mikudagur 9. mars 1994síða 14
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 14 Nr. 47 —9. MARS 1994 Tíðindablaðið { sosíalurin }
Føroyar-Bornholm
Danska stjårnin hevur fhes-
um døgum kroyst sonevnda
»kvotamålid« inn å okkum.
Uppruna-ålitid er 16 sum
skilst orðað i høvudsheitin-
um av »okkara egnu« K jart-
ani Hoydal, Hjalta i Jákups-
stovu og einum donskum
skrivstovumanni, Peter
Andersen. Hesin sami And-
ersen sigst eisini vera flog-
vitið aftanfyri eitt samsvar-
andi álit fyri Bornholm —
ein skipan, ið fiskimenn
vilja vera við hevur koyrt
vinnuna har um koll. Svarið
hesir fiskimenn fingu frá
sínum myndugleikum kann
bert tulkast soleiðis: >Okk-
ara útrokningar eru rættar,
og tá tað ikki hevur gingið
so sum ætlað, má tað vera
vinnuni, ið okkurt er galið
við!< — Men fiskimenninir
góvust tó ikki, og kravdu at
fiskifróðingar komu við
teimum út á fiskileið, so teir
við egnum eygum kundu
uppliva sínar feilmetingar
av toskastovninum. Tað
vóru nakkalangir fiskifrød-
ingar, ið stigu á land aftur á
Bornholm. Núeru teir spak-
ir og tala um at grundarlagið
undir metingunum helst
ikki var nóg álítandi. — Men
hvat hjálpir tað nú vinnan á
Bornholm longu er farin
meira og minni í sor?
Teir eru eisini fáir — um
nakar — av okkara trolara-
monnum, ið hava álit á, at
royndir við vaðskítatrolar-
anum >Magnus Heinason<
geva réttu mynd av ti, ið
livir á Føroya-leidini — ser-
stakliga á djúpri vatni. Men
Hjalti í Jákupsstovu vildi
sum skilst heldur hava eitt
glæsiligt Nóatún enn eitt
nútímans fiskirannsóknar-
skip.
Borðið fangar
Hóast eingin í løgtinginum
og enn minni vinnan sjálv
tekur undir við >kvotaskip-
anini<, so sigur danski for-
sætismálaráðharrin:
>Borðið fangar, tí longu
áðrenn Bygnadamevndin
hevði lagt fram sítt álit vátt-
aðu bæði landsstýrið og
løgtingid, at álitið frá
nevndini skuldi fremjast!<
Við ødrum orðum sigur
hann: >Egskíti á, hvat tykk-
ara fólkavaldu meina og
halda. Titskulu gera so sum
Kjartan Hoydal, Hjalti í
Jákupsstovu og Peter And-
ersen siga — basta!<
Í hesum døgum binda vit
okkum sostatt til eina skip-
an, ið vinnan sjálv, ja, alt
Føroya fólk — Bygnaðar-
nevndin og Tinganes tó
undantikið — metir kemur at
verða okkum til 6bøtiligan
skaða. >Sjálvdestruktión í
orðsins sanna týdningi<
skírir John Smith diktatið kunna avdúka
frå Bygnadarnevndini í ein-
ari áhugaverdari grein um
sama mál í Sosialinum 22.
februar.
Vitan er týdningarmikil
— tydningarmeira er at
vita, hvussu tú veitst
Tað er sjálvandi týdningar-
mikið at hava holla vitan,
men týdningarmeira er at
vita, hvussu tú veitst — Ser-
stakliga um tin »vitan« skal
fremjast í verki. Eitt mugu í
hvussu soerøll, ið bert hava
fylgt so toluliga við í fjøl-
miðlunum seinastu tíðina,
ásanna: Vitanin hjá limun-
um í Bygnaðarneyndini
stavar ikki frá vinnuni
sjálvari. Áhugavert heyði ti
verið at frætt, hvussu Kjart-
an Hoydal, Hjalti í Jákups-
stovu og Peter Andersen
vita — L.d.: Á hvørjar egnu,
ftøkiligu vinnuligu royndir
og lívsroyndir annars teir
hava grundað sítt diktat til
føroysku tjóðina.
Ein nevnd fyri og onnur
eftir mannað við >kontór-
krakkamonnum« verður í
hesum døgum sett at loysa
vinnukreppuna í landinum.
Flestir teirra hava sonevnda
„hægri útbúgving<, men
lítlar og ongar royndir frá ti
vinnu, teir skulu loysa trup-
ulleikarnar hjá.
Við hvert verður onkur
vinnulívsmaður fyri sýns
skuld tikin við »uppå ráð<
ein og annan >samráðingar-
túrin< til Keypmannahavn-
ar, Oslo ella Moskva, men
so er eisini tað mesta sagt.
Tó, einaferð varð vinnan
sjálv biðin um at loysa eitt
átrokandi vinnumál, ið
Tinganes ikki megnaði at
smoyggja niður yvir hana (í
sambandi við býtið av land-
grunninum millum teir ym-
isku veiðuhættirnar). Vinn-
an loysti málið eftir nøkrum
fáum døgum.
Um at spæla blindabukk
og >vita best<
Skulu vit hava vón um at
koma úr tí kreppu, vit eru í,
er ein hin fremsta treytin at
vit nú halda uppat við at
spæla blindabukk — tvs.
fjala avgerðir á byrgd aftan
fyri einhvønn flokk, nevnd,
ráð, stovu, stovni, felag osfr.
Hetta eru skipanir. Ein
skipan kann sum kunnugt
hvørki hugsa ella skapanak-
að - bert menniskjurnar
kunnu tað. Tí mugu vit ser-
stakliga í hesum fyri landið
so altavgerandi máli draga
fram í ljósið tær menniskj-
ur, ið standa aftan fyri
>kvotaálitið< og somuleiðis
tær, ið á ymiskan hátt
mynda hugsanir og royndir,
ið bera á annan bógv. Bert
eitt drúgvt orðaskifti mill-
um hesar báðar partar vil
veruligu
grundirnar/hugsjónirnar
aftan fyri tær ymisku fram-
setingarnar og sostatt skapa
møguleikar at rudda slóð
fyri skilagóðum loysnum.
At henda tilgongd (pro-
sess) sjálvandi átti at verið
framd, áðrenn tað endaliga
álitið varð skrivað, sigur seg
sjålvt. Men enn er ikki ov
seint, tí sum skilst skal skip-
anin í hvussu so er lutvíst
endurskoðast í september —
og tað ber eisini til at seta
einagðrvísi mannaða »Byg-
nadarnevnd«.
Til sammetingar: Tad er
nú einaferð ikki skipanin
EA. ella skipið >Sea
Shepard<, men menniskjan
Watson, ið heldur seg hava
einkarætt at »vita best« um
hvalastovnarnar, eins og tað
heldur ikki er skipanin
Fiskirannsóknarstovan ella
vaðskítatrolarin >Magus
Heinason<, men menniskj-
an Hjalti í Jákupsstovu, ið
metir seg hava einkarætt at
svita best< um toska-, hýsu-
og upsastovnarnar. ;
Ein hópur av menniskjum
á hesum klettum eru so av-
gjørt ikki samdar við Wat-
son ella Hjalta í Jákups-
stovu.
Arkitekturin aftanfyri
handilskvotaskipanina
Hvør, ið er veruligi
arkitekturin aftanfyri hand-
ilskvotaskipanina er kanska
verri at skilja, men fyri mær
at síggja má tað vera Jacq-
ues Delores ella onkur av
hansara nærmastu medar-
beiðarum, nú fram er kom-
ið, at ES, sum ein av treyt-
unum fyri norskan lima-
skap, krevur at skipanin við
umsetiligum handilskvot-
um skal fremjast í Noreg.
Peter Andersen er sostatt í
mínum hugaheimi bert ein
ES-grindasveinur og Kjart-
an Hoydal má so aftur vera
ørindasveinurin hjá Peter
Andersen. Tó, aftanfyri alt
hetta løgna spælið hómi eg
eitt hættisligt maktgirndar-
skrímsl.
ES og náttúrutilfeingi
heimsins
Innan ES er náttúrutilfeing-
ið í dag sum kunnugt meira
og minni niðurdálkað og
„útbrent<, samstundis sum
råvøruveitingin úr Menn-
ingarlondunum er mink-
andi og stødugt meira kost-
sínum skjótt vaksandi
íbúgvatali — tað er talan um
milliardir menniskju —
sjálvi tørva (og vilja eisini
góðska) egna tilfeingi. ES
hevur tí í dag fyri neyðini
nýggj rík >yvirskots<-til-
feingislond sum Noreg,
Føroyar, Ísland og Grøn-
land, tvs. lond har náttúru-
tilfeingið er nógvar ferðir
Kvotamálið og ES
stórri enn tørvurin hjá í-
búgvunum. Tilsamans er í-
búgvaratalið í hesum norð-
urlondum jú ikki størri enn í
einum av teimum meðal
størru byunum í ES.
ES hevur nógvar ferðir
meira fyri neyðini ómeta-
liga ríka náttúrutilfeingi
Noregs, Íslands, Grønlands
og Føroya, enn hesi lond
hava tørv á at gerast limir í
ES!
Búskaparligt trýst
og gularøtur
Høvdu vit í Europa fyri 50
60 árum síðani havt eina
skipan sum dagsins ES, so
høvdu nevndu nordurlond
vegna teirra ríka tilfeingi
beinanvegin verið »innlim-
að< í ES við kanónum.
Í dag forðar tíbetur fram-
komna heimstilvitskan
slíkum, tó at henda tilvitska
enn ikki so mikið moralskt
framkomin, at hon megnar
at forða fyri at nýtt verður
búskaparligt trýst (tollmúr-
ar, avgjøld osfr.) á ikki-
limalondini. Hin vegin
stendur so okkum í boði í
býti við okkara tilfeingi ein
ES-gularót við heitinum:
»Fria atgongd til ríka ES-
marknaðin<.
Men hvør tað verður, sum
i framtidini veruliga kemur
at jagla gularótina i seg, ja,
tad er so aftur ein spurning-
ur um hvussu »umsetiligar«
vit gera kvoturnar.
Hvi vil ES hava um-
setiligar handilskvotur?
Kendi setningur Darwins
>The survivel of the fittest«
(tann sterkasi yvirlivir) er
óivað mest rámandi svarið
uppá henda spurningin.
Hóast Darwin her fremst
hugsaði um dýrini og als
ikki um >umsetiligar hand-
ilskvotur<, so er tað júst tað
dýriska í menniskjunáttúr-
uni, ið kemur til sjóndar í
kvotuskipanini: Skipanin
skal borga fyri at >tey úr-
valdu« — tvs. tey snúðilig-
astu og búskaparliga sterk-
astu — veruliga fáa tað
rásarúm teimum tørvar at
fremja »friu kappingina«.
Vid øllum nordurlondum
íES skulu sostatt vingreivar
í Spanien, Portugal og Ital-
en og ídnaðarrisar í Týsk-
landi, Bretlandi og Frak-
landi hava somu rættindi at
keypa fiskikvotur sum t.d.
fiskimaðurin í Honnings-
våg, Klaksví, Akureyri og
Sisimiut.
Hetta samsvarar eisini við
>ES-grundlógina< og fyri
tann saks skuld eisini við
sjálvari kjarnuni í boðskap-
inum um fría kapping.
Vit koma helst í næstum
at fáa lyfti um onkra >ser-
skipan< við ES, men snig-
vegirnir eru altíð nógvir og
okkara tjóðarmura er sum
kunnugt gruggut. Gongur tí
sum ES og danir vilja, verða
vit — so fávitskutir og und-
irbrotligir vit jú eru — um
stutta tíð »lirkadir og lump-
aðir inn í ES<, sum Erlendur
sáli so ofta plagdi at taka til.
At tað teirra millum, ið
stóðu við jarnbrotinum og
»lirkaOu«, vóru hansara
partamenn, hevði hann tó
neyvan hugsað sær.
Hvussu álítandi eru
stovnsmetingarnar
hjá fiskifróðingunum?
Bæði her og í Noregi havi
eg upplivað hvussu fiski-
frødingar ferð eftir ferð full-
komuliga feilmeta fiska-
stovnarnar. Slíkt er sjálv-
andi sera óheppið, serliga tá
hugsað verður um avleið-
ingarnar av hesum fyri tey
mongu, ið eru knýtt at vinn-
uni.
Veitst tú hvussu grundar-
lagið fyri stovnsútrokning-
arnar verður fingið til vega
og kennir tú tær >hypotes-
ur<, ið útrokningarnar ann-
ars byggja á, so kanst tú
heldur ikki annað enn undr-
ast yvir tær mestsum full-
vísu framsetingamar um
stovnsstøddir, ið fiskifrød-
ingar yvirhøvur leggja
fram. Teir vita fullvæl at tað
teir áttu at havt sagt var, at
allar metingar mugu takast
við størsta fyrivarni og at
»røttu« tølini eins væl
kunnu vera helmingurin
sum tað dupulta.
Nú teljist eg ikki millum
teirra, ið trúgva at vit hava
»nidurfiskad« toska-, hýsu-
Orðaskifti
ella upsastovnin. Við ú
flota, vit hava, hóttir fiski-
skapurin í sjálvum sær ong-
an stovn og undir ongum
umstødum nær námind í
mun til hvat náttúrufyri-
brigdi sum broytingar í hita-
lagnum, streymviðurskift-
unum, planktonframleiðsl-
uni osfr. kunnu hava við
sær.
Nakað heilt annað er, at
vit sjálvi hava niðursorlað
korallskógirnar á grunn-
unum, typt Hvannasund og
Haraldssun, broytt náttúr-
liga áarfrárenslið (SEV)
osfr. og á tann hátt kanska
oyðilagt nógv stórri part av
lívsgrundarlagnum hjá
ynglinum enn nakar yvir-
hevur torir at gita um. Hvar
var rødd fiskifrødinganna,
tá alt hetta fór fram? Er
umberingin kanska, at her
er talan um vistfrødi (Øøko-
logi), id er ein nyggj vis-
indagrein, id illanokk hevdi
sæð dagsins ljós, tá okkara
mætu fiskifræðingar fingu
síni prógv?
Um at bróta upp
úr nýggjum
>Skal nýtt kykna upp má
gamalt doyggja« sigur eitt
orðatak. Einstein segði tað
sama eitt sindur ødrvisi:
>Skulu vit loysa ein trupul-
leika mugu. vit hugsa gør-
vísi enn vit hugsaðu, tá
trupulleikin varð skaptur<.
Við ødrum orðum: Vit
mugu gravleggja teir hugs-
unarhættir vit vandu okkum
til í 80'unum.
Hvussu tá bróta upp úr
Framhald á síðu 19