Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-03-10, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. mars 1994síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Verkfall og arbeiðsloysi TROLARAFLOTIN liggur og flestu fólkini á fiskavikjunum kring landið eru farin til hús. Trolararnir leggja upp eini 80% av fiskinum og tí merkist tað beinanvegin á arbeiðinum á landi, tá allir trolararnir liggja fyri teym. Her er talan um eini 1500 fólk, sum eru uttan arbeiði, og er ein avleiðingin av hesum tann, at trýstið á arbeiðsloysisskipanina veksur. ENN eru bert fáir dagar farnir, síðani trolaramenninir gjørdu av at leggja skipini, og tískil merkist henda “nýggja" kreppan ikki beinanvegin. Men tað er greitt, at tað er farið at sansa álvarsliga at í samfelagnum, nú meg- inparturin av flotanum liggur og meginparturin av arbeiðsplássunum á landi eru steðgað upp. HETTA málið er helst nógv meira álvarsligt enn fleiri gera sær fær um. Tí hvussu kann samfelagið og enn minni tey fólk hetta rakar liva við hesum! ALS hevur ikki pening til at klára at økt arbeiðsloysi. Hjá manningunum á trol- arunum er spurningurin uppaftur meira álvarsligur, tí verður tær sagdar upp til tess at fáa nakað úr ALS, so sigur lógin, at tær kunnu ikki mynstra við aftur skipunum næsta hálva árið ella so. Tí eru hesar manningar í veruleikanum sum lús milum tvær negl. TROLARAMENN vilja ikki fara út aft- ur fyrr enn tingið broytir lógina um kvotur. Hetta hendir neyvan, tí lógin er ein partur av avtaluni við danir. Løg- maður skal so hava sagt, at hon vil fegin lurta eftir teirra sjónarmiðjum. Hvat tað so merkir er ógreitt, men málið er sera torført at loysa, tí tað nettup er partur av eini týðandi avtalu við danir. Haraftrat kemur at føroyingar innanhýsis eisini standa spjaddir í hesum máli. Tað eru teir, sum halda, at trolaramenninir hava í veruleikanum einki val, tí stovnarnir eru so mikið niðurfiskaðir, at har er ikki nokk til allar trolararnar. Teir siga harafturímóti at tað er ov mikið til at fiski. SPURNINGURIN er hvat endin verður, um skipini ikki fara út aftur og fólk ikki koma til arbeiðis aftur á virkjunum. Tað sigur seg sjálvt, at slíka gongd tolir okkara samfelag ikki leingi aftrat, og tá kunnu so bankabjargingar og kreppu- avtalur við danir ol. alt vera tað sama. Hava fiskifrgðingarnir rætt - sum mangt bendir á - so sigur tað seg sjálvt, at brúk er ikki fyri hesum mongu skipum. Men spurningurin er so, um tað er rætt at kvetta soleiðis at stokkinum, sum nú verður lagt upp til. Tolir okkara sam- felag, at trolararflotin, sum longu er minkaður við eini helvt, verður mink- aður við eini eini helvt! Eru orðini hjá danska búskaparfréðinginum Paldam í SvF herfyri sonn, so er bert pláss fyri UTF-limir fara til Berlin Aftur i ár bjóðar UTF, Ung Templarasamband Føroya, limum sinum å EGTYF- legu, sum hesa ferð verður hildin í Berlin. EGTYF- legurnar eru altjóða legur, ið verða fyriskipaðar frá- haldsungdómi. Fyrstu ferð, føroyskir fráhaldsungdóm- ar luttóku á EGTYF-legum var í 1978, og teir hava ver- ið við á hvørjum ári síðan tá. Hesaferð er tað sostatt 9. At fara á EGTYF-legu sigst vera nakað heilt ser- ligt. Umframt at ferðast saman, verða eisini nógv góð og sterk vinabond knýtt á hesum ferðum. Eisini fært tú á einari slíkari ferð ein varhuga av, hvussu fólkið livir í vertslandinum og hvørji mentunarlig sereyð- kenni eru galdandi har. Okkara felags endamål er fråhaldsarbeidi og fridarar- beiði millum tjóðir og menningararbeiði í tilaft- urskomnum londum. Å Hósdagin 21. juli skulu Bussurin fer år vit koyra til Dover og sidani Føroyum sigla til Býin Calais í Frak- Ferðin til Berlin verður landi. Har frá verður koyrt skipað sum ein spennandi gjøgnum Belgia og Niður- buss- og tjaldferð úr Føroy- lond (Holland) til vit koma um. Niels Olgar Joensen år til Berlin. Sandavági hevur åtikid sær Sjálv EGTYF-legan, sum uppgávuna at koyra ferða- verður hildin á einum stór- liðið allan tann langa vegin = um frítíðarmiðstaði við øll- til Berlin. Sjálvandi mugu = um hentleikum, byrjar vit fyrst sigla til Skotlands. fríggjadagin 22. juli viðeini Farði verður av Havnini = stórari — vælkomstveitslu hósdagin 14. juli viðSmyrli fyri allar luttakararnar. til Aberdeen. Frá Aberdeen Vit vænta at tað vera um- verðurkoyrtsuðurgjógnum leið 2000 luttakarar úr øll- Stóra Bretland til býin Windsor í Suðuronglandi. Vit steðga í heilar fýra dag- ar í Windsor. Ætlanin er at luttakararnir sjálvir skulu gera eina skrá, tá ið tey koma til Windsor. Vit kundu t.d. hugsað okkum, um heiminum við á leguni. Skráin fyri leguna Á EGTYF-leguni verða nógv ymisk tiltøk á skránni. M.a. kunnu vit nevna work- shop, ítróttur, útferðir, fundir, ein felags krav- at vit gjørdu nakrar útferðir | gonga, fundir, skeið og i Windsor umráðnum, og EGTYF-OL. vónandi fer sólin at brúnka okkara hvítu, føroysku pr sem 3 eini 20.000 føroyingum vid ti råvøru- grundarlagi, sum er til. Er tað hesi sannroynd vit nú ganga á meti og er hetta nakað, sum teir serkønu longu hava skrivað sær aftan fyri oyrað! STUDNINGURIN var avtikin við ein brest. Tað eru tey, sum halda, at okkara lítla og viðkvæma samfelag hevur ikki tolt eina so kollveltandi og skjóta broyt- ing eins og tað eru mong, Sum halda, at MVG-ið kom alt ov bráddliga og varð alt ov høgt beinanvegin. Tað tók grundarlagið undan so gott sum øllum virksemi í landinum. PRÍSURIN á fiskinum vit fáa upp á land er so mikið vánaligur, at hann er ein vanlukka fyri bæði skip og mann- ingar og fyri samfelagið sum heild. Onkur hevur reist spurningin um ikki skipini í eina tíð áttu at fingið eitt lítið ískoyti til tann lága prísin. Hetta er so eisini ein tanki, sum eigur at verða tikin við í tjakið um støðuna í vinnuni í hesum døgum. Stødan er so mikið álvarslig og alarmerandi, at allar góðar kreftir mugu til at finna út av onkrum saman. Tað stendur púra greitt, at verður okkara høvudsvinna á sjógvi og á landi løgd lamin, tá muna tær avtalur, vit hava gjørt við danir oa. lítið. Og er stødan so ring á fiskivinnuøkinum, sum fiskifrødingarnir vilja vera við, tá mugu vit finna aðrar vinnuvegir, um tað skal vera liviligt á hesum klettum. Vit eru Vit hava frætt frá fólki, sum fyrr hava luttikið á EGTYF- legum, at hesar legur eru nakað av tí besta, ið tey hava upplivað. Vit eru nøkur, ið eiga rík minni frá hesu ógloymandi legum, sum tú helst skuldi sloppið at upp- liva sjålv/ur. Heimaftur gjøgnum Danmark Tá ið legan er av verður koyrt til Esbjerg vid buss- inum og síðani fara vit við .Norrønu til Føroya. Vit verda heima aftur å klettun- um månamorgunin 1. aug. Kostnaðurin fyri at lut- taka á EGTYF-leguni er 4.800 krénur. Ætlanin er annars, at tey einstøku fe- løgini skulu royna at savna pening inn til ferdina. Vænt- andi fara foreldur at hjålpa teimum ungu vid til-tøkum til frama fyri EGTYF- leguna i Berlin. Fólk, ið ynskja fleiri upplysingar um leguna, kunnu venda sær til Felagsskrivstovuna hjå Frå- haldsrørsluni, tlf. 16424, eftir fleiri upplysingum. UTF noydd til at taka eina komandi olju- vinnu í álvara. VIT fingu avtaluna við danir um endurfígging og vit fingu lóginga um kvotur. Nú liggur flotin og virkini standa tóm. Hvat nú skal henda má vera upp til vinnulívið, fakfeløgini og pol- itikararnar. Komandi dagarnir fara so helst at krevja av øllum pørtum, at teir sessast saman og finna eina ella aðra loysn. Flotin fer út aftur síga summi. Latið hann endiliga liggja , tí talan er um bestu gýtingartíð sigur onnur. Eitt er tó givið, at fer partur av flotanum ikki skjótt út aftur, so fer tað at skapa nógvar óhugnaligar ringvirkningar í samfelagnum. Tí tá verður einki minni enn i si og spurningurin er, hvussu leingi samfelagið tolir tað. Hin spurningurin: hvussu leingi fiskastovn- arnir tola eitt ov høgt veiðutrýst er einki minni álvarsligur. Hesir báðir spurn- ingar eru nær tengdir og eru teir eisini kjarnin í kreppuni í dag. Teir vísa, hvussu torfør kreppan í veruleikanum er loysa og teir reisa triðja og ikki minni týðandi spurningin: hvussu mong fólk megnar rávgrutilfangið at bera í framtíðini. SOSIALURIN umtóktu ketlarnir „eru á goymslu Bæði dupultir ;- og einkultir „Skulu tygum hava nýggjan ketil, so tosið við okkum og fáið eitt gott tilboð. Vit hava serkønt fólk, ið geva eina skjóta og góða tænastu. - Alt tilfar til hitaverk og sanitet fæst hjá okkum. Smyrilsvegur 8 — Tlf. 12000