mikudagur 9. mars 1994síða 20
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
m Tit ringja — vit skriva
Er nakað á våsi? — lvamål? 2.
Ein spurningur, eila tíðindi, so ring til okkara.
Vit eru til reiðar í
Telefon 11820 -
Lágtrýstið yvir Íslandi rek-
ur í landnyrðing og éstød-
ugt luftrák verður fram-
vegis av útsynningi móti
Føroyum, men onnur låg-
trýst, sum reka vestaneftir
inn yvir Føroyar, elva í
skiftum til kaldari luftrák
av útnyrðingi, helst við
kavaælingi.
At byrja við strúkur í vindi
upp í skrið, 13-18 m/s, av
vestri, lutvíst ádrigið, æl-
ingur, annars toluligt sýni.
Seinni hækkandi upp í út-
nyrðing, gott sýni, men
sum frálíður kava- ella
heglingsælingur. Hitin úr 4
niður í Í stig.
Hósdagi
Strúkur í vindi upp í skrið,
13-18 m/s, av útnyrðingi,
lutvíst ádrigið, hendinga
kavaæl, annars gott sýni.
Hitin niður ímóti frost-
markinum. Seinni frískt lot
upp í hvassan vind, 10-15
m/s, av útsynningi og
vestri, ádrigið, okkurt ælið,
annars toluligt sýni. Tað
verður lýggjari.
Frískt lot upp í hvassan
vind, 10-15 m/s, av útsynn-
ingi, vaksandi upp í skrið,
18 m/s, ádrigið, regn- ella
vátaslettingsælingur, tolu-
ligt sýni, seinni kavaæling-
ur og annars frægari sýni.
Hitin niður ímóti frost-
markinum.
Leygardagin og
sunnudagin
Leygardagin minkandi úr
hvgssum vindi, 15 m/s, nið-
ur í frískt lot, 10 m/s, av út-
nyrðingi, okkurt kavaælið,
annars gott sýni. Sunnu-
dagin hvassur vindur, 15
m/s, av útnyrðingi, lutvíst
ádrigið, kavaælingur, ann-
ars gott sýni. Hitin báðar
dagarnar millum 1 kulda-
stig og 2 stig.
Telefax 147 20
Æ lýsingar
Lýsingarfólk okkara er ráðgevari hjá fyritskum
og einstaklingum í lýsingarspurningum. Hetta
verður gjørt uttan meirkostnað fyri lýsaran
Telefon 11820 -
Teletax 147 20
Skótalið 25 ár og fram-
syning á Olavsøku í år
Eitt av teimum yngstu og
kanskaeisini eitt av teimum
ókendu skótaliðunum í Før-
oyum, bleiv 25 ár tann 2.
febr. í ár. Skótaliðið Tóra
Sigmundsdóttir, sum varð
stovnað 2. febr. 1969, hevur
altíð verið ein partur av
skótafylki Sigmunds Brest-
irssonar í Havn. Tað vóru 6
havnargentur, sum tóku stig
til at stovna hetta lið, tí tær
sóu ongan útfordring at
melda seg inn í eitt av hin-
um gentuskótaliðunum,
KFUK skótarnir og skótalið
Frelsunar Hersins, sum tá
vóru tey einastu skótaliðini,
har gentur kundu gerast
Í fleiri ár arbeiddu S.S.B.
og S.T.S. skótarnir saman,
líka inntil tey bæði liðini
blivu løgd saman í 1993.
Hetta var tí at tað var lættari
atkoyraeitt felags lið, ístað-
in fyri at hava 2 skótalið
undir somu lon. Eisini var
ein av orsøkunum tann, at
Vestfalskyrrindi
4. mars: Seinna kvarter
12. mars: Tendring
15. mars: Mánin longst frá jørdini
talið av gentuskótum fall
mitt í 80'unum. I 1987 stóð
so illa ul við skótaliðnum
S.S.B. og S.T.S., at tað var
líka við at detta niðurfyri,
vegna trupulleikar í liðnum.
Var tað ikki fyri 3 leiðarar,
sum noktaðu at standa og
hyggja passivir at, høvdu
vit í dag ikki havt nakað, ið
kallaðist teir gulu skótarnir í
Havn. Við góðari hjálp frá
nógvum hondum fingu hes-
ir leiðarar liðið upp á føtur
aftur, soleiðis at skótafylki
S.S.B. hevur einar 90 virkn-
ar limir, bæði dreingir og
gentur, í aldrinum frá 6-20
ár.
Av skótaaktivitetum
royna teir, ið eru leiðarar í
dag, at hava so fjølbroyttar
aktivitetir sum gjørligt, fyri
at menna tey, sum eru skót-
ar og úlvar. Onkur av teim-
um mest læruríku skótatil-
tøkunum eru legurnar. Tá
læra børnini alt um náttúru
okkara, hvussu ein klárar
0429 1652
0514 1736
seg úti í henni og mangt
annað, sum er gott at vita.
Eitt annað tiltak, um ein
kann kalla tað soleiðis, er
6lavsøkan. Hetta er nokk
tað størsta tiltakið, skótalið-
ið hevur, tá ið summarlegur
ikki verða fyrireikaðar.
Ólavsgkan er eisini ein av
grundsteinunum fyri at liðið
kann klára seg fíggjarliga.
Nógv verður gjørt burtur úr
ólavsgkuni, bæði á ein og
annan hátt og fyri at gera
okkurt, sum kann gleða tey
smáu børnini.
Á ólavsgku í ár er ætlanin
at hava eina framsýning
uppi í sjálvum skótahúsin-
um við myndum, sum lýsa
skótalívið, gamlar skóta-
búnar, turriklæði, merkir og
annað, sum lýsir søguna hjá
skótaliðnum frá 1926 upp til
dagin í dag. Tí ætlar liðið at
heita á gamlar skótar, bæði
gentur og dreingir, sum
hava verið limir hjá kkum,
um at royna at finna gamlar
0629 1852
0714 1936
0244 1507
0329 1551
dagbøkur, patruljufløgg og
annað fram og lata liðnum
tað. Eisini hava vit í liðnum
tosað nógv um at gera
okkum eitt savn við teimum
gomlu dreingja og gentu
skótabúnunum, úlva og
bláeygu troyggjunum,
turriklædunum og teimum
skótamerkjum, sum hava
verið nýtt í liðnum. Hetta er
eitt sera torført arbeiði, tí
nógv av hesum søguligu
lutum eru antin burturkoyrd
ella oyðiløgd gjøgnum tíð-
ina. Tí fara vit í Skótafylki
Sigmunds Brestirssonar og
Tóru Sigmundsdóttir at
heita á tey, sum einaferð
vóru úlvar, bláeygu, skótar
0444 1707
0529 1751
0329 1552
0414 1636
og leiðarar, um at royna at
finna teir lutir, sum kundu
sagt søguna hjá liði okkara
og um tað var gjørligt at
skótaliðið fekk tey til savn
okkara, antin til láns ella til
ognar. Er tað onkur, sum
hevur onkran gamlan skóta-
búna, turriklædi og annað,
sum hann ella hon vil lata
skótaliðnum, kunnu tit
ringja til Gunnar Liitzen á
tif. 13025, millum kl. 10-
12.00. Viðvíkjandi gomlum
skótamyndum kunnu tit
ringja til Finn Mortensen,
tlf. 14137.
Við skótakvgðu
Skétalið S.S.B. og S.T.S.
0433 1607
0429 1651