Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-03-15, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. mars 1994síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Apartheid og umheimurin UM somu tíð, sum tað enn andar friður her heima á klettunum, hóast lands- umfatandi kreppu, so verða nógv lond úti í heimi dag og dagliga plágað av alskyns vanlukkum, og tað bæði av náttúruávum og eisini mannaávum. Tað eru serstakliga trý lond hugsað verður um her og eru tey Ísrael, fyrrverandi Jugoslavia og Suðurafrika. Men tá mugu vit so heldur ikki gloyma stríðið í Norðurírlandi. Í øllum hesum londum eru morð og valdsgerðir partur av gerandisdegnum. Vit hava nokk í okkum sjálvum - kreppuni her heima - til í heila tíkið at geva okkum fær um, hvat hendir aðra- staðni munnu mong siga. Tað er sjálv- andi rætt, tí stødan í Føroyum er so mikið álvarslig, at tað mugu allar góðar kreftir til fyri at finna loysnir - á mest- sum øllum økjum. Men harfyri hava vit ikki orsøk til - ella loyvi til - at gloyma tað, sum fer fram rundan um okkum. VIT eru ein partur av altjóðasamfelagn- um og eiga tí eisini at virka sum so. Her hugsa vit m.a. arbeiði, ið ymsir fel- agsskapir í Føroyum gera sum part av einum stórri heimsumfevnandi arbeiði. Eitt nú Amnesty International. Hesin felagsskapurin eigur at hava eitt pláss í hjørtum og hugaheimi okkara, tí hann er heimsins ringa samvitska. Ein felags- skapur, sum hevur sum stavnhald at hjálpa kúgaðum fólki kring heimin eigur at hava okkara áhuga so ella so. VIT hava nokk at hugsa um her heima til at brúka tíð og orku til at viðgera støðuna í øSrum londum vilja tey flestu kanska siga. Tað er tó okkara metan, at vit sum partur av alheimssamfelagnum mugu ikki gerast so jarðbundin og so nalvaskoðandi, at vit gloyma alt rundan um okkum. Hóast fá og smá so er tað eisini okkara skylda at gera okkum meiningar um viðurskiftini í gørum londum, viðurskifti, sum viðhvert eisini ávirka okkara gerandisdag so ella so. EITT av teimum londum, sum tankar okkara eisini eiga at leita til í hesum døgum, er Suðurafrika. Hetta landið, sum í gldir hevur verið symbolið upp á rasismu framda í verki. Har ein svartur meiriluti av fólki er vorðin kúgaður av einum hvítum minniluta. Har tey svørtu eru vorðin mett sum 2. floks menniskju gjøgnum tað órættvísu og hataðu Apart- heid-skipanina. Við m.a. trýsti frá um- heiminum hevur tað eydnast at fáa hvíta stýrið at innsíggja, at eingin framtíð er í Skeið nr. 94011.1 Eftirútbúgving fyri yrkislærd á skrivstovum og í handlum Endamálið er at luttakaramir fáa kunnleika til vitan um og sosialar ymsar samarbeiðsformar og fáa fyritreytir fyri samarbeiði. Dentur verður lagdur á, at tað, sum verður lært á skeiðnum, kann nýtast í dagliga arbeiðinum til sjålvs- menning. Ti: 16 timar. Mikudagin 23. mars 1994 in 24. mars 1994 Månadagin 28. mars 1994 Týsdagin 29. mars 1994 Allar dagar kl. 16.15-19.50. Pláss er fyri 12-16 følkum. Føroya Handilsskúli í Tórshavn. Frits Thorbek. Treytað av, at góðken ing frá Læruráðnum fyriliggur kr. 1.580,- fyri hvønn, íroknað frålæru, skeiðtifar og mat. Tilmeldingarblað fæst á Foroya í seinasta lagi 16. mars 1994. Handilsskúla, og skal verða skúlanum í hendi Sudurafrika við eini framhaldandi apartheidskipan. Nú er tað so komið hartil, at demokratiseringin av landinum skal sleppa at standa sína roynd. Um ein góðan mánað verður fyrsta frælsa valið nakrantíð í Suðurafrika. TÆR víðgongdu kreftirnar í landinum - tvs. bæði hvítir og svartir ekstremistar royna av gllum alvi at steðga hesi góðu demokratisering við at seta kíla í. Alt verður gjørt fyri at forða komandi valinum. Hinumegin standa de Clerk og Mandela klettafastir í ynski sínum - kravi sínum - at nú skal tað vera. Nú skulu allir sudurafrikanarar uttan mun til húðalit sleppa at brúka tann sjálv- sagda rættin tað er at velja landsins stýri. Vit kunnu bert vóna, at tað fer at eydnast teimum báðum at fremja ætl- aninar. Miseydnast tær, tå vita vit gll, hvat endin verdur: rudulleiki og kaos. Borgarakriggj. Umheimurin - og eisini føroyingar - mugu bidja til, at tad fer at eydnast teimum hóvligu í Sudurafrika at gjøgnumføra valið sum ætlað. Hóast vit ikki hava stórvegis ávirkan á hetta, so eru vit kortini partur av umheiminum, vit teljast millum aðrar á altjóða pallinum. HENDINGARNAR í Sudurafrika í hes- … um døgum kunnu eisini læra okkum nakað. Tær kunnu vera við til at lata upp eygu og oyru á teimum føroy- ingum, sum av eini ella aðrari orsøk hava hildið og halda, at slíkt sum apartheid er av tí góða og rætta. Tær kunnu fáa mangar rasistiskar føroyingar at rakna við sum við kaldan dreym og ásanna, at rasisma er av tí ónda og hon byggir einki land. Fólkatingsmaður fólkafloksins hevur í meira enn 10 ár roynt at trútta niður í føroyingin, at apartheidlíknandi skipanir eru góðar og rættar - serliga millum svørt, sum hvørki duga at lesa ella at skriva. Tað er slíkt, sum komandi valið í Suðurafrika skal mana niður í jørðina, tí tvørturiméti hava slíkar skipanir medvirka til at halda tey svertu óupplýst og á analfabetstødi. Tað hava grundleggjararnir og varðveitararnir av hesi skipan eisini alla tíðina vitað. Samanumtikið kann valið í Suðurafrika fáa stóran týdning fyri ikki bert tey svørtu har, men so sanniliga eisini fyri medvitið og rættvísiskensluna hjá føroyinginum. SOSIALURIN Stødan hjá sethúsaeigarum Vit mugu ikki missa pening uppá sanering av sethúsum, sigur sparikassastjórin í grein í Sosialinum 12/3-94. Sjálvandi er hetta. Tey seinastu nógvu árini hevur samfelag okkara stýrt beinleiðis móti undir- ganginum. Tálitið verður aftur um bak sæst, at hetta komst av, attey ráðandi valdu skeivar av- gerðir alt fyri løtuvinning. Tan vanlukkuliga gongdin varð ávíst fyri nógvum árum síðani, men hitt sermerkta før- oyska treiskni var og er enn ov sjálvklókt tl at viðganga skeivleikar og at gera nakað munagott fyri at venda gongd- ini. Sjálvtum samfelagið er við at fara í søguna, er ongin farin undir at gera nakra heildarætl- an fyri at varðveita eina før- oyska tjóð. Óteljandi uppskot frå líka nógvum nevndum, eru um at sindra seinasta tilveru- grundarlag okkara. Við donskum stuðli fingu vit møguleikar fyri at varðveita eina nóg stóra búseting her, men ikki heldur hesum tilboði dugdu vit at taka av. Føroying- urin setti í staðin fyri alt"inn uppá at varðveita bankarnar, hóast hann sjálvur læt lív. Sparikassastjórin, ið var ein centralur persónur í banka- bjargingunum, hevur at vísa seg eisini valt skeivt, tí í staðin fyri at hugsa um Sparikassan og viðskiftafólkið har, legði hann til brots fyri at verja bank- amar, og harvið máa stødid undan bæði sær sjálvum og lánarunum. Veruleikin er jú, at fíggjareftirlitið staðfesti á sumri í 1993, at fólk bert klára at afturgjalda eina húsaskuld upp á ávikavist 500.000,- og 350.000,- kr. Fyri at ongin skuldi vera fyri vanbýti fingu bankarnir so eitt inngjald, ið svaraði til mink- andi gjaldsevnini hjá fólki. At bankarnir so, so ruddiliga vóru á húsagangi, áðrenn sethúsa- lánini vóru niðurskrivað, er sjálvandi harmiligt fyri teir. Í staðin fyri at laga seg eftir hesi óivað réttu metingini, legði Sparikassin seg eftir at lívga bankarnar enn meira. Hví syrgir Sparikassin ikki fyri at hjálpa lánarum sínum, til atsvarasínar skyldur í Spari- kassanum, og letur bankarnar um at sæta sær sjálvum, tað PR teir at vera ófgrir til. trokningin vit gjørdu er rétt, hendan ávísa familjan hevur bert o.u. 1.200,- kr. um mánaðin til mat og klæði, am tey skulu liva av ALS. Annað er, at tey kunnu verða á al- mannaveiting, ið mánað fyri mánað so yvirtekur størri og stórri part av húsum teirra í veð. Kallar Sparikassin hetta at hjálpa. Tiverri høvdu blaðfólkini gjørt eitt kediligt mistak i greinini, har stóð at familjan falt skuldi rinda 1.100.000,-, men hetta eru bert rentumar, familjan skal gjalda lániupp- hæddina, ið er kr. 860.000,- + renturnar, íalt um leið 2 mill. krónur, og tá hevði almanna- verkið veð fyri o.u. 1,4 millión í húsunum. Álvaratos, ýlir ongin ávaring. Um tilmæli& frá Fíggjareftirlitinum varð fylgt, gera. Nú verða fólk kroyst til tey hokna av armóð, meðan bank- arnir fáa bæði posa og sekk. Hvussu við Sparikassanum, fer Monopolbanin at stuðla, tá seinasti føroyingurin er rýmd- ur? Kanska vit ikki enn skulu bumba stribsvognarnar, ið eru við at knúsa okkum, men vit kunnu so stødga bensinveiting- Gjøgnum danskar fjølmiðlar boðar landsstýrið frá, at nú hava teir lokið treytirnar frá lánveitaranum, so nú koma teir á nýggja biddaraferð. Lands- felagið fyri Sethúsaeigarar letur seg ikki skuldbinda meira, uttan treytir, og fyrsta treytin fyri nýggjari biddara- gongu er, at sethúsaviðurskifti okkara verða tryggjað. Annars fara vit avstað sum pott, ið enn- tá ikki kunnu vera viss í, hvussu nógvir føroyingar eru til um 5 ár. Landsfelagið fyri Sethúsaeigarar