hósdagur 10. mars 1994síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið [ sostalurin | Nr. 48 — 10. MARS 1994 Sida5
Bjarti Mohr, Føroya Fiskavirking:
Verkfallið
koppar ikki
Fiskavirking
beinanvegin
— Vit fáa 80 prosent av råvøruni frá trolarunum,
men hugskotið við Fiskavirking var júst at hava
eitt fíggjarliga sterkt felag og vit eru sterkir,
sigur stjórin
Tað felag sum merkir harð-
ast, at trolaraflotin liggur er
Føroya Fiskavirking. Gólv-
ini á flest øllum virkjunum
hjá Fiskavirking eru turr í
løtuni og einki røkist fyri, at
stórar nøgdir koma innaftur
á virkini, fyrr enn trolar-
arnir fara aftur til fiskiskap.
-Fiskavirking fær góð 80
prosent av síni råvøru frå
trolarunum, so verkfallið er
ein harður smeitur. Men tað
er ikki soleiðis, at Fiska-
virking koppa runt av
hesum. Stødan er ikki góð
og eg vóni at teir finna eina
asta sum kann henda í Før-
1000 fólk hjá Føroya Fiskavirking eru koyrd til hús, tí ongin fiskur kemur frå trolarunum. Mynd: Kalmar
Royna tit at finna útvegir
at keypa fisk úr ødrum
londum til virkingar, nú
trolaraflotin liggur?
- Nei, tað gera vit ikki
serstakt. Vit fylgja altíð við
útboðnum frá Noregi og
ødrum londum, men vit
hava ikki gjørt nakað eyka
fyri at fáa fisk til landið, sig-
ur Bjarti Mohr.
Heildarkvotu
— Eg eri samdur í tí, at ein
stovnsrøkt má fara fram.
Hjalti í Jakupstovu nevndi í
sjónvarpinum at stovnarnir
vóru eins og ein bankabók,
við hvert mátti setast inn. Tí
er neyðugt við eini stovns-
røkt, sigur Bjarti Mohr.
— Men eg eri ikki samdur í
tí håtti råvøran er býtt mill-
um skipini. Eg eri talsmað-
ur fyri eini heildarkvotu,
har tann besti klárar seg.
Fiska frítt eftir teimum
reglum sum verða galdandi
við stongdum leiðum 0.s.v.,
sigur Bjarti Mohr.
Geva trolararnir tykkum
eina meira regluliga til-
gongd av fiski?
— Nei, tað gera teir ikki,
men talan er um stórri nøgd-
ir og annað slag av fiski,
serliga upsi og kongafiskur.
Húksbátarnir eru nógv
bundnir = av streym-
viðurskiftum, men annars
er munurin ikki stórur á tí
regluliga, sigur Bjarti
Mohr.
— Tað er gott at vit hava
húkabátarnar, men eg
trúgvi einki uppá, at húk-
urin klárar alt, vit hava brúk
fyri trolarum og tað vísa tey
yvir 80 prosentini av fisk-
inum, sum Fiskavirking fær
frá trolarunum, sigur Bjarti
Mohr.
Felagið Trolskip vísir á í
tíðindaskrivi, at upsa-
prísurin í meðal er 1,50 kr
lægri í Føroyum enn í Ís-
landi. Hvussu hongur hetta
saman?
— Upsaprísurin er lágur í
løtuni. men at vit geva lægri
prís enn íslendingar er ikki
heilt rætt. Størsti parturin av
okkara upsaframleiðslu fer
framvegis til blokk og tað er
orsøkin, um nakar prismun-
ur er millum Føroyar og
Ísland. Vit arbeiða hart fyri
at framleiða so lítið sum
meguligt í blokk. Í fram-
tíðini verða framleiddar
meir av pakkadum verum
og prisurin verður hægri.
Eitt annað er, at í Íslandi er
talan um bruttoprísir, men
vit arbeiða við nettoprísum,
sigur Bjarti Mohr.
— Men upsaprísurin er
hækkaður seinastu árini. Í
1989 rindaðu virkini 1.69
kr. fyri upsan og fingu 11,50
kr. fyri liðugt veruna. Tá
varð studningur latin. Í dag
rinda vit Ld. 3.25 kr. fyri
kiloið av upsa, men fáa bert
9.85 fyri liðugt vøruna. Her
er talan um tiggjutals
milliónir sum Fiskavirking
má rinda meir fyri vøruna,
sigur Bjarti Mohr.
— Prisurin er sera lágur í
løtuni, men vit rokna við
eini prishækkan til várs
Nøkur av virkjunum hjá
Fiskavirking hava sélu-
sáttmálar, sum iey ikki
klára at halda, nú so lítil
Hendan myndin er tikin á
Fiskavirking í Havn fyrr í
vikuni. Tá var nógv ar-
beiði, men nú er gólvið
turt. 80 prosent av fiskinum
sum Fiskavirking keypir
kemur frá trolarunum.
Mynd: Kalmar
fiskur kemur uppá land.
Missa hesi virkir sáttmál-
arnar?
— Nei, men tað er altíð
keðiligt at koma afturút,
sigur hann.
Er tað ein vandi fyri at
aðrir sleppa framat?
— Um verkfallið verður
drúgvt, so er ein vandi har.
Norðmenn og aðrir liggja
framvið. Taðer altíð ringt at
koma afturum aftur, sigur
Bjarti Mohr.
— Enn einaferð, tað ring-
asta sum kann henda er at
arbeiði steðgar upp. Tað er
soleiðis, at tá flakafólk hava
verið heima, so ganga tað
altíð nakrir tímar, áðrenn
tey arbeiða læika effektivt
aftur, sigur Bjarýj Mohr.
Tá hesar reglur vóru
skrivaðar vóru 1000 flak:
fólk uttan arbeiði og 400
manns umborð á ísfiskatro!
arunum
jústinus