Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-03-10, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. mars 1994síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Um at leggja fiskiflotan Nú hevur felagið Trolskip av- gjørt at leggja trolaraflotan, ú teir mótmæla uppskoti lands- stýrisins um vinnuligan fiski- skap. Helst kundi uppskotið verið nógv betri enn tað er, og tað verður onki frægari av at vit vita at tær seinastu broytingar- nar bert komu tí at landsstýrið ikki orkaði at standa ímóti danska kanónbátadiplomatin- um; men legg til merkis; teir siga ikki eitt orð um, hvat fyri teimum hevði verið ein rímilig skipan. Hetta seinasta má vera sum tað er, tað er altíð lættast og mest freistandi bara at vera í- móti. Vit hava øll rætt (kanska nærum skyldu) til at taka støðu til tað, sum hendir í samfelag - num. Hetta er aðalfortreytin fyri at demokratiið kann virka. Men hava reiðararnir rætt til at leggja flotan? Ølltey árini, tá landið var um at kvalast í peningi (-- hverjir samfelagsbólkar mundu tað vera, sum tóku spekulatións- milliardimar til landið?), sprændi landskassin hundrað- tals milliónir inn í reiðarí og flakavirki, fyri at sleppa teim- um, sum ikki høvdu hug ella evni til tess, undan at hugsa um óviðkomandi småting sum góðsku, ódýrari rakstur, ella vanliga sunna virkisleiðslu yvirhøvur. Hesa sosialhjålp til fiski- vinnuna hevur vanligi skatta- borgarin goldið — tey, sum ikki kundu ella vildu keypa sær skattafrælsi. Síðan er flotin farin fleiri ferðir um tvingsilsselur, so skipini nú standa eigarunum í stak lítlum peningi (hvert hann so er til ella ikki), meðan lands- kassin misti hundraðtals milli- ónir í veðhaldum. Peningur, Minstalønin — løn ella almannastudul Hvussu ber tað til, at danska stjórnin krevur, at minstalønin skal viðgerast sum almanna- stuðul, t.v.s. at hon 1) skal regulerast eftir inntøku og 2) flytast á rakstrarstaðið fyri almannaverkið. Ein minstalønarskipan er jú ikki nakað óvanligt, men ein Jønarskipan sum fleiri aðrar. Vanligar lønarskipanir um okkara leiðir umfata m.a. fasta løn, akkordløn, timaløn, pro- centløn við minstaupphædd, og tað er jú júst hetta seinasta, sum minstalønin er: — ein pro- æntløn við tryggjaðari minstuupphædd. Ongin løntakari ella fakfe- lag kann góðtaka eina procent- løn uttan eina minstuupphædd, tí hver vil átaka sær eitt arbeiði uttan at:fáa løn fyri tað. Sermerki við minstulenini Tað kann tí ikki vera lønar- skipanin í sær sjálvum, sum fellur dønum fyri bróstið, men heldur tað óvanliga við minstulønarskipanini, sum skilir hana frá sðrum líknandi skipanum, at hon ikki er ein partur av sáttmálanum millum arbeiðsgevara og arbeiðstak- ara. Felggini tingast um procent- partin av lønini, meðan tað er sum ásetur og rindar minstu- lønina, og tað er her, tað stuð- ulskenda kemur inn. Tí á henda bara ein inntøkutrygd hjá fiskimonnum, men eisini ein óbeinleiðis stuðul til arbeiðs- Sinnisbati gevaran, sum ávirkar alt tað bú- skaparliga grundarlagið, bæði viðv. fløgu og rakstri. Tað verður kanska ov lætt at taka avgerð um eina ílegu, tá lønaråtreidslan er tryggjad av tí almenna, men tað verður hin- vegin eisini lættari at royna nýggjar leiðir, og júst í hesum døgum kann hetta vera av stór- um týdningi. Hvat eigur at verða broytt viðv. minstulønini At minstalønin skal varðveit- ast, eru flest øl] samd um, men sum frálíður eigur fíggingin av henni tó at gerast ein partur av sáttmálanum millum partarnar. Tákann hon ikki leggjast undir at vera hvørki ein stuðul til fiskivinnuna ella ein almanna- veiting til fiskimannin. Tá er hon sum ein hver onnur pro- centlønarskipan við minstu- upphædd. Hetta kann ikki gerast í ein- um, serstakliga ikki í hesum degum, nú fiskivinnan er so illa fyri, men ein umlegging yvir eitt áramál eigur at verða um- hugsað, so sáttmálapartarnir fáa lagað seg til nýggj við-ur At avtaka ella skerja minstu- lønina til at vera treytaða av inntøku frammanundan er heilt burturvið. Í staðin eigur tingið at áleggja såttmålapørtunum yvir eitt áramál at yvirtaka fíggingina av henni, so minsta- lénin kemur inn, har hon hoyrir heima, sum ein partur av lønar- sáttmálanum millum partarnar. EU - Erítíðarholið í Krossgotu 15 er opið månakvøld kl. 192. sum vit vanligu skattgjaldarar og børn okkara skulu gjalda aftur. Bankarnir eru farnir á heys- in, men vit máttu enn einaferð skuldarbinda okkum og børn okkara — hesaferð við milliard- um — so fiskivinnan ikki steðg- aði upp. Í roynd og veru er tað, sum landsstýrið skattgjaldarans vegna hevur gjørt fyri fiski- vinnuna, ógvuliga líkt tí, sum danski staturin hevur gjørt fyri Føroyar. Munurin er bert at landsstyr- ið hevur gloymt at tryggja sær at vit fáa peningin aftur, og tað hevur somuleiðis gloymt at EIN HUGVA FULL seta treytir, soleiðis at:vit altíð kunnu geva skuldareyvunum ein brest, um teir ikki gera sítt ítarsta. Vónandi eru reiðararnir lopnir framav. Vónandi eru teir greiðir yvir at vit, tá vit ferð eftir ferð eru gingin við til at syrgja fyri at teir eru slopnir við skinninum á ngsini, ikki hava hildið tað vera í lagi, t at teir onkursvegna eiga ein sjálv- sagdan frumburðarrætt tl skattapening okkara, men ein- ans tí at okkum tørvar arbeiðs- plássini. Vónandi leggja eisini teir til merkis, at teir tí hava skyldu til at syrgja fyri at slepa sær aftur til arbeiðis, so ikki enn fleiri fólk koma at ganga í vinnu- loysi, og so at teir ikki enn eina- ferð koma ogn okkara í vanda. Kann vera at uppgávan er nakað møtimikil nú lógin er komin, men tey munnu vera fá, sum hava lættar byrðar at bera her í landinum í dag — hvert tey so hava ella ikki hava arbeiði. Vit hava givið teimum skatt okkara fleiri mansaldrar fram, men tá teir ikki sjálvir klára at lata vera við eisini at taka fiskatilfeingi okkara endaliga frá sær sjálvum og okkum, so er tað bæði rætt og rímiligt at landsstýrið roynir at vera stuð- ulspedagogur fyri teir. Um teir ikki eru so mikið at sær komnir, at teir kenna tær skyldur, teir hava móti samfe- lagnum, sum hevur givið teim- um so nógvan pening, so vóni eg. og fleiri við mær, at lands- stýrið er so mikið at sær komið, attað ger tað, sum skal til, so vit ikki enn einaferð missa tann pening, vit longu fleiri ferðir hava mist uppá okkara fiski- flota. skattgj aldari | | AV VITAN OG VINNUFØRLEIKA r"PHandilsskola, kanst tú um tvey ár seta HH-húgvuna á hovdið. HH-húgvan Jo og møguleikum at lesa víðari - eins og ein students- og HF-útbúgving. Verður tú upptikin til Hæg er full av vitan, vinnufø HH er ein åstødilig útbúgving, sum er lagað til vinnulívið. Ti ert tú eftir lokna ú fáa arbeiði í vinnuni. HH'arar fáa vanliga starv innan selu, útflutning, grannsk Ætlar tú tær at halda fram at lesa, gevur eitt HH-prógv atgongd til teir handilsháskúlar og universitet, og í Foroyum fróðskaparsetrið, peningastovnum o.s.fr. þúgving vælskikkaður at n, á skrivstovu og í ru lærustovnarnar sum t.d. læraraskúlan og sjúkrasystraskúlan. Fyri at sleppa inn á HH skalt tú hava eitt miðalgott FHS- ella HMX-prógv ella forkunnleika, sum kann javnmetast við hesar útbúgvin ar. Ynskir tú at fáa meira at vita, kanst tú seta t í samband við lestrarvegleiðararnar á handilss úlunum, har tú eisini fært umsóknarblaðið. Umsó Kambsdalur, 530 Fuglafjorður, tlf. 44900 Marknagilsvegur 77, Postsmoga 177, 110 she Tlf. 17177