Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-03-15, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. mars 1994síða 19

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið { sostalurin | Nr. 51 — 15. MARS 1994 Síða 19 Lesarabrøv 7 Økonomiskur terrorista politikkur Fyrst fari eg atrætta fyrru grein mina. Henda rætting er til Set- húsafelagið, har eg skrivaði, Sethúsafelagið er sett á stovn fyri at hjálpa fólki, sum eru komin íneyð. Hettaer ikki rætt. Eftir teimum upplýsingum, sum eg havi fingið, er Sethúsa- felagið sett á stovn fyri øll, øll kunnu gerast limir. Marjun Sigurdsdóttir skriv - ar í Sosialinum 2. mars 94, eg fari attaka okkurt burtur úr hes- um. Vit mugu liva eftir førimuni. Úrslitið er húsagangur. Stór fólkaflyting. Og tey mongu sethúsini — og tvingsilssølur hvenn dag. Otryggleiki førir til ófrið. Eitt nú eru fólk so sperd, at tey ikki smæðast fyri at gera seg inn á deyðar lutir á skriv- stovunum, bert fyri at fáa luft fyri sínum máttloysi, slíkt er ikki komið fyri áður. Hetta og mangt annað skrivar Marjun Sigurdsdóttir. Hetta kemur mær ikki illa fyri at lesa, tað er heilt ótrúligt hvussu føroyingar hava verið tolnir. Tolið er nú uppi, tað munnu so nógv við mær halda. Henda harðrrenda terrorista bankajunta, og ikki at gloyma harðrendu terroristarnar í Tinganesi, sum hava knúsað familjur sundur, partar av fa- miljum eru vekk. Vit vóru fleiri systkin, her er alt farið. Eg siti eftir her og stríðist fyri at halda tørn. Hvussu leingi kunnu vit halda tørn? Hvussu leingi heldur tú tørn? Soleiðis kunnu vit spyrja uttan at fáa nakað svar. Terrorista bankajuntan, teir hyggja bara at, teir gera einki Vónandi fer sethúsafelagið at kroysta terroristarnar í Tinga nesi og bankateorroristarnar út í myrkrið. Umhugsa at lækka virðið á sethúsum til tað fíggjareftirlit- ið hevur ásett og skriva virðið á ognaruppgerðina. Hetta fari eg at rósa tykkum fyri. Eg fari at gera tað. Eisini eru tit farnir at savna undirskriftir til at taka av oljuavgjaldi. Hetta skulu tit so sanniliga hava rós fyri. Men steðgið nú ikki, haldið á! Andstøduflokkarnir, = teir gera einki. Teir eru farnir í dvala eins og bjarnirnar. Teir vakna einaferð í summar, og tá standa teir sum ketta niðri í einum pottatrogi, hvar fór mús- in. Vælsignaðu menn, takið tykkum saman og latið teir kenna pískin. Ruska harðari í samgonguna og fáið bankað meira inn í tær tómu kúlurnar. So mín inniliga bøn til tykkara er: Vaknið, áðrenn skaðin er hendir. Aftaná uppreisturin , tå er ov seint. Fólkaflokkurin er komin við einum uppskoti um at seta løn- inaniður við 35%. Lánini skulu lækka 1. veðrættur við 10%, 2. veðrættur við 20%, 3. og 4. veðrættur við 30%. Skatturin lækkast við 35% og so ikki at gloyma MVT, tað skal lækka við heilum 2%. Hvat halda tit? Um hetta ikki er heilt rætt, kunnu teir, um teir tíma at vísa fólkinum uppskotið, tað hevði verið ómetaliga gott. Hetta uppskotið minnir meg nógv á eina skrønu, eg einaferð hoyrdi. Konan fór at vitja mann sín, sum lá á sjúkrahúsinum til skurðviðgerðar. Konan kemur inn og spyr læknan hvussu gingist hevði. Jú, svaraði lækn- in, skurðviðgerðin eydnaðist væl, men maður tygara doyði. Ein kundi hildið áfram, men eg fari at gevast nú. Tað ein skrivar, er sum at tosa fyri deyvum oyrum. Vaknið, vaknið, tað er aftur ein dagur í morgin, so eg vóni at tit, sum lesa hetta, virða menniskju meira enn pening. Tit bróta mænniskjarættin hjá fólkinum, ið her býr. Tit knúsa familjur, sum eru heilt uttan ávirkan Fólka-Nerva-Kríggj anno mars 94 AES Arbeidarafeløg átala landsstýrið Til Føroya Løgting Undirritaðu fakfeløg, ið á fak- felagsfundi hava vidgjørt stød- una hjá teimum arbeiðsleysu og Arbeiðsloysisskipanini, við atliti til tað, sum er farið fram í sambandi við, at skipanini vantar pening. Átala staðiliga, at Lands- stýrið í hesum máli hevur ging- ið uttan um tað stýri, ið feløgini á arbeiðsmarknaðinum sam- bært lóg hava valt at umboða seg. Grundað á hetta og ásann- sum nú vera lagdar fyri tingið, vilja viðféra meirútreiðslur fyri skipanina, t.d. veit eingin hvussu nógv ein farloyvisskip- an fer at kosta, vilja vit heita á Legtingið um at afturvisa lógaruppskotinum og beina uppskotið í stýrið til viðgerðar av nýggjum. Feløgini heita eisini á Før- oya Løgting um at áleggja landsstýrinum uttan drál at taka upp samráðingar við donsku stjórnina um uttan- landsskuldina, soleiðis at ein vegur verður funnin burtur úr tí lemjandi figgjarstødu, Føroyar og føroyingar eru komin i. Feløgini heita eisiniá Før- oya Løgting um at áleggja Landsstýrinum í sambandi við oman fyri nevndu samráðing- ar, at krevja av donsku stjórn- ini, at hon saman við Føroya Løgtingi tekur lut í fíggingini av Arbeiðsloysisskipanini, so- leiðis at arbeiðsleysum føroy- ingum verður tryggjað mans- sømulig kor á sama stødi sum í restini av ríkinum. Tað er ein avgjørdur mannarættur, at fyri tað um ein verður arbeiðsleys- ur, skal ein kunna verða ver- andi í Føroyum og verða virdur og viðfarin á manssømiligan hátt. Við vón um, at hendan á- heitan okkara verður viðgjørd við vælvild og við tí álvara, stødan hjá teim arbeiðsleysu í Føroyum krevur. Tað áliggur hverjum ein- støkum føroyskum politikara ein stór ábyrgd fyri at bera so í bandi, at fólkaflytingin úr Fer- oyum verður steðgað. Avgerð- in er tykkara, skulu arbeiðs- leysir føroyingar fáa loyvi at verða verandi í Føroyum og liva undir líka góðum korum sum arbeiðsleys í hinum pert- unum av ríkinum. Føroya Arbeiðarafelag Føroya Prentarafelag Føroya/Havnar Handverkarafelag Havnar Arbeiðsmanna- felag Havnar Arbeiðskvinnu- felag Klaksvíkar Arbeiðsmanna- felag Klaksvíkar Arbeiðskvinnu- felag Arbeiðskvinnufelagið Fjallbrúður Vegna feløgini Ingeborg Vinther, forkvinna ———————2 Til Emil Nolsge Eg fari at spyrja Emil Nolsøe, nú hann trýstur so hart á at fáa toskakvotuna setta upp, um hann við sínum monnum tekur ábyrgdina, tá tann síðsti tosk- urin er dripin, ella hann fer at geva landsins stýri ábyrgdina, sum vanligt er at gera. Og til tykkum, sum ráða, bakkið ikki nú ein tumma, nú er nóg mikið bakkað. Hevdi ikki verið bakkað, tá meskarnir vóru fyri, hevði tað kanska staðið frægari til í dag við toski. Frá LEIRVÍKAR ARBEIÐSMANNAFELAG Ársaðalfundurin verður á STATOIL-STØDINI mikudagin 16. mars, kl. 19.00 Nevndin Eg hoyri onkur sigur, at toskur er til, tað er merkiligt. Bátar, ið rógva út vid línu, fáa ongan. Er hann so givin at taka agn, man honum dáma betur trol? Einki haldi eg tað. Sannleikin er tann, at øll 50'årini, eg havi fiskað, hevur tað ongantíð verið so lítið av fiski. Tað er ongin gýtingarstovnur eftir og tí legst einki til. Jhs 14.30—16.30. Telefonin, 17200, svarar hvønn dag frá kl. 14.30-7.00 á morgni. Lærarastorv í fólkaskúlanum Í skúlaverkinum í niðanfyri nevndu kommunum eru hesi lærarastørv leys at søkja: Hvannasunds kommuna: 1 starv sum fyrstilærari Kirkjubøar kommuna: 1 starv sum einalærari Tórshavnar kommuna: skúli 1 starv sum einalærari Størvini verða lent í 19./24./28. lønar- flokki, sambært semju millum Feroya Landsstýri og Feroya Lærarafelag, dagfest 24. januar 1990. Tað skylduga undirvísingartímatalið verður sett eftir galdandi reglum um tænastutíðina hjá tænastumonnum í fólkaskúlanum. Tann, ið sett/settur verður, hevur skyldu til annadhvørt heilt ella lutvist at starvast í teim skúlum, har børn frá við- komandi kommunu/kommunum sam- bært galdandi skúlaætlan ganga í skúla. Umsóknir til tey leysu størvini verða at senda Landsskúlafyrisitingini skjótast til ber og soleiðis, at tær eru Lands- skúlafyrisitingini í hendi í seinasta lagi 6. apríl 1994 kl. 16.00. Umsóknir, sum eru Landsskúlafyrisitingini í hendi aftan á nevndu tíðarfreist, verða íkki tiknar við. Við umsóknini eiga at verða legd avrit av próvbrævi og megulig við- mæli. Umsóknin verður skrivað á útfyllingar- blað, ið fæst frá skúlanum ella frá Landsskúlafyrisitingini. Meguligir um- søkjarar uttan fyri Føroyar kunnu brúka útfyllingarblað fyri danska fólkaskúlan. Teir umsøkjarar, id søkja størv í fleiri kommunum, mega skriva eina um- sókn til hvort starv, ið sekt verður. Landsskúlafyrisitingin 11. mars 1994 Týsdag: Mikudag: Vaskaríið í Tórsgætu 5, kl. 20.00 (sporafundur) Friggjadag: Vaskaríið í Térsgøtu 5, kl. 20.00 Uppistova, kl. 22.30 Leygardag: Uppistova, kl. 17.00 og kl. 22.30 Sunnudeg: Upplstova, kl. 11.00 og kl. 17.00 (opin tundur) Al-Anon fundir í Havn Týsdag: — Vaskariið í Tórsgetu 5, kl. 21.00 Hósdag: Vaskaríið í Tórsgætu 5, kl. 21.00