fríggjadagur 4. mars 1994síða 23
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið [ sosialurin ] Nr. 44 — 4. MARS 1994 Sida 23
Hjartaliga takka vit øllum, sum við gávum, telegrammum og á
annan hátt gleddu okkum á hjúnabandsdegi okkara tann
30.12.1993.
Katrin og Jóhan-Edvard
KFUM og KFUK
Tórshavn
Í kveld kl. 19-24.00 í
KFUM: Opið hús.
Samkoman Sion
Vágur
Sunnudag kl. 11.00: Morg-
unmøti.
Sunnukvøld kl.
Evangeliskur fundur.
18.00:
Månakvøld kl. 20.00:
Bønarfundur.
Mikukvøld kl. 20.00:
Bønarfundur.
Bønartænastan svarar å
tif. 73941, frå kl. 20.00
22.00.
AA-fundur
verður í Havn í dag kl.“
17.00 og kl. 22.30 í Uppi-
stovu, C. Pløyensgøtu 17.
Frá Sørvågs
Róðrarfelag
Øll, ið hava hug at rógva í
kappingarárinum 1994,
verða biðin at meta í neyst-
inum leygardagin 5. mars
kl. 16.00.
Alheims
benardagur
fyri kvinnur
verður í Adventskirkjuni í
dag, fríggjadagin 4. mars,
kl. 19.30. Allar kvinnur eru
vælkomnar.
MBF húsið verður liðugt
at taka í nýtslu í juni
mánaði ár. Húsini eru
220 fermetrar og verða
fyribils innrættað í ovaru
hædd. Møguleiki verður
at innrættað kjallaran
seinni. Samladi
byggikostnaðurin er 1,6
mió. krónur. Mynd: Jana
H. Poulsen
Bygdarfelagid Varðin í
Hósvík hugsar eisini um
børnini.
Leygarkvøldid millu-
m kl. 20 og 22 verdur
bamadiskotek í bygd-
arhúsinum. Tað kostar
25 krónur fyri hvert
barnið, og lutakast verð-
ur millum atgongumerk-
ini um fýra páskaregg.
Sodavatn og annað
kann keypast í húinum.
Um undinøkan verður
góð, verður barnadisko-
tekið fast eina ferð um
mánaðin.
Stórhending í gjár:
MBF - húsið reist
Húsabygging er ikki vanlig
sjón í hesum døgum, men
mikudagin vóru húsini, sum
MBF letur byggja, reist við
Íslandsvegin í Havn.
MBF er meginfelag teirra
brekaðu, og telur tilsamans
eini 20 felag. Hesi hava
eisini brúk fyri einum fel-
agshúsi, sum nú eisini skjótt
verður veruleiki.
Margreta Næss, formað-
ur í MBF, sigur, at megin-
felagið leingi hevur havt
ætlanir um at fáa egin hús til
limirnar at virka í, antin at
byggja ella til keyps.
Leingi hava tey hugt eftir
húsum, men funnu eingi,
sum hóskaði til endamálið
hjá felagnum.
Spakin varð settur í 3.
desember 1993, og eftir
ætlanini skulu húsini standa
liðug í juni 1994.
MBF-húsini eru 220 fer-
metrar til støddar, og møgu-
leiki verður seinni at inn-
rætta kjallaran, um brúk
verður fyri tí, sigur Marg-
reta Næss.
;Húsið er mett at kosta 1,6
mió. krónur, og MBF eigur
500.000 krónur. Felagið er
sjálvt“ ført fyri at figgja
byggingina.
- Tad er åtrokandi at fåa
MBF eini hús, tí vit eru so
nógv fólki, ið arbeiða í fel-
agnum.
Bert í nevndararbeidi-
num eru umleið 100 fólk til-
samans, fyri tey ymsu fel-
øgini. Higartil hava hesi
feløg verið sum heimleysir
fuglar, ið ongastaðni hava
havt innivist.
Stórir trupulleikar hava
verið síðani byrjanina fyri
12 árum síðani, tá MBF
varð stovnað. Eitt nú hava
feløgini nýtt nógvar orku til
bert at skaffa innivist til tey
ymsu tiltøkini, sum felggini
hava arbeitt við.
- Tá húsini verða tíkin í
nýtslu í summar, verður tað
so mikið lættari hjá okkum
at arbeiða, av tí at tað ikki
longur verður neyðugt at
brúka tíð og orku til at leita
sær innivist, sigur Margreta
Næss.
Dagny
Tíðindi, lýsingar, myndir og alt møguligt annað
= alt finnur tú í Tíðindablaðnum Sosialinum!