Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-03-12, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. mars 1994síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 Nr. 50 — 12. MARS 1994 j — —Tiindabladid CET Skipast skal fy børn og ung maður Taðereingin sjálvskriva lóg sum sigur, at norður- lendskur identitetur er til, og verdur til fram- yvir, men hetta vil Norð- urlanda Ráðið beta um. Marita Petersen, løg- maður, segði í rødu síni á fundinum hjá Norður- landa Ráðnum, at hon tók fult og heilt undir við, at meira verður gjørt innan mentan og undir- vísing millum børn og ung. -Megna vit ikki at lata børnum og ungum norð- urlendska mentunnar- arvin, er okkara arbeiðið farið fyri skeyti, segði løgmaður. Marita Petersen sigur, at Norðurlanda Ráðið ger nú eina ftøkiliga verkætlan, sum skal tryggja børnum og ung- um og norðurlondum at koma meira í samband við hvgnn annan, so- leiðis at vit byggja upp ein norðurlendskan identitet, sum ikki er ri fleiri mentunnarligum tiltókum fyri í Norðurlondum. Mynd: Kalmar Betri samband millum ung í Norðurlondum -Talan er um, við itøkilig- um verkætlanum, at byggja upp ein norðurlendskan identitet, sum ikki er sjålv- skrivaður í dag, sigur løg- sjálvskrivaður longur. Talan verður um felags undirvísingar- tilfar, ferbamøguleikar, eins og samstarv millum norðurlond innan bøkur, film og sjónvarp. Bang-bang-mentan Tað er ikki bert ment- unnarárini sunnaneftir, ið norðurlond óttast fyri, nú tað tykist sum alt fleiri fara upp í ES. Løgmadur sigur, at á- sannast má, at tann amerikaniseraða ment- anin hevur størstu ávirk- anina í dag. -Tað, sum heldur norðurlondum saman, eru tey felagseyðkenni vit hava. Søgu og ment- an, men kenna vit ikki hvgnn annan í gerð- andisdegnum er vandi fyri, at fólkið í norður- londum alt meira at glíða frá hvørjum ødr- um, heldur løgmadur. tór.- Tey smærru fáa nu sterri ávirkan -Vit teirri broyting, Norðurlanda Ráðið hevur gjørt, liggur nógu betri fyri hjá eitt nú Føroyum at gera seg galdandi í norðurlendskum hópi, sigur løgmadur Tað munnu vera meira enn tríati ár síðani, at føroyingar á fyrsta sinni ynsktu sjálv- støðuga umboðan í Norður- landa Ráðnum, og síðani tá hevur spurningurin mang- an verið umrøddur. Eisini í samband við Grønland og Áland, men hóast hetta higartil ikki hevur eydnast, eru munandi batar hendir í umboðanini. „Ikki minst seinastu tíðina. Á heysti 1992 samtykti Norðurlanda Ráðið nýggja umboðannarskipan so sjálvstýrandi gkini, sum Føroyar, Grønland og Aland verda nevnd, verda betri umboðað. ; Marita Petersen, løgmad- ur, sigur seg fegnast um, at sjálvstýrandi økini nú eru beinleiðis nevnd í tí part- inum, sum Norðurlanda Ráðið leggur størstan dent- in á. Nevniliga mentan og undirvísing, soleiðs at vit nú kunnu vera við at stýra hesum partinum av poli- tikkinum innan ráðharra- gkið. So nú ber betur til at gera seg galdandi á ment- unnar og undirvísingar- økinum. Sum aðrirstatsleiðarar Statsleiðaramir í Grøn- landi, Álandi og Føroyum eru nú eisini komnir meira upp í part tá starvsfelagar teirra í hinum norðanlond- unum fundast. Løgmadur sigur, at ein trupulleiki hevur verið, at tað hevur bilað álvarsliga hjá sjålvstyrandi økjunum at verða kunnaði um tílíkar fundir, men tað verður nú betur. Nú er gjørt av, at statsleiðararnir í Føroyum, Ålandi og Grønlandi kunnu vera við á tílíkum fundum og haraftrat, at hesir kunnu fáa tey mál á skránna, sum eru viðkomandi fyri hesi lond, og hava soleiðis møguleikan til at mynda innihaldið á tílíkum fund- um, sigur løgmadur og leggur aftra! at:tað krevur eisini meira av okkum sjálvum og fremur ivaleyst eisini eitt enn betri samband millum okkum, Áland og Grønland. tór.- Sinnisbati Frá sokallaða statsieiðarafundinum í Mariehamn seinasta heyst. Uttast vinstrumegin Marita Petersen, legmaður. Mynd: Stefan Øhberg í Nordisk Kontakt Fritidarhølld í Krossgotu 15 er opið månakvøld kl. 19-22. Stóra sletuferðin 2 Fyrilestur við myndum frá teirri 4.000 km. longu ferðini úr Grønlandi til Alaska Ono Fleischer úr Grøn- landi fer komandi da- gamar at halda fyrilestrar og sýna ljósmyndir frá síni 4000 km. longu ferð eftir ísinum úr Grønlandi til Alaska. Ferðin var tann sama, sum Knud Rasmussen áður hevur gjørt. Ono var saman við Jens Daniel- sen, og tók ferðin teimum 100 dagar. Endamálið við sletu- ferðini var at knýta betri mentannarligt og máls- ligt samband við sínar ættarfrændir INUIT fólkini. Ono Fleischer og Jens Danielsen hava báðir fingið grønlendsku mentunnar heiðurslen- ina fyri ta stóru sletuferð- ina. Í samband við fyri- lestramar verður møgu- ligt hjá fólki at keypa film frá sletuferðini. Fyrstu fyrilesturin verður kl. 14.30 í morgin í ungmannafelagshús- inum á Sandi, og mána- dagin kl. 10 verður Ono í studentaskúlanum í Hoydølum og kl. 19.30 í Norðurlanda Húsinum. Hann skal eisini halda fyrilestur í Vágunum, Suðuroy, Norðoyggjum og í Eysturoynni. tór.-