Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-03-11, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. mars 1994síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið ED Nr. 49— 11. MARS 1994 Sida9 2D eitt veður - ður — Vit fiska í meðal ikki meir enn helvtina av tíðini vit eru á feltinum. Veður- lagið er sera ringt á Hatton Bank. Bankin liggur beint fyri lagðunum sum koma dundrandi eystureftir og tær hava ofta ikki mist megina tá tær eru yvir okkum. Vindmegi 40-50 metur um sekundi er ikki óvanlig og bakkdagarnir eru nógvir, sigur Sonne Johannesen. — Men vit hava eitt ógvu- liga gott skip og eg veit ikki hvussu tað hevði gingist, um Ljósafelli ikki var so sjógóður. Vit hava verið hepnir, vit hava ikki fingið nakran skaðasjógv. Men høvdu tey brotini sum hava verið fyri framman rakt okkum, høvdu vit fingið ein fulltreffara, so veit eg ikki. Vit fingu eitt brotasjógv inná bógvin herfyri, og hann trýsti nakað inn, men tað bilti ikki, sigur Sonne Johannesen. — Vit hava lagt nógv fyri í vetur. Tað er ikki óvanligt at vit hava hála tá vindmegin hevur verið 20-25 metur um sekundið, mangan stendur skriðan eftir sjónum. Men vit liggja altíð uppí tá vit hála, so tað bilar ikki, sigur Sonny Johannesen. Sterka maskinu, men vánalig spøl Ljósafelli orkar væl at royna á Hatton Bank. Hann hevur 3650 hesta at hála trolið, veir og lemmar við. Men spølini eru veik. — Spælini halda ikki til vånaliga veðrið. Reidarin hevur í dag biðið um nýggj spøl úr Brattvåg og tá verð- ur betri. Gomlu spølini eru útslitin og tey kunnu neyv- an umvælast meira, sigur Sonny Johannesen. ø Hon sigur farvæl við mannin eint áðrenn Ljósafelli loysti um hålvgumseks tíðina Betri kendir nú Hvat kendi tú til Hatton Bank áðrenn tú fór við Ljósafelli? — Næstan einki, eg hevdi verið ein túr við Snodda á blálonguveiðu, tað var alt. Eg visti at ein kundi veiða háv á leiðini og livurin -hevdi góðan pris. Eisini visti eg at fraklendingar royndu av og å å Hatton Bank sigur hann. — Vit byrjadu å heysti 1992 og vit skræddu sera illa í fyrstuni. Bornurin er ófantaligur og tindar og fjøll eru á botni. Men nú veru vit betri kendir og so- statt skræða vit minni, sigur Sonny Johannesen. — Hatton Banki er stórur, tað er togandi 100 fjórð- ingar suður og norður, tað er eins langt og føroyski land- grunnurin. Men bankin er smalur, tað er skjótt at toga tvørturum hann. Tað rekur eisini á bankanum, mest í landnyrðing, men streym- urin kann eisini venda, tað velst um ættina, streymurin fylgir við ættini, sigur Sonny Johannesen. — Eg segði tað viðraði illa, men tað er serliga um vet- urin. Seinasta summar var sera gott veður í mánaðir. Tað er nógv lív at síggja í sjónum. dagar kókaði havið av grindahvalum. Av fugli síggja vit bert havhest og ritu, ongan svartfugl, sigur Sonne Johannesen. — Hatton Bank er stórur og her eru góðir møguleikar hjá føroyingum at bróta Ljósafelli hjá Mortan hjá Kaj er nú á veg á Hatton Bank. Teir kasta fyrstu ferð í kveld um viðrað uppúr nýggjum. Tó haldi eg ikki, at skip minni enn Ljósafelli kunnu royna á Hatton Bank um veturin, tað er leiðin ov hardfør til. Tað hevði eisini lætt munandi, um fiskasølu- fólkini í Føroyum tóku seg saman og syrgdu fyri, at ein fekk veruligan pris í Før- oyum. So høvdu vit kunnu siglt heim hverja viku, sigur Sonne Johannesen. — Manningin á Ljósafelli hevur prógvað, at tað bert til at royna á Hatton Bank eitt heilt ár og fáa eina brúkiliga inntøku. manningarpartur- in í fjør var nakað yvir 200.- 000 krónur, sigur Sonny Johannesen. 15 manns eru við Ljósa- felli. Føroysk list i Hirtshals I døgunum 26. mars - 4. april, verda tvær forvitnis- ligar føroyskar listafram- syningar i Nordurjutlandi Hirtshals er ógvuliga virkin byur, eisini á mentanargkinum. Í páskavikuni, sum er frá 26. mars til 4. apríl, eru fleiri listaframsýn- ing í Hirtshals, harav heilar tvær eru um før- oyska list. I Hirtshals búgva eisini nógvir før- oyingar, sum nú fáa høvi at fara á føroyskar lista- framsýning. Galerie Louis hevur fingið føroysku lista- framsyningarnar f lag, og framsyningarhølini hava til húsa á Hotel Hirtshals(nútíðar — før- oysk list) og á Ráðhúsi- num (Ruth Smith fram- sýningin. Bæði nútíðar og klass- isk føroysk list er á skránni hesaferð. Hetta er tiða framsýningin við føroyskum listafólk- umí Hirtshals. Serliga forkunnug er Ruth Smith framsýning- in á Ráðhúsinum, sum letur upp kl. 13. Ruth Smith(1913 - Hirtshals er virkin byur, eisini å mentanarliga øki- num. Har eru eisini nógvir føroyingar fluttir seinastu tíðina, og nú er møguleiki at fara á heilar tvær før- [7 listaframsyningar i påskavikuni 1958) er ein av "teim stóru" i føroyskari list. Inniligu lysingar henn- ara av vøkru náttúru ok- kara og sannføru sjålvs- myndir hennara eru millum teir dýrgripir, sum ykk list hevur givið okkum, stendur m.a. í tíðindabrævi, sum vit hava fingið frá Petur A, Jacobsen í Hirtshals. Hin framsýningin á Hotel Hirtshals umboð- ar nútíðarlistina í Føroy- um, letur upp kl. 12. . Henda framsýningin verður á donskum kalla "På kryds og tværs”. Teir ið umboða nútíðar - listina eru: Torbjørn Olsen, Olivur við Neyst, Zacharias Heinesen, Bárður Jákupsson, Am- ariel Norðoy, Eyðun av Reyni og Marius Olsen. Ruth Smith framsýn- ingin er opin hvønn dag kl. 14 - 16, og hin er opin hvønn dag kl. 10 - 17. ———