt úr Íslandi. Vit hoyra nýggjar og lættar sangir frá Bubba Morthens og nýggja stjórnan Bogomil Font syngur íslendskar sangir í latín-amerikanskum sniði. Birgir Kruse stílar fyri. Bubbi Morthens Nú sær betri út í Klaksvík Í Vesturtibet, kleystur við biðifleggum frammanfyri og tað heilaga Mt. Kailas aftanfyri Mánadagin kl. 19.00: Vid ryggsekki i fjareystri | - seinna sending Hesuferð skulu vit hoyra um tá Guðrun Rógvadóttir var í Vesturtibet — um ólógligu | pílagrímsferðina kring Mt. Kailas, um kuldan og um ferðina runt í India á motor- súkklu. Hon hevur eisini góð ráð og praktiskar upplýsingar til tey, sum vilja út í ta stóru verð. Bjørg Brend leggur til rættis. »Føroyar i dag« | í Klaksvík | — Klaksvíkingar aftur bjart- | skygdir | 200 fólk á virkinum og fimm linubåtar lógu | og landaðu ella bíðaðu eftir túri. Tað var stødan, tá útvarpið vitjaði í Klaksvík í síðstu viku. Nú sær betri út og lív er um atkoma í aftur. Fólk eru meira bjartskygd og tað merkist í býnum. Hesa viðmerking hoyrdi útvarps- maðurin fleiri ferðir. Fyri einum ári síðani fór Kósavirkið av knóranum, reiðaravirkið Joensen og Olsen var farið, Kósaskip fór somuleiðis, so meginparturin av flotanum í Klaksvík lá á vári í fjør. Nú er vent í holuni. Klaksvíkingar hava sjálvir keypt skipini, og arbeidarafeløgini hava sett pening í bæði skip og virkið, sum eitt nýtt partafelag, Kósin, keypti aftur. Hetta hevur havt við sær, at arbeiðsloysið er minkað og lagið er betri. Jóhann Mortensen leggur til rættis. Mikudagin kl. 19.30: Kuffertid - Nordurafrika TN Cheb Khaled Best umtókti tónleikurin í Norðurafrika rópast rai. Her rennur gamli arabiski tón- leikurin saman við tí vesturlendska. Við tøknifrødiligum snildi, verður flamenco, reggae, hip hop, jazz og rock tvunnið saman við arabiskum melismerandi sangi (er eyð- kent í Arabia), tónum og rúumum. Í sendingini hoyra vit størstu norðurafri- kansku rai-stjórnurnar syngja, eitt nú Cheb Khaled og Cheb Mami. 7.-12. mars Oddur Petersen í Servági lesur Sálmar og bibliuord: Månadagur 7. mars nr. 46 Á Guð aleina Åps. 26, 28-29 Tysdagur 8. mars nr. 51 Í vandaferð á hvørji leið Åps. 27,25 Mikudagur 9. mars nr. 40 Hvørkann Harrans stórverk fata Åps. 28,17—20 nr. 41 O faðir, goym meg við tin favn Hósdagur 10. mars nr. 506 Tann trúgv, ið Jesus fevnir Åps. 28,21-22 Fríggjadagur 11. mars nr. 486 Hjá Jesusi eg seki frið Ápos. 28,23-24 nr. 497 Hjá tær, mín Jesus, har er tryg Leygardagur 12. mars nr.8 Alttað, sum hevur fuglaflog Áps. 28,30—31 nr. 19 Nú takki Guði øll