Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-03-10, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. mars 1994síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

——— Síða 10 Nr. 48 — 10. MARS 1994 Tíðindablaðið CD f døgunum 4. - 6. mars var Musikkskúlastevnan 1994 hildin á Eysturskúlanum í Havn. Eini 300 næmingar úr øllum landinum luttóku á stevnuni, sum endaði við stórari konsert í Norður- landahúsinum sunnudagin. Umleið 400 fólk leitaðu niðan í Norðurlandahúsið at hoyra, hvat næmingar og lærarar høvdu fingið burtur- úr. Ólavur Hátún, stjóri á Føroya Musikkskúla, sigur, at henda stevnan er tann besta, ið hevur verið síðani byrjanina fyri sløkum 10 árum síðan. Fríggjadagin og leygar- dagin varð vant á Eystur- skúlanum, og har kom nógv á skaftið. Tað gjørdi tað eisini á konsertini í Norður- landahúsinum, sigur Ólav- ur Hátún. Festival í Kolding Eitt úrslit av virkseminum í Musikkskúlanum hevur verið Føroya Ungdómshar- moniorkestur, sum Martin Mouritsen, musikkskúla- lærari, leiðir. Hetta orkestur er valt at umboða Føroyar á norður- lendskari musikkskúlaor- kesturfestival í Kolding í døgunum 21. - 25. apríl. Eini 800 luttakarar úr øllum Norðurlondum luttaka á stevnuni. Ólavur Hátún er nevndar- limur í NMR (Nordisk Musikskoleleder Råd). Nevndarlimirnir = taka stóðu til, hvør bólkur skal umboða tey ymsu londini, og Føroya Ungdómshar- moniorkestur, við Martini Stóri salurin í Norðurlandahúsinum var fullsettur sunnudagin, tá Musikkskúlasteynan endaði við konsert. Mynd: Jan Musikkskúlastevnan 1994: Tónleikur fyri Sál og sinn -Tað er av stórum týdningi at læra børnini at vísa tónleikinum ans, so hann festur røtur. Hetta eru lutir, sum tú kanst nýta gott av alt lívið, sigur Ólavur Hátún, stjóri á Fóroya Musikkskúla | Messingljóðféri verður eisini undirvíst í á musikkskúlanum. Hóast ljóðféri tykist vera eins stórt og smágentan her, so gongur tað uppá stás Mouritsen sum leiðara, er valt at umboða Føroyar, eftir áheitan frá Ólavi Hátún. - Eg heitti á Martin Mou- ritsen um at skipa fyri hes- um tiltaki, einamest tí hann er mest royndur orkestur- leiðari hjá okkum, men eisini tí Harmoniorkestrið er tað besta í Føroyum. - Serligt upplivilsi var tað eisini á konsertini sunnu- dagin at hoyra júst hendan bólkin, sigur Ólavur Hátún. Treytin er at venja ein tíma hvønn dag Á festivalini í Kolding, er Føroya Harmoniorkestur valt at umboða tann bólkin, sum skal framføra fyri floy- tu, klarinett, saxofon og messinglj6dføri. Tónleikararnir verða 57 í tali, og eru í aldursbólki- num 11 til 25 ár, sum allir eru musikkskúlanæmingar um um í Føroyum. Mouritsen sigur, at rn fyri at verða limur í Føroya Ungdómsharmo- niorkestur er, at tú venur ein tíma heima, hvgnn dag. => Umleid 1000 næmingar ganga til tónleika- undirvísing á musikk- skúlum kring landið, og øll hugsandi ljóðféri verða nýtt